Vinn-vinn ella køv-køv

3 January 2008
Skrivað hevur

So hendi tað. Prísurin fyri olju fór mikudagin upp um 100 dollarar fyri tunnuna í keypskálanum í Asia.

Tað er tí sera umráðandi sum skjótast at savna allar kreftir – fiskivinnuna á sjógvi og landi, byggivinnuna, oljuvinnuna, Umhvørvisstovuna, Jarðfeingi, Fiskirannsóknarstovuna, politikarar, myndugleikar – ja øll, sum hava vitan og serfrøði á økinum. At taka nøkur seriøs “her og nú tøk” fyri gera okkara búskap til ein lágorkubúskap.

Okkara vinna er sera oljutung, og fiskivinnan hoknar longu undir høgu oljuprísunum. Hóast oljuprísurin er farin eitt kvink niðuraftur í dag, so eru eingi útlit fyri, at oljan í framtíðini gerst bíligari – tvørturímóti.

Útlendskar stórfyritøkur, eisini fiskakeyparar, eru longu byrjaðar at spyrja eftir skjalprógvi um, at fiskurin er veiddur og framleiddur við so lágari og reinari orku, sum til ber, og hvussu nógv CO2 er latið út í sambandi við vøruna (Sí grein: “Hvat náa vit uppá 2 minuttir?”).

Skapa vinn-vinn støðu
Búskapurin og umhvørvið eru sostatt tvey sera tungtvigandi argument fyri at satsa í stórum uppá reinari og bíligari orku, umframt orkusparandi tøkni og tiltøk. Við at taka hetta í álvara kunnu vit skapa eina vinn-vinn støðu á báðum økjum, í staðin fyri at bæði vinnan og umhvørvið køvast í høgum oljuprísum og dálking.

Bjørt Samuelsen

Meira frá sama høvundi

No items found.