Latið okkum gera Klaksvík til Føroya súkklubý. Sum býráðsvalevni fyri Tjóðveldi, vil eg nýta hetta valstríð høvið til at minna øll á, at Klaksvíkin er ikki so stór sum tit halda, og at veðrið er ikki so ringt sum tit halda. Hetta eigur í sær sjálvur at vera orsøk til, at býráðið byrjar at seta tiltøk í verk fyri at betra um ferðsluviðurskiftini fyri øll okkum, sum velja beinini ella súkkluna frammum bilar.
Klaksvík er ein lutfalsliga nýggjur býur, og tað liggur ómetaliga nógv kostnaðarmikið arbeiði aftanfyri vegirnar, sum knýta allar krókarnar saman. Men eg haldi at vit ofta yvirmeta týdningin av bilferðsluni, sum í dag dominerar býarmyndina. Við fleiri umhugsaðum gøtum, har gonguteigur og súkklubreyt, gerst ein náturligur partur, samstundis sum at vit í ávísum býlingum, seinka ella einsrætta bilferðsluna, kunnu vit skapa ein tryggari og meiri lívligan bý. Hugskotið gevur tí einstaka fjølbroyttari møguleikar at ferðast frá A til B, samstundis sum at býurin gerst hugnligari og meira samansjóvaður.
Samanborið við aðrar bygdir og býir í Føroyum, hevur Klasvíkin við sínum lutfalsliga slætta landslagi, beinu vegunum framvið vágni og tættbygdu býlingunum, sera góðar fortreytir fyri at markera seg sum ein veruliga súkklu vinaligan bý. Rákið í dag, bendir eisini á, at alsamt fleiri síggja fyrimunirnar við at geva bilinum frið fyri at ganga og súkkla meira. Við tíðini er eisini nógv vunnið, ikki einans í peningi, men eisini hvat heilsu viðvíkur. Fleiri fólk til gongu og á súkklum, skapar eisini eina meiri sosiala og nærverandi býarmynd. Harafturat vita øll, at hetta uppá allar mátar er betri fyri umhvørvið.
Á myndini niðanfyri ímynda vit okkum eina potentiella grøna farleið, sum framvið vágni knýtur egningarskúrarnar og Klaksvíksgarðin saman eftir einari hugnaligari gongu- og súkklubreyt. Hevði tú súkklað við einari miðalferð uppá 14 km um tíman, hevði tað einans tikið 7 min at flutt teg frá A til B. Vit eiga at skipa eina líknandi farleið, byggja fleiri og betri sniðgøtir til súkklur og føtur, umframt at syrgja fyri at almennar trappur framyvir ikki verða stoyptar, uttan so at hóskandi brekka til súkklur og barnavognar, eisini er partur av ætlanini.
Ein av høvuðsgrundgevingunum ímóti at skipa býin meira gongu- og súkkluvinarligan, er tað náðileysa og ótespiliga føroyska veðrið. Okkara bilmentan sigst vera eitt úrslit av, at veðrið stóran part av árinum er so mikið vánaligt, at lívið uttandura snýr seg um fetini ímillum úthurðar og bilhurðar. Veruleikin er tíbetur ikki so gráur. Tí ímillum hørðu stormarnar, sum raka árið runt, er okkara veðurlag fínasta slag. Veðurmátingar hjá DMI frá 2014 og 2015 siga at miðalhitin alt árið liggur ímillum 3,5 og 12 hitastig, og umleið 150 dagar um árið fór vindstyrkin ongantíð uppum 10 m/s. Harafturat kann eg nevna at kaldastu vetrarmánaðirnar í Keypmannahavn og New York City, har hundratúsundtals fólk súkkla og ganga hvønn einasta dag, er veðrið ófatiliga nógv kaldari enn í Føroyum.
Okkara bilfikseraða mentan er eitt slag av lívsførslu, sum vit sum býur og fólk lættliga kunnu broyta. Eitt sera gott og virðilig mál hjá einari framskygdari kommunu, er at skipa býarplanlegging og ferðslu soleðis, at tað í framtíðini verður styttri ímillum súkklurnar og longri ímillum bilarnar.
Rasmus S. Biskopstø valevni fyri Tjóðveldi.