Verulig framgongd og framtíð

19 October 2011
Skrivað hevur
Meiningar

Nú tá ið vit hava tørv á framburð og virkisfýsni kemur Sambandsflokkurin við tí hugskoti


at tiðna blokkin. Tað er sanniliga afturlítandi stuðulspolitikkur, um nakað er – eg veit ikki um nakað land, sum hyggur aftureftir fyri at førka seg frameftir. Sambandsflokkurin mælur til at fara í blokkstuðuls-dvala, í staðin fyri at fara til arbeiðis. At tiðna blokkin er ráðaloysi. Tað er ikki politikkur. At koma við uppskotum um hvussu vit kunnu menna okkara verandi vinnu og hvussu vit kunnu skapa karmar um nýggja vinnu, tað er politikkur. Fokus á blokkstuðul er ikki realisma, men eskapisma (veruleikaflótti). Dentur á blokkstuðul er úrslit av vantandi hugflogi og ómegd. Veruleikin er, at ein skal skapa sín egna framburð og eydnu. Tað er realisma.

Dávid Isfeld

Dávid Isfeld