Villleiðandi fólkaatkvøðan við greiðum boðskapi

10 May 2012
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

Fólkaatkvøðan 3. mai varð umrødd sum ein vegleiðandi fólkaatkvøða, men í veruleikanum var talan um eina villleiðandi fólkaatkvøðu. Úrslitið gjørdist hartil ein greið fráboðan til samgonguna um, at hon ikki hevur fólkið aftanfyri førda politikkin.

Fólkið segði nei til fólkaatkvøðu, tí 67,3% valdu IKKI at luttaka
Vit kunnu á løgtingsvalum fegnast um, at valluttøkan í Føroyum er sera høg. Fleiri enn 90% av veljarunum velja at luttaka. Nú fólkaatkvøðan varð útskrivað boðaði landsstýrið frá, at gjørdist luttøkan 50%, so var hetta nøktandi. Helst varð málið sett sera lágt fyri at hetta skuldi røkkast. Úrslitið gjørdist eitt søguliga stórt niðurlag, tí færri enn triði hvør veljari valdi at luttaka – bert 32,7%. Hetta var ein ómetaliga greið fráboðan til samgonguna um, at fólkið ikki ynskti hesa fólkaatkvøðuna. Ein fólkaatkvøða, sum við vilja varð grundað á sera nógvar óvissur og ósvaraðar spurningar, og sum ongin skuldi verða bundin av eftir at úrslitið fyrilá.

Fólkið segði nei til kommununýskipan, bert 11,8% søgdu ja
Tann minnilutin av veljarunum, ið valdi at luttaka, hevði eini greið boð. Fólkið ynskti ikki ta kommununýskipan, ið landsstýrið legði til støðutakan. Í øllum økjum kring landið varð meiriluti ímóti teimum æltanum, ið landsstýrið hevði lagt fyri tey, undantikið vesturi í Vágunum. Har atkvøddi tann kommunan, ið stendur uttanfyri verandi kommunusamstarv ímóti samanlegging, so eisini har varð atkvøtt ímóti kommununýskipan.


Umframt at 67,3% valdu ikki at fara á val, so valdu 19,2% nei og bert 11,8% ja. Hartil vóru óvanliga nógvar ógildugar og blankar atkvøður. Heili 1,8% valdu hesa talandi loysn. Samanumtikið er úrslitið eitt greitt mótmæli móti samgonguni og ætlanum hennara.

Samgongan sigur ja til at leggja eldraøkið út - hóast greiða úrslitið
Nú fólkið hevur talað og sagt nei til ætlanirnar at leggja kommunur saman í størri eindir - m.a. so hesar kunnu umsita størri málsøki - boðar landsstýrið frá, at tey fara hóast alt at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita í 2014. Hetta ljóðar ómetaliga undarligt. Tí uttan mun til, hvat landsstýrið hevur ynskt áðrenn fólkaatkvøðuna, so eigur so greið tala frá fólkinum, at fáa ávirkan og avleiðingar fyri avgerðirnar hjá landsstýrinum. Hví skuldi landið annars fyriskipa eina fólkaatkvøðu ?


Nógv bendir á, at landsstýrið vil renna undan ábyrgd við at trýsta hetta stóra og týðandi málið út til kommunurnar, uttan fyrst at dagføra økið og uttan at kenna, hvør neyðuga framtíðar fíggingin er, ið má fylgja við. Hartil fer hetta at krevja at landsskatturin skal niður og kommunuskatturin upp, og tá hesin seinni er heilt flatur, gerst flatskattaskipanin enn flatari. Nakað, ið hóvar hesi samgonguni avbera væl.

Landsstýrið skal ikki renna undan ábyrgd
Nú má landsstýrið vísa ábyrgd innan eldraøkið og fólkaskúlaøkið. Tað er ikki møguligt at renna undan ábyrgd longur og nýta eftirhondini uppslitnu umberingina: “tá kommunurnar fáa hesi øki at umsita, so verður alt gott”. Landsstýrið má ikki leggja økini til kommurnar áðrenn landið hevur fingið hesi øki fult dagførd og skipað so væl sum møguligt. Tí ikki fyrr enn tá kenna vit eitt nú fíggjarligu og fyrisitingarligu fyritreytirnar, ið hesi øki krevja. Metast kann síðan um: “Hvussu tryggja vit best, at allir føroyingar fáa eina so javnbjóðis og góða tænastu sum møguligt innan eldraøkið og fólkaskúlaøkið – sum ábyrgd hjá landi ella kommunum?”. Hesin spurningur stendur enn ósvaraður og er óviðgjørdur í núverandi Løgtingi.

“Tillukku” og farvæl til flatskattasamgonguna
Veruleikin er, at ongin roynd varð gjørd at fáa breiða politiska semju um ábyrgdarbýtið millum land og kommunur og fíggjarliga býtið áðrenn fólkaatkvøðuna. Als ongin.


Orsøkin er, at samgongan als ikki er samd um eina kommununýskipan, og eru tað samgongutinglimir, ið ikki ynskja hesa. Heldur enn at fráboða hetta, so varð fólkaatkvøða útskrivað á so grunnum grundarlagi, at tryggjað varð, at ongin nýskipan fór at verða framd. “Tillukku” til samgonguna við hesum.

Fyri føroyingar og føroyska samfelagið merkir hetta eitt farvæl til eina kommununýskipan komandi mongu árini, og at sokallaða vegleiðandi fólkaatkvøðan í veruleikanum var villleiðandi.

Søguliga lága valluttøkan og greiða úrslitið var hartil ein sólarklár fráboðan til samgonguna um, at fólkið ikki stendur aftanfyri førda politikkin hjá samgonguni.


Spurningurin er bara nær samgonguleiðarar fara at skilja hetta.

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi