Stundin er komin til at gera status, og at vega rásir úr samfelagsligu undantaksstøðuni, sum ABC-samgongan hevur drassað tjóðina út í. Táið hetta skapilsi varð formað, kundi ongin vita, hvussu vignaðurin bleiv. Ein prototýpa í heimastýris-stjórnan varð sjósett, og tvær politiskar transplantatiónir vóru neyðugar, fyri at alt skuldi ganga upp í eina hægri eind í undirbrotligheitini. Sambandska viljaloysi hevur ongantíð verið durkdrivnari, og tí mátti eitt superborgarligt hjarta transplanterast inn í Javnaðarflokkin og tørvur var ikki á einum stórvegis kirurgiskum inntrivi fyri at reka Fólkaflokkin í rættina, har áhugamálini hjá hinum danska imperium standa ovast á øllum breddum. Motorur var ongin, í mun til ætlaninar árini frammanundan, har føroyski staturin var portalurin, sum miðað varð eftir, nú flotaðu teir heldur huga, hugsjónar, – og viljaloysi. Kósin var eirindaleysur neokapitalistiskur sambandspolitikkur. Nú liggja allir kordelarnir marvaðir av, tærdir innanífrá, og sjónligt slit sæst á hjartatáttinum. Ongin veit hví hetta høvuðleysa regime verður sitandi, men orsøkin kann bara vera, at teir ræðast fólksins dóm, sum nú er farin at endurspeglast í veljarakanningum. Transplantatiónirnar hava skapt samleikakreppur í Javnaði og Fólkaflokki, og Sambandsflokkurin liggur har, sum hann altíð hevur ligið, fyri íla onkustaðni á kanalunum í Keypmannahavn.
Fullveldislandsstýrið tók yvir málsræði fyri 366 millónir pro anno. Læsti dýrtíðargerðina á trælafænum og akkumuleraði tey seks árini frá 1998 til 2004 2,7 milliardir krónur í yvirskoti á landsins finansum, samstundis sum kapitalkostnaður varð goldin fyri ádrignu skuldina frá kreppuni miklu fyrst í nítiárunum. Óneyðugt skuldi verið at sagt, at Tjóðveldisflokkurin hevði ábyrgdina av fíggjar- og búskaparmálum landsins hesi árini. Síðani gjørdu búskaparligu pýromanarnir sína entré á politiska leikpallinum. Við Bárði Nielsen í broddi fylkingar, stúgvaður av ideologiskt, av reaganistinum og thatcheristinum Óla Breckmann, og Jóannesi Eidesgaard sum totalt viljaleysum galliónsfiguri, fór ABC-skrímslið um Føroyar. Íligið av neoliberalum laka úr Chikago. Kampurin um Republikkina varð svikin og á fyrsta sinni skuldi ein koloni royna ósolidarisku neoliberalu leiðina við Friedrich A. Hayek og Milton Friedman sum hugsjónarligum vegarum.
