Vit eiga øll Føroyar

9 April 2015
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Vit eiga øll Føroyar

- Tjóðveldi og visjónirnar aftur til valdið

Floksting 2015

Í skótahúsinum við Løkin í Runavík

Tjóðveldi heldur floksting í Skótahúsunum í Runavík fríggjadagin 10. og leygardagin 11. apríl.
Flokstingið er evsta vald floksins og harvið árligi fundurin, har tjóðveldisfólk taka samanum og seta út í kortið av nýggjum samsvarandi hugsjónum floksins.

Fríggjakvøldið verður skipanarparturin avgreiddur, har m.a. starvsnevnd skal veljast, og innkomin uppskot verða viðgjørd.
Tvinni uppskot eru komin inn og vera løgd fram og viðgjørd á flokstinginum fríggjakvøldið:

· Uppskot um endurskoðaða valskipan fyri Føroyar

· Uppskot um at styrkja fólkaræðið og valdið hjá fólkinum í Føroyum

Við uppskotinum um eina enduskoðaða valskipan verður skotin upp ein savningarloysn fyri valskipanina, sum Tjóðveldi kann virka fyri. Ein skipan, ið kann vera varandi, og sum hevur fyrimunirnar hjá og høvuðsgrundgevingarnar fyri bæði teirri skipanini við fleiri valdømum, sum vit kenna, og hjá skipanini við einum landsvaldømi.

Við uppskotinum um at styrkja fólkaræði og valdið hjá fólkinum í Føroyum er ætlanin at fáa flokstingið at taka støðu til beinleiðis fólkaræði, fólkaatkvøður, minnilutaverju, víðfevnt alment innlit og onnur átøk, sum skulu vera tryggjað rættindi hjá fólkinum í politisku skipan Føroya og skulu ásetast í grundlógini fyri tær frælsu Føroyar.

Innkomnu uppskotini eru send økisfeløgunum, tingmanning og Unga Tjóðveldinum, umframt miðlunum.
Leygardagin byrjar politiska orðaskiftið við formansfrágreiðingini.

Í formansrøðu síni leygardagin fer Høgni Hoydal at geva ítøkilig boð uppá, hvat Tjóðveldi ætlar at fáa framt, tá ið flokkurin væntandi og vónandi kemur aftur til valdið í Føroyum.

Á skránni leygardagin kl. 13.30 eru eisini orðaskifti um týðandi partar av stevnumiðum floksins:

· Frælsar Føroyar – frælst fólk

· Fjøltáttað og nýskapandi vinnulív

· Somu rættandi – somu møguleikar (valferð, trivnaður og økismening)

· Skapandi mentan og útbúgving

Fullfíggjaða skráin er annars:

Fríggjadagur 10. apríl
19.00: Petur í Gong, aðalstjórnarformaður setir flokstingið
19.15: Mentanarlig framførsla
19.30: Tingið skipar seg við tingformanni, tingskrivara og yvirlýsingartoymi
19.45: Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til góðkenningar
20.30: Umrøða av innkomnum uppskotum og atkvøðugreiðsla
21.15: Val av starvsnevnd, grannskoðarum og tiltakslimum
22.00: Flokstingið niðurlagt

Leygardagin 11. apríl
08.30: Morgunmatur
09.30: Formansfrágreiðing
10.00: Politiskt orðaskifti um formansfrágreiðing og politisku mál floksins
12.30: Matarsteðgur
13.00: Nýggja heimasíðan løgd fram
13.15: Nýggjur bóklingur við stevnumiðum verður lagdur fram
13.30: Orðaskifti um partar av stevnumiðnum:

· Frælsar Føroyar – frælst fólk

· Fjøltáttað og nýskapandi vinnulív

· Somu rættandi – somu møguleikar ( valferð, trivnaður og økismenning)

· Skapandi mentan og útbúgving

15.00 Kaffisteðgur
15.15 Unga Tjóðveldið
15.30 Orðaskifti um mál floksins og politisku støðuna
17.30 Yvirlýsing
19.30 Tjóðveldisveitsla

Flokstingið er fyri øll tjóðveldishugað, og fjølmiðlarnir eru allir bodnir

Meira um sama evni

No items found.