Tjóðveldi hevur fleiri ferðir reist hetta mál á tingi, men samgongan feldi tað hvørja ferð við tí grundgeving, at landsstýrið arbeiðir við málinum, men tá ið tað so loksins kom eitt uppskot frá samgonguni, so vildi hon ikki taka avleiðingarnar av eini avtalu um Kyoto og feldi tað í veruleikanum eisini, tá hon valdi at ganga í trimum.
Úrslitið er, at løgmaður sigur seg onki kunna gera, tí samgongan er ósamd. Júst sum við útlendingalógini í hesum døgum. Samgongan er ósamd og er tí samd um, at onki skal gerast. Hugsið tykkum, um hetta kundi latið seg gjørt, tá hon t.d. var samd um at lata skattalætta til tey háløntu, stuðul til vinnuna, og tá ið hon var samd um at flyta skúlan úr Vági til Hovs?
Hugsið tykkum, um løgmaður bara segði, at vit eru ósamd um hetta, so tað verður, sum tað er? Ongin skattalætti til tey háløntu, ongin fíggjarligur stuðul til vinnuna, og miðnámsskúlin verður verandi í Vági! Men nei, slíkar ósemjur eru bara legalar, tá ið tað snýr seg um at verja umhvørvið og lógir, sum viðvíkja arbeiðsmarknaðinum. Nú er samgongan samd um at vera ósamd, og so hendir onki.
Hvat hvat merkir tað, at vit onki gera fyri at verja umhvørvið. Jú:
- Vit verða sædd sum eitt land, sum leggur líka í hóttanir um veðurlagsbroytingar, sum eru skaptar av mannaávum.
- Vit verða sædd sum tað landið, sum ikki vil taka altjóða ábyrgd í alheimssamfelagnum.
- Og vit verða sædd sum tað landið, sum ikki vil taka ábyrgd fyri framtíðini og eftirkomarunum.
Og henda líkasæla er rættiliga paradoksal við tann veruleika, vit eru í.
- Vit liggja mitt í meldrinum av veðurlagsbroytingum
- Vit liva av náttúruni og góðum umhvørvi
- Vit hava veðurlagsgranskarar á altjóða stigi, har tann eini enntá hevur vunnið sær norðurlendska umhvørvisvirðisløn.
- Vit hava sostatt allar fortreytir fyri at vera við á odda í stríðnum fyri betri umhvørvi og fyri at venda gongdini.
Gera vit ikki tað, kunnu vit vænta okkum, at veðurlagsbroytingarnar fara at hava so stóra ávirkan á okkara øki kring oyggjarnar, at tað kemur at raka fiskivinnuna.
Gera vit ikki tað, kunnu vit rokna við, at í endanum av hesi øldini fara hundraðtals milliónir av fólki antin at doyggja í hungri ella at liva sum flóttafólk.
Hetta eru ábendingar, sum allur heimurin tekur í álvara. Og tað ger Tjóðveldi eisini! Tí vit vilja taka altjóða ábyrgd. Og gert tú tað, hugsar tú ikki bara um dagin í dag, men so sanniliga eisini um okkara eftirkomarar; børn og ommu- og abbabørn.
Tí taka vit umhvørvið í álvara. Gert tú tað, velur tú Tjóðveldi. Eisini niður á Fólkating!
Gott val,
Annita á Fríðriksmørk