Vel ein arbeiðara á ting

17 October 2011
Skrivað hevur
Meiningar

Vit hava ein limaskara uppá einar 8000 limir í Arbeiðarafeløgunum, men tað er ikki er so frægt, sum at ein einasti av hesum limum umboðar okkum á tingi. 16% av øllum føroyingum eru limir í okkara feløgum. Flestu limirnir eru í valbarum aldri, so vit áttu av røttum at havt út móti einum fjórðingi av tinglimunum.

Manglandi umboðanin er als ikki nøktandi. Beinleiðis avleiðingin er, at arbeiðarfeløgini skula banka hart á dyrnar hjá flokkunum á tingi, fyri at fáa varpað ljós á síni mál.

Javnaðarflokkurin hevur í mong ár nærmast havt "patent" uppá arbeiðaraklassan her á landi, men tað støðuna hevur flokkurin ikki longur. Sum partur av eini borgarligari samgongu seinastu 8 árini, hevur javnaðarflokkurin slept sínum tilknýti til arbeiðararøsluna.

ABC-samgongan hevur m.a. tyngt tann meiniga føroyingin enn meira við einum sokallaðum skattalætta. Skattalættin tænti ikki tí meiniga føroyinginum petti, heldur tvørtímóti.

Onkrar av hesum c-vitaminum í formi av einum skattalætta, munnu vera umbýttar við heilivág til stimbran av sodningarlagnum niðri á Gamla Apoteki beint áðrenn tær skuldi út til fólkið. Tí tá avtornaði var ongin peningarligur lætti at finna hjá tí meiniga arbeiðaranum.

Javnarflokkurin kemur nú, upp undir løgtingsvalið við lyftum um umfordeiling av skattinum teimum lágløntu til frama. Hettar eru nýggjir tónar, og skula tekkjast veljaranum beint upp undir valið, men eru í beinleiðis andsøgn við teirra framda politikk, øll tey árini tey hava verið við til at stýrt landinum. Tá flokkurin samstundis nærum er giftur við Sambandsflokkinum, so vita vit, at javnaðarflokkurin eftir val mest sannlíkt heldur fram á borgarligu leiðini.

Verandi skattaskipan stimbrar ongan lág- og miðalløntan at taka á seg yvirarbeiði. Tað hevur fingið avleiðingar fyri bæði løntakaran og arbeiðsgevaran. Hetta tí tað setur nógvar arbeiðsgevarar í eina óhepna støðu, tí eykaarbeiði kki kann loysa seg longur.

Skattaskipanin skal endurskoðast, tí tey lág- og miðalløntu hava tað sera trupult, sum støðan er í dag. Og broyting fast ikki við at velja sama flokk, sum hevur sitið í Fíggjarmálaráðnum seinastu fýra árini.

Vel nýtt, vel ein arbeiðara á ting.

Heri Reynheim, valevni til løgtingsvalið