Vit vita, hvør hevur rikið føroyska húsarhaldið seinastu árini. Teir somu sum hava sitið við valdinum bjóða nú loysnir uppá trupulleikarnar, teir seinastu 8 árini ikki hava megnað at fingið loystar. Tí hevur Føroyar brúk Tjóðveldi.
Vit vita, at allir flokkar vilja, at Føroyar skal vera sjálvstøðugt land, við einum sjálvberandi búskapi. Samstundis verður tað sagt, at biddaraferð í businessklæðum til Danmarkar, er ein grundliggjandi rættur, sum vit eiga at brúka. At biðja danir gjalda fyri okkara skuld, er ein rættur.
Ein maður segði á einum fundi: "hvat er meiri skomm, at koyra skuldina á danir ella okkara komandi ættarlið"? Við øðrum orðum, er tað skomm sama hvat, so hvat bilar tað, um danir bera hana. Tí hevur Føroyar brúk fyri Tjóðveldi.
Vit vilja skapa tryggar karmar og skipa búskapin í eini langtíðarætlan og soleiðis byggja grundarlagið undir at gerast sjálvbjargin. Hetta kemur ikki við at tiðna eina veiting, sama hvat navn hon fær, ella hvørjar orsøkirnar at gera okkum avhenging av henni, skulu sigast at vera. Tí hevur Føroyar brúk fyri Tjóðveldi.
Velur tú tað sama, fært tú tað sama. Hetta er eins sjálvsagt og at siga, at hvørt húsarhald í Føroyum skal hava knívar og gaflar. "Kom til arbeiðis" er eitt slogan. Kundi eins væl verið ein mynd av einum vekjara við sloganinum "kom upp"! Vit vilja upp og vit vilja til arbeiðis. Sjálvandi. Tí hevur Føroyar brúk fyri Tjóðveldi.
Eg fari at heita á tann, sum enn ivast. Tá tú stendur í atkvøðurúminum, er tað bara tú, títt hjarta og tín samvitska. Og - ja - tín atkvøða. Velur tú tað sama, fært tú tað sama. Hjartað veit, hvat tað innast inni trýr og vónar. Høvdið kann gerast ørkymlað. Serliga í døgum sum hesum. Lat ikki ørkymlan avgera tína atkvøðu. Velur tú tað sama, fært tú tað sama.
Tí hevur Føroyar brúk fyri Tjóðveldi.
Petur Pólsson
Valevni Tjóðveldis
Petur Pólsson