Mær dámar tað als ikki. At vera partur av hesum hysteriska valdansi, har tað tykist snúgva seg um at futta mest møguligt av fyri at vinna sær valdið. Hangi eisini sjálv og bjóði meg fram á mongum steyra, horni og garagu. Tað gevur mær eitt sindur av kvalma.
Mong arbeiðspláss hava í dag fingið lagkøkur afturvið kaffi – millum annað frá einum av fremstu valevnunum hjá Javnaðarflokkinum, ið tykist hava skift appelsinirnar um við kaloriutyngri tilfar.
Eg kann ikki lata vera við at rokna uppá hvat alt hetta sirkusið kostar. Valtilfar, hundadýrar films- og sjónvarpslýsingar, og blaðlýsingar í hópatali (bert ein einkult ½ síða í litum í einum blaði kostar 5000 kr). Og so tey einstøku valevnini, har nøkur fá heilt skilliga nýta fleiri 100 túsund krónur úr egnum lumma til valstríðið, og eitt nú til egnar avísir - og so eisini rómakøkur til fólkið.
Hvussu nógvir stakir uppihaldarar – mammur og pápar, ið royna at toyggja hvørja krónu – høvdu ikki kunnað lívbjargað sær fyri hesar pengar í eitt longri tíðarskeið? Hvussu langt høvdu hesir pengar ikki rokkið hjá verkamanninum ella tímaløntu flakakvinnuni?
Tað er sera áhugavert, at tað er sjálvur Javnaðarflokkurin, ið gongur á odda í hesum markleysa valpengasirkusi! Ikki tí, vit eiga øll okkara part av shownum.
Reklamufyritøkurnar og bløðini hava longu forvunnið milliónir uppá valstríðið. Bakararnir hava nú eisini fingið sítt (teimum væl unt).
Skuldi veruliga ynskt at flokkarnir allir sum ein til næsta val gera eina avtalu um, at tað er flokkurin, sum koyrir alt valstríðið, og at tað verða settar greiðar etiskar reglur fyri hvat er fyri mark og hvat ikki er í einum valstríði. Eingin eigur at kunna keypa sær valdið!
Sorry, men lagkøkur á hvørt arbeiðspláss dagin fyri valið – ella fyri tann sakir skyld dunnur, karamellur ella krov – tað gevur mær altso ógvusligan kvalma. Vóni og vænti, at tey, sum eta slíkan mutri-mat, eisini fáa vaml.