Úrslitið sløk sjey ár seinri er undantaksstøða í landinum. Tað byrjaði við skattalættunum til tey vælbjargaðu, sum nú standa á lopi til at ræna ognirnar frá teimum, sum av ymsum orsøkum standa við skegginum í postkassanum hjá Eik-banka. Helmingurin av vinnuføru føroyingunum eru farnir mentalt í baklás, sum falleraðir aktionerar í eini ballón, ið sprongdist í stumpar og stykkir fyri viku síðani. Hetta var ein facet í nýggja politikkinum, partaeigarasamfelagið, hartvunnu frívirðini í sethúsum hjá vanligum lønmóttakarum vóru konverterað út á glógvandi pappír í keypsskálunum í Reykjavík og í Keypmannahavn, snákaðu provisiónsløntu ráðgevararnir vóru góðir í ávikum, og meðan fólkið lat seg tøla av flippum sum vindskeiðir og marglittum slipsum sum breiðfokkir vórðu lógirnar broyttar í óðum verkum, fyri at ferðin skuldi økjast á neoliberalu kringekjuni, samstundis sum kassin, ið skuldi taka sær av samhaldsfasta samfelagnum, landskassin, varð undirgrivin í so ríkiligt mát, at ABC-samgongan hesi árini hevur akkumulerað eitt størri hall tilsamans enn yvirskotið árini frá 1998 til og við 2003. Slakar tvær milliardir krónur fingu teir fyri 2/3 og 1/3 av ávikavíst Føroya Banka og Atlantsflogi, og farvegurin sæst ikki eftir hesum peningi í dag, alt er etið upp í tamarhaldsleysu nýtsluveitsluni, ið verið hevur, hesi árini. Ballið er buið og løgtingsfíggjarlógaruppskotið fyri 2011 er skjalprógvið um, at ABC-eksperimentið endaliga hevur spælt fallit. Niðurbræðingin av føroyska vælferðarsamfelagnum byrjar nú veruliga, um ikki eitt politiskt paradigmuskifti fæst í lag beinanvegin.
Í vár eydnaðist tað fíggjarnevndini av órannsakiligum orsøkum at gera eina semju um, hvussu fíggjarligu karmarnir skuldu verða í fíggjarárinum, sum nú stendur fyri durum. Toganin var øgilig, og tað kann nú vera, at nýggja meginásin, millum pólarnar í nationalpolitiska spektrinum, og eitt turt tjógv av Bratnarók á Blankskála, gjørdu munin. Táið komið var til evsta mark fyri framløgu av áliti, fekk fíggjarnevndarformaðurin semjuna, sum var gjørd náttina fyri, serveraða sum eitt fait accompli. Eftir at hava konsulterað hinar radikalu sjálvstýrararnar, varð hann við ringum tannabiti sjúgvaður inn aftur í fundarhølið, har hann kíkaði øllum. Seinri spældi hann ósmæðin hetjurolluna sum semjusmiðurin, og teir indiffirentu fjølmiðlarnir løgdu ikki í at vita, at sorópti sterki maðurin av Viðareiði var bukaður so dyggiliga uppá pláss. Hansara Sancho Panza úr Miðflokkinum fekk somu lagnu hendan morgunin, táið tað veruliga galt, at fáa nýggju játtanarskipanina í sítt rætta politiska element.
Samtyktin um karmarnar er ikki ein semja um hvør politikkurin verður, ið skal rekast í 2011 og frameftir. Hon er semjan um hvussu nógv fæ landskassin skal hava frá landsins borgarum, og hvussu nógv ið skal renna úr honum aftur í umfordeilingini av landsins virðum. Bæði í rakstri og løgum. 28 av 28 møttum tingmonnum atkvøddu hin 11. mai í ár kl. 19:25 fyri álitinum hjá fíggjarnevndini, har peningurin er markaður til tey ymsu ráðini. Haðani var tað uppgávan hjá landsstýrisfólkunum at fylla politikk inn í karmarnar. Tað hevur gingið sum Harra Guð veit og altvaldandi politiskt ráða- og fantasiloysi hevur forplantað seg yvir í ein ekstremt óhvassan líggja á einum hurrandi grasvallarkutara. Veruliga niðurbræðingin av vælferðarsamfelagnum byrjar nú, og hóast eitt óvanligt vakstrarboom í búskapinum hesi seinastu árini, er ongin peningur til at taka. Alt er ofrað á altarinum fyri samhaldsfestinum ímillum tríggjar flokkar, sum umsíðir eru smeltaðir saman í eina fylking, ið stríðist ein støðugan bardaga fyri imperialistisku donsku áhugamálunum í Føroyum. Glantrileikurin um stjórnarskipanaruppskotið er besta dømi um tað. Ein ósjálvberandi búskapur, fíggjarligi dreparasnigulin úr Keypmannahavn ítaldur, lænir seg nú stein av steini fram í armóðina. Og ongin hugsjónarligur máttur tykist vera í samgonguni, sum kann snara hesi gongdini frá búskaparligum undirgangi.
