Vandamikil loftingarpolitikkur

8 November 2008
Skrivað hevur

Álit frá Vinnunevndini í løgtingsmáli 33/2008 - uppskot til Løgtingslóg um at seta pengar í P/F Smyril Line.

Ein minniluti í nevndini (Bjørt Samuelsen) hevur hesar viðmerkingar:

Landstýrið hevur lagt fyri Løgtingið eitt uppskot um at bjarga partafelagnum Smyril Line, við at fara inn og tekna partapening fyri 30 milliónir krónur.

Málið er sera prinsipielt. Vit tosa um, at landið fer inn og gerst stórpartaeigari í einari privatari ferðamanna- og flutningsfyritøku. Vit tosa um, at landið fer inn í beinleiðis kapping við verandi flutningsfeløg. Vit tosa um, at landið fer inn og gerst so stórur partaeigari, at landið so avgjørt ikki kann sita hendur í favn, um trupulleikar aftur eru um stutta tíð.

At tað almenna soleiðis fer inn og bjargar einum privatum partafelagi, sum er í fíggjarligum trupulleikum, er ein gongd, sum roynt hevur verið at komið burtur frá.

Hetta brýtur við nógv prinsipp. Hetta sendir eitt sera óheppið signal út til vinnulívið, og minnir hetta óunniliga nógv um ta almennu uppíblandan, sum áttatiárini vóru kendu fyri.

At farleiðin millum Føroyar og umheimin er ótrúliga týdningarmikil ivast ongin í.

Men minnilutin heldur tað vera rætt, at ferðafólkaflutningurin og farmaflutningurin á hesi farleið eru á privatum hondum, um grundarlag er fyri tí.

Leiðslan í partafelagnum hevur roynt at sannført politikararnar um, at felagið væl kann bera seg fíggjarliga, og átti tað at verið góð grundgeving fyri, at farleiðin kann bera seg uttan almenna uppíblandan.

At tað almenna óneyðugt leggur seg út í vinnulívið, kann fáa álvarligar fylgjur fyri framtíðina hjá privata fyritakseminum í Føroyum. Landsstýrið sendir við hesum eitt greitt signal til vinnulívið um, at tað ikki er so vandamikið at gera váðamiklar íløgur – tað almenna skal nokk taka um endan.

Ad hoc avgerðir

Undir nevndarviðgerðini kom fram, at landsstýrið ikki hevur gjørt sær greitt, hvørt hetta fordømið eisini skal galda fyri aðrar fyritøkur, sum koma í somu støðu. Ei heldur hevur landsstýrið greitt frá, hví tað heldur, at hendan farleiðin skal vera á almennum hondum. Heldur tykist fremsta endamálið vera at lofta einum privatum felagið, sum er í fíggjarligum trupulleikum.

Eigur landið at reka vinnufyritøkur?

Í einstøkum føri kann tað vera rætt at landið tryggjar eina farleið. Men, ein avgerð um at landið tekur sjóvegisflutning undir sítt veingjabreiði, sum ein partur av almenna infrakervinum, er ein stór avgerð at taka, og kann á ongan hátt verða gjørd út ífrá fíggjarligu støðuni hjá einum privatum partafelagið – sum gjørt verður í hesum føri.

Tað er als einki sum bendir á, at grundarlag ikki er fyri, at privat kunnu reka sjóvegis farleiðina millum Føroyar og útheimin. Tronga fíggjarstøðan hjá Smyril Line hevur í stóran mun sín uppruna í einari íløgu, ið ikki ber seg. Tað kann á ongan hátt vera ein almenn uppgáva at bjarga feløgum, sum hava gjørt skeivar ella ov dýrar íløgur, og tí ikki megna at fáa rakstur í felagið.

Verður rutan varðveitt við hesi ætlan landsstýrisins?

Tað metir minnilutin vera sera ivasamt. Felagið hevur sera tunga lánsbyrðu at dragast við, eisini eftir umleggingina. Sum minnilutin skilir, er eingin óheft risikometing gjørd av nýggju ætlanini hjá felagnum, og tí er sera trupult at vita, umtalan er um eina eingangs íløgu, ella um hetta bert er fyrsta umfar av fleiri, har felagið kemur til landið eftir pengum. Í øllum føri er vist, at tá landið er farið inn sum ein høvuðspartaeigari, situr landið eisini við einari høvuðsábyrgd, um so er, at felagið aftur kemur í fíggjarligar trupuleikar. Og tá kann ein ikki á nakran hátt rokna við, at privatir íleggjarar taka um endan.

Verandi privatir íleggjararnir í Smyril Line hava greitt boðað frá, at teir ikki vilja seta fleiri pengar í felagið. Av teimum 66 milliónunum, ið ætlanin er at seta í, koma bert 10 milliónir frá Juniorsamtakinum, sum hevur 2. veðrætt í felagnum. Tað kann undra, at privatu íleggjararnir hava so lítlan áhuga at seta meira pening í felagið, um talan er um eina burðadygga ætlan.

Allir privatir møguleikar ikki troyttir

Á nevndarfundinum kom greitt fram, at allir møguleikar fyri at varðveita felagið á privatum hondum ikki eru troyttir. Kappingarneytar førdu fram, at tey eru áhugaði í bæði einum møguligum samstarvi og at keypa dekskappasitet á Norrønu. Feløgini hava ikki fingið hetta tilboð í samband við umleggingina. Sum skilst er alivinnan heldur ikki vorðin spurd, um hon vil seta pengar í felagið.

Hetta hóast hon má metast at vera ein av teimum vinnunum, sum hevur størstan áhuga í at varðveita rutuna, og sum má metast at vera figgjarliga væl fyri.

Vinnan og ráðgevar mæla frá

Ein stórur meiriluti av teimum, sum vinnunevndin kallaði til hoyringar, mæla staðiliga frá at landsstýrið fer inn og bjargar Smyril Line. Millum hesi eru Vinnuhúsið, Havbúnaðarfelagið og fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum, eins og Búskaparráðið í skrivligari frágreiðing eisini staðiliga mælir frá. Umboðið fyri Samtak vísti á, at millum fakfeløgini vóru eisini fleiri, sum mæla frá og onnur sum eru ivasom, meðan einstøk mæla til.

Felags fyri hesi omanfyrinevndu er, at tey eftirlýsa eina munandi betri upplýsing og gjøllari viðgerð av einum so prinsipiellum máli.

Samanumtikið metir minnilutin, at landsstýrið við hesum fer inn á ein vandamiklan

loftingarpolitikk, sum uttan iva skapar fordømi. Eftir hetta verður sera torført hjá landsstýrinum at grundgeva fyri hví aðrar privatar fyritøkur, sum hava sentralan leiklut í samfelagnum, ikki eisini skulu loftast, koma tær í gjaldføristrupulleikar.

Hesin minnilutin tekur sostatt ikki undir við málinum, og mælir við hesum Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Restina av álitinum frá vinnunevndini og skjølini til nevndarviðgerðina eru at finna á heimasíðu Løgtingsins:

http://www.logting.fo/casenormal/viewCommitteeState.gebs?menuChanged=16&type=4&committeeId=0&caseNormal.id=265&caseState.id=1595

Meira frá sama høvundi

No items found.