• Visti tú, at okkara ungu kunnu taka útbúgvingar ókeypis í øllum Norðurlondum - eisini í Danmark?
• Visti tú, at tað er Norðurlandaráðið, og ikki ríkisfelagsskapurin, sum gevur hesi rættindini til lestur?
• Visti tú at um eins nógv ung høvdu lisið í Dk, sum í dag, og vit skuldu rinda teimum tað SU, tey í dag fáa frá danska statinum, hevði hetta kostað okkum umleið 60 til 70 mió kr?
• Visti tú, at sjúkrahúsviðgerðir í Danmark rindar føroyski skattgjaldarin longu fyri í dag, og at hetta altso ikki er nakað vit fáa ókeypis frá nøkrum?
• Visti tú, at fyri uppihald á sjúkrahúshotellinum rindar føroyski skattgjaldarin longu fyri í dag – og at tað altso ikki er nakað, sum vit fáa ókeypis frá nøkrum?
• Visti tú, at framstig sum t.d. virðingin fyri Merkinum, virðingin fyri føroyska málinum, at faa sjómarkið út á 200 fjórðngar, at yvirtaka ráevnini undirgrundini, at fáa kvinnuna út á arbeiðsmarknaðin osfr øll spretta úr sjálvbjargnisynskinum um at taka við ábyrgd?
Annita á Fríðriksmørk