Stórveldini í Vesturheiminum løgdu eftir kríggið trýst á danir um at forða fyri føroyskum sjálvræði. Tey (stórveldini) óttaðust, at tað fór at verða verri hjá teimum at seta hernaðarstøðir upp í Føroyum, um tey skuldu samskifta umvegis føroyskar myndugleikar. Og í øðrum lagi vóru teir serstakliga bangnir fyri, um tað skuldi hent, at mótpartur teirra skuldi fáa loyvi at brúka okkara øki til hernaðarlig endamál. So her ráddi um at doyva loysingarrørsluna í Føroyum, og effektivasta amboðið til hetta var at gera okkum bundin av donskum pengum. Ivist í, hvussu vitandi føroyskir myndugleikar hava verið um hetta, um tað mundi tað stóð uppá, og um teir yvirhøvur hava vitað, hvussu vit vóru brúkt í einum stórpolitiskum talvi undir kalda krígnum. Vitanin og skjalprógv um hesi viðurskifti eru øll komin fram, eftir at Norðuratlantsbólkurin tók stig til kanningar um fólkarættin hjá føroyska og grønlendska fólkinum.
• Vit vita, at Føroyar hava og hava havt strategiskan týdning,
• Vit vita eisini, at vit eru blivin brúkt til hernaðarlig endamál ímóti løgtingsins vilja.
• Vit vita, at týðandi upplýsingar fyri føroyska fólkið og landøkið eru duldir fyri føroyskum myndugleikum í hernaðarligum høpi.
• Vit vita eisini, at annað land hevur havt týðandi fíggjarligar fyrimunir av, at land okkara er brúkt í fleiri áratíggju til hernaðarlig endamál
Men øll hendan vitanin sigur ikki, at vit eru ímóti luttøku í verjumálum. Skuldu møguligir spenningar tikið seg upp, har okkara partur av heiminum er annar ella ein av pørtunum, so vita vit, at vit uppá onga tíð eru partur av tí vesturlendsku samgonguni í arbeiðnum at verja okkara øki.
Hendan vitanin um okkara leiklut í áratíggju eftir 2.veraldarbardaga sigur okkum hinvegin, at vit eiga at krevja, at um vit skulu taka lut og verða við í møguligum verjutiltøkum, so skulu vit sanniliga eisini hava innlit og ávirkan og møguligar fyrimunir av okkara luttøku
Táið vit leggja land okkara til verjumál, so skal avgerðin verða okkara og ikki nakað, sum onnur hava smoygt oman yvir okkum.
Danska fólkatalið er 120 ferðir størri enn okkara fólkatal, men hinvegin so er føroyska land og sjóøki tvær til tríggjar ferðir størri enn teirra. Hetta vísir teir fyrimunir, sum londini hava hvør sær. Og eiga vit at samstarva um hetta, - sum javnbjóðis partar!
At Føroyar eru áhugaverdar í altjóða høpi er ikki tí, at her búgva 48 túsund fólk. Hinvegin eru vit áhugaverd, tí, at umframt oyggjarnar er eitt so veldigað stórt havøki, sum telur 279 túsund ferkilometrar - umframt loftrúmið. Tað er hetta, sum ger okkum strategiskt áhugaverd.
Hesa støðu okkara eiga vit at hava ábyrgdina av, innlit í og røkja hana við virðing fyri okkum her búgva, fyri umheiminum, fyri umhvørvinum, fyri friði, verju og mannarættindum.
Tað er soleiðis vit taka við ábyrgd, - tað er soleiðis vit fáa altjóða royndir og innlit og fakligan førleika, - tað er soleiðis vit fáa vaksið um okkara búskap, - tað er soleiðis vit skapa trygd her á landi.
Alternativið er at vit lata okkum brúka sum skotskiva hjá øðrum, at vit lata onnur fáa fíggjarligar fyrimunir uppá okkara kontu uttan, at vit vita nakað sum helst fyrr enn 50 ár aftaná, tá ið tiðarskeiðið er søga og kanningarnar hava verið.
Fleiri valevni lova konstruktivan politikk og positivan dialog, men um hesin ikki hevur krøv og vilja sum útgangsstøði, so eru vit til eina og hvørja tíð hentar finnur í hondunum hjá ørðum. Og tá er politikkurin kanska konstruktivur og positivur, men bara ikki fyri okkum, men fyri hin partin. Eisini á Fólkatingi og eisini tá um verjumál ræður!
Annita á Fríðriksmørk