Føroya landsstýri er hægsti myndugleiki í øllum málum viðvíkjandi grind.
Tað kann tí eisini áseta bráðfeingisbann fyri grindadrápi í ávísum grindaumdømum, tá ið hetta verður hildið at vera neyðugt.
Hetta bann hevur landsstýrið ikki sett.
Og tí hevur bátur, sum sær grind, framvegis skyldu beinanvegin at hava upp á mastur, og um til ber boða frá til sýslumannin, sum letur boðini víðari, samstundis sum hann ger vart við møguligt forboð fyri at drepa grind. Verður grind sædd av landi, verður farið fram á sama hátt. T.v.s. boðað verður sýslumanninum frá. ’
Alt hetta er ásett í kunngerð um grind, sum kom í gildi fyri 10 árum síðani.
Eisini er greitt ásett í somu kunngerð, hvussu grindin skal skiftast og leggjast út. M.a. eiga kommunustýrini ella aðar samskipanir at skipa fyri, at seðlarnir upp á heimapartar verða heintaðir innan 1 tíma eftir, at seðlarnir eru komnir út, og at grindin verður býtt til fólkið í kommununi/samskipanini sum skjótast.
Nú verða leiðslurnar fyri sjúkrahúsini hartaðar fyri at geva sjúklingum tvøst og spik. Tá ið tey á sjúkrahúsunum skulu áleggjast serligar reglur fyri borðreiðing av tvøsti og spiki, so skilji eg tað sum, at hesi, sum eru innløgd, hava eina lægri immunverju enn onnur. Tá ið sjúkrahúsini verða hartað, skulu kommunurnar so, sum í kunngerð eru álagdar at geva fólkinum í kommununi sín part av grindini, leypa tey gomlu og óhjálpnu í kommunum um, og skulu tey gomlu á ellis- og røktarheimum heldur ikki fáa sín part av grindini.
Eg haldi, at reakiónin hjá Hans Paula Strøm móti leiðslunum á teimum tveimum sjúkrahúsunum krevur eina víðari viðgerð av allari kunngerðini um grindadráp.
Tað er í øllum førum í andsøgn, at sama landsstýri, sum átalar tey, sum borðreiða við tvøsti og spiki, heldur fast um eina kunngerð, sum krevur at sædd grind verður veidd.
Høvuðstreytin fyri veiðu av djórum er væl saktans, at tey verða etin.
Annita á Fríðriksmørk