Vel nýggja kós og nýggjan politikk

28 October 2011
Skrivað hevur
Kristina Háfoss


Tí okkara samfelag er í einari álvarsamari støðu:
> Stórt hall er á almennu fíggjarlógini
> Høvuðsvinnan er í tungum sjógvi
> Alneyðugar nýskipanir hava staðið í bíðistøðu seinastu mongu árini
> Skattatrýstið er hægri enn nakrantíð
> Fólkaminking stendur fyri framman

Ongantíð áður hevur verið so neyðugt við nýggjum politikki, greiðum málum, breiðum samstarvi og ítøkiligum nýskipanum.

Á hesum økjum er alneyðugt at fremja nýskipanir sum skjótast:
> Fiskivinnunýskipan
> Skattanýskipan
> Pensjónsnýskipan
> Fyrisitingarnýskipan
> Útbúgvingarnýskipan
> Kommununýskipan
> Bústaðarnýskipan
> Nýskipan av okkara vinnu- og búskaparpolitikki

ABC flokkarnir hava roynt seg í 7-8 ár uttan úrslit á hesum týðandi økjum.
Skal eydnast at seta nýggja kós og fremja nýggjan politikk er tí neyðugt við nýggjari politiskari leiðslu.
Einari leiðslu, ið megnar at savna føroyingar um stóru málini fyri framman.


Avgerðin er tín. Leygardagin.

Vel nýggja kós.
Vel nýggjan politikk.
Vel at fáa Føroyar framá - nú !
Tú og E.

Kristina Háfoss
Løgtingsvalevni hjá Tjóðveldi