Varðveitingarverd øki í Klaksvíkar kommunu

5 November 2012
Skrivað hevur
Óluva Klettskarð

Søga og framburður leiðast
Mítt hjartamál er, at søga og framburður samvirka! Ein søguleysur býur er týdningarleysur, bæði vinnuliga og trivnaðarliga. Hinvegin, so eiga gomul støð og gamlir bygningar ikki at vera til ampa fyri nútíðini, men vera natúrligur partur av framburðinum.

Fortíðini bankar á dyrnar
Tá politikarar taka støðu til skitsur og verkætlanir, bæði nýbygging og útbygging, er spurningurin, hvat skal varðveitast og hvat er onki vert longur. Neyðugt er at fáa fram, hvørjar kringumstøður koma at verða ávirkaðar av einari út- og umbygging. Økið kunnu vera áhugaverd á ymsan hátt. Tað kunnu vera søgulig hús, áhugaverd náttúrufrøðilig økir, siðsøguligur arvur ella annað, og tískil bæði talan um søgulig, siðsøgulig, listfrøðilig ella náttúrufrøðilig viðurskifti, ið verd eru at varðveita ella fara um við skili.

Gamla Klaksvíkin illa varðveidd
At lítið og onki er eftir av gomlum í býnum er átaluvert fyri tey, ið undan okkum fóru. Hundrað ára gomul trø verða enn tikin burtur uttan mun til virði. Tíverri er søgan í stóran mun gloppin okkum av hondum, tí lítið og onki hevur verið gjørt fyri at fremja nýbygging, ið hóskar til tað gamla og upprunaliga. At beina burtur hevur verið aðalhugsjónin, tá talan hevur verið um framburð í Klaksvík.


Bara í okkara tíð harmast vit longu um tey mistøk, okkara ættarlið hevur framt: gamla kirkja, sýslumanshúsini, húsini hjá Fjallheim, húsini hjá Olaf á Stongunum, Kajkioskin, Kommunubrekkan við urtagørðum, gamla dansistovan o.s.fr. Og til ber at halda fram at reksa upp. Og so hinvegin, hvussu nógv vit øll kunnu fegnast, ja landið alt, um handilshúsini úti í Klaksvík, ið hóraðu undan í sjeytiárinum og stendur í dag sum ein perla, eitt virðiligt umboð fyri Klaksvíkina; vit fegnast somuleiðis um gamla skúla, prestagarðin, gomlu politistøðina og handilin hjá Óla Skúl.


Almenn skylda
Tað er skylda okkara at leggja okkum mistøkini í geyma, gleðast um tað, sum hepnast er, og so er at halda fram við virkinum at siga okkara søgu og varðveita tíðarlummar av týdningi umboðandi tey ymsu tíggjuárini. Eitt áhaldandi starv, ið eigur at dagførast og tillagast samtíðini, tí hvør tíð lesur sína fortíð og samtíð av nýggjum. Vit læna bert býin í ávísa tíð, sum vit so lata eftirkomarum okkara. Tí er skylda okkara at skipa so fyri, at eftirtíðin eisini fær ein áhugaverdan bý. Vit mugu alla tíðina meta um, hvørji bygningsverk eiga at standa eftir frá teimum ymsu tíðarskeiðini, hesin býurin hevur livað. Vit skulu fortelja søguna í gjøgnum miðvísa varðveitingarætlan.


Byggja brýr í millum gamalt og nýtt
Tískil reisti eg málið at fáa mannað ein bólk við kønum fólki at arbeiða við hesum máli, so politikarar hava skilagott útgangsstøði at taka støðu útfrá. Tað eydnaðist at fáa arbeiðið at dagføra Listan yvir varðveitingar av bygningum og støðum í Klaksvíkar kommunu til veruleika. Umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu hevur styrkt seg við kønum fólki innan byggilist, list, søgu og lívfrøði til hetta drúgva arbeiðið.


Og nú er ætlanin um at vera liðug, listin er dagførdur, og søgan er ikki ein forðing fyri ætlanum, men ein varði at byggja á! Fortíðin órógvar ikki longur, hon samvirkar til betri loysnir.


Óluva Klettskarð, tryggjar at fortíð, nútíð og framtíð samvirka!