Vælferðin á pappírinum

17 January 2008
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Javnaðarflokkurin verjir seg við, at landsstýrismaðurin hevur verið so framúr arbeiðssamur. Jú, sanniliga hevur landsstýrismaðurin verið arbeiðssamur: hann hevur flutt ein skúla úr Vági til Hovs, hann hevur blandað seg uppí eina starvssetan á Tvøroyri, hann hevur lovað stovnar til sálarsjúk í Havn og sinnisveik í Vági, hann hevur sett stovnar á stovn uttan nakað virksemi, fólk hava fingið løn uttan at verið til arbeiðis, hann hevur lovað okkum eina nýggja pensjónsskipan, ein íbúðarpakka, barnagjald til einsmallar uppihaldarar o.s.fr.

Og samstundis hevur landsstýrismaðurin verið sera virkin at mótarbeitt uppskotum frá Tjóðveldinum um gjald til einsamallar uppihaldarar, um gjald til fyritíðarpensjonistar og bústaðir til menningartarnað, og vóruð øll hesi lidnu uppskot feld av samgonguni, tí landsstýrismaðurin lovaði at koma við sínum.

Men onki vit fingu. Og her er umberingin hjá Javnaðarflokkinum, at onki varð avgreitt, tí valið varð útskrivað, til... ja, útskrivað til tíðina.

Og nú tíðin er úti, er støðan so ótolandi á landssjúkrahúsinum, at sjúkrarøktarfrøðingarnir gera uppreistur, bústovnaðarnir hjá teimum menningartarnaðu hava stórar trupulleikar uttan nakra hjálp, skúlin á Trøðni hevur stórar trupulleikar, tey sálarsjúku búgva framvegis í ótolandi umstøðum, fyritíðarpensjonistar fingu onga hjálp hetta skeiðið og einsamallir uppihaldarar heldur onki.


Í staðin fyri at lova gull og grønar skógir arbeiðir Tjóðveldi við ítøkiligum broytingum og batum fyri teir veikastu bólkarnar í samfelagnum, bæði tá ið talan er um stakar uppihaldarar, fyritíðarpensjónistar, fólk við breki, sálarsjúk og ung við sálartrupulleikum. Nú mugu vit fara til verka. Ikki bara á pappírinum og í fjølmiðlunum, men í veruleikanum.

Annita á Fríðriksmørk,

www.tjodveldi.fo/annita