Eg veit ikki rættiliga, hvussu eg skal gera hesa átalandi viðmerking uttan at ljóða smáligur – eg var jú ikki ein av teimum, ið var nevndur sum eitt valevni, sum “hevur ein kjans” sambært Sosialinum farna vikuskifti.
Tað, sum eg haldi vera átalu vert er, at tit í Sosialinum hava valt nøkur valevni út, sum tit meta at hava ein kjans til at koma inn á ting. Í fyrstani hugsar ein, at tað mugu fjølmiðlarnir sjálvandi hava rætt til, tí at hetta er ein partur av politiskari viðgerð og analysu hjá blaðfólkunum. Men tað, sum hetta tíverri eisini ger – sum fær meg at halda hetta var betur ógjørt – er at tit promovera nøkur fá útvald, sum fáa ókeypis reklamu í Sosialinum, sum vit ikki útvaldu gjalda nógvar pengar fyri at fáa t.d. við at skriva greinar.
Men tað, sum verri er, er at tit mest sum beinleiðis siga við veljararnar, at teirra atkvøða hevur longst og best lív lagað hjá tykkara útvaldu valevnum, tí tey valevni, ið ikki eru nevnd, koma neyvan inn á ting. Soleiðis hava tit so gott sum avlíva okkara vónir og møguleika at koma á ting – altso vit, sum ikki hoyra til tykkara útvalda skara av valevnum.
Um tit hugsa tykkum um, og ikki hugsa so nógv um hvør hevur skrivað, so síggja tit, at hetta, eg havi skrivað, er rætt og sera óheppi, reint fólkaræðisliga – heldur ikki lúkar hendan a-priori útveljan fair-play grundreglurnar. Hetta er ikki smáligheit, men ein greið og sømilig reaktión upp á eina útveljan hjá Sosialinum av nøkrum valevnum, sum sostatt máar støðið undan eftirstandandi meginpartinum av valevnum. Hetta kann tykjast at vera ein ódámligur háttur at stýra veljara atferðina tann vegin, ein sjálvur, ella Sosialurin, ynskir. Vónandi er tað ikki so.
Vinaliga og við vón um skyn og ábyrgd
Dávid Isfeld
Dávid Isfeld