Fríu marknaðarkreftirnar hava nærum fingið gudastatus um allan heim, og Gud náði hann, ið dittar sær til at seta spurnartekin við tær. Kapping, kapping, kapping er svarið upp á alt.
Tað er eisini rætt, at marknaðarkreftirnar generelt hava víst seg at vera besta búskaparlokomotivið, tá tað snýr seg um effektivitet, produktivitet, avkast og búskaparvøkstur.
Tí skulu tær eisini sleppa at virka, har tær rigga.
Men í einum so lítlum samfelag sum tí føroyska er tað sanniliga tiltrongt at seta spurnartekin við, um tað sum kanska riggar í londum við nógvar ferðir størri fólkagrundarlagi enn okkara eisini altíð riggar her.
Spurningurin kann svarast einfalt: Tað riggar verri enn so altíð.
Og tað er ein av stóru orsøkunum til, at kostnaðarstøðið her heima er so høgt.
Innan fleiri vørubólkar eru alt ov fáir handlar til, at nøkur reel kapping er. Fólkatalið og harvið keyparagrundarlagið er einfalt ov lítið til, at nóg nógvir aktørar fáa verið á marknaðinum at tryggja lægst møguligan prís.
Tí er tað kanska eitt hugskot at seta mark fyri, hvussu stóran vinning handilsfólk og tænastuveitarar taka sær fyri hvørja selda vøru ella tænastu?
Eitt vinningshámark, sum sigur, hvussu nógv prosent í vinningi, handilsfólk í mestsa lagi kunnu leggja omaná innkeypsprísin, og sum eisini regulerar prísin á ávísum tænastum.
Tað er ikki vist, at tað er neyðugt at seta vinningshámark á allar vørubólkar og tænastur, men tað eigur at gerast, har tað er eyðsæð, at ongin ella ov lítil verulig kapping er, og serliga tá talan er um neyðsynjarvørur og –tænastur.
Samstundis eigur at stuðlast undir handilsvinnuna at finna fleiri og bíligari marknaðir at innflyta vørur frá. Tað tykist, sum at nærum onki kann flytast inn uttanífrá, uttan at tað kemur úr Danmark, og har fáast langt frá altíð teir bestu prísirnir.
Ingolf S. Olsen, valevni fyri Tjóðveldi