at virka samsvarandi demokratiskum regluverki og siðvenjum, eftir politiska vambakastið í endaspurtinum av fíggjarlógargerðini í heyst, fer undirritaði hervið at heita á formann nevndarinnar, um at hitt mikið umrødda málið, viðvíkjandi MVG-gjaldi av skrásetingargjaldi, verður tikið upp til viðgerðar á næsta fíggjarnevndarfundi, við tí greiða endamáli, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum skjótast gjørligt verður biðin um at koma í samráð um málið.
Danski býarrætturin í Tórshavn hevur felt dóm í málinum. Avgerðin hjá dømandi valdinum er greið, teir sum fóru í sakarmál við almenna myndugleikan, TAKS, vunnu málið. Harvið skal hesin stovnur, sum er politiskt ábyrgdarøki hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, gjalda teimum, ið vunnu sakina, fyri tann fyri- og umsitingarliga órætt framdur er ímóti teimum í mun til galdandi lóg. Tað skal tó viðmerkjast í hesum viðfanginum, at tað enn ikki fyriliggur ein almenn støða, um TAKS ætlar at kæra dómin í Føroya rætti til landsrættin.
Lítið er frætt frá politisku skipanini síðani dómurin varð almennur. Fíggjarmálaráðið roynir at verja seg í tíðindaskrivum og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur verið alt annað enn sannførandi, tær ferðirnar hann hevur úttalað seg alment. Hann hevur greitt boðað frá, at hann ikki ætlar at fylgja dóminum í mun til tey mongu, sum umframt teir ið hvødu ráð og orku til at fara í sakarmál við almenna myndugleikan, hava verið fyri sama órætti, sum teir, ið nú brúka dómin sum bringuprýði í filantropiskum kosmetikki.
Kundi hugsað mær, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, undir teimum treytum sum eru galdandi fyri eitt nevndarsamráð, sigur fíggjarnevndarlimunum, hvussu hann sum ábyrgdarhavari á økinum, ætlar at tryggja, at allir borgarar landsins, í hesum føri tey sum eru í somu støðu, sum teir ið vunnu sakarmálið, standa eins í mun til ein dóm, sum er sagdur í Føroya rætti. Harafturat kundi tað m.a. verið áhugavert at vita, hvussu hann ætlar at viðgera tey mongu, sum hava fregnast hjá TAKS um málið í góðari tíð, og sum heitt varð á um at bíða eftir dóminum, og sum orsaka av hesum grundum eru dottin í fyrningarfelluna. Spurningarnir eru mangir, og tekur ein meiriluti ella øll fíggjarnevndin undir við samráðnum, er tað uppgávan hjá nevndini at áseta hvørjir spurningarnir til landsstýrismannin skulu verða.
Í vónini um at málið fær undirtøku.
Við frændakvøðu
Tórbjørn Jacobsen,
fíggjarnevndarlimur.