Lítið kynstur skal til fyri at leggja fram eitt skjal sum hetta. Primitiv framskriving, og táið tað ikki røkkur, verður farið inn á vital økir, sum eru berandi í fatanini um eitt samfelag har solidaritetur og framsøkni eru gandaorðini. Neyðugu ábøturnar – reformarnir – ið skuldu byrgja upp fyri, at samfelagið nú verður skrætt sundur, eru ikki eksisterandi. Ráðharrin í almannamálum virkar sum eitt mekaniskt taxametur, ið er farið at spola øvuta vegin. Sosialpolitikkur er ikki til yvirhøvur, og sum skilið nú er vorðið, er frægasta loysnin, at Almannaráðið verður lagt undir Fíggjarmálaráðið. Rósa agerar undir øllum umstøðum ikki øðrvísi enn ein veðurhani, sum flytir seg alt eftir og nær ið ósosialu spariboðini koma úr gomlu spekulatiónsborgini úti á Argjum. Mentamálaráðið er ikki mætari fyri. Reiðrið, sum skuldi verið flógva rúmið hjá teimum, ið skapa dýrgripir úr tjóðarinnar djúpu námum, og teimum sum skulu arva samfelagi, er herja av einum ísakøldum gjóstri, serveraður við einum mekaniskum elastiskum smíli. Her eru ongi fyrilit fyri sjálvum fundamentinum. Tjóðarbyggingin, sum stóð í besta blóma fyri fáum árum síðani, stendur undir einum bakkasti fyri og øðrum eftir sum dagarnir ganga. Heiðurin verður tikin frá skøldunum, stuðulin frá næmingunum og almenni meginmiðilin, Kringvarp Føroya, er nú í so tungum sjógvi, so kringsettur av donskum tjóðarbyggjarum, at sást farvegurin ikki framvegis av nøkrum fáum tjóðarbyggjandi eldsálum í hesum gamla meginbuli í mentan og skapan, so var einasti farbari vegurin, at laða upp í dyrnar á stovninum.
Einasta veruliga broytingin, sum hend er í framskrivingarskógini, er ætlanin um at dýrka bunkringarnar hjá føroyskum skipum og síðani eykaskatturin, sum nú verður álagdur nøkrum fáum serliga útvaldum partafeløgum í landinum, borðreitt undir villleiðandi heitinum tilfeingisgjald. Hetta er ein roynd at endurføða sovjetiska vaðskítaelementið í vinnulívinum. Tey, sum hava megnað at rationalisera, optimera og profittmaximera samsvarandi vanligum marknaðartreytum, verða nú revsað fyri sín dugnaskap og hetta skal frameftir verður erstatningurin fyri, at onki, absolut onki, verður gjørt við veruligu trupulleikarnar í vinnuni. Alneyðugu reformarnir lata bíða eftir sær, tí semja ikki fæst um annað enn hesa skinnmaøvruna, og partar av vinnuna lata seg tøla av hesum, tí hetta verður mett at vera frægari enn tað verra. Trupulleikin er bara, at hetta skiftið er byrjanin til ein óendaligan spiral, har embætisverkið og veikir politikkarar í framtíðini fara at sita innanfyri bøgarðarnar í Havn og snara tilfeingisskatta-sjuntinum, alt eftir hvussu stórur tørvurin verður á fæi á inntøkusíðu landskassans. Hetta verður gjørt administrativt uttan at hædd verður tikin fyri marknaðarviðurskiftunum yvirhøvur.
Tað er óskiljandi fyri tey flestu, at Fólkaflokkurin installerar hendan sjuntin í almenna rúminum, sum inkorporerar vinnuna í eini kringekju, sum heilt víst gerst tamarhaldsleys, tí ongin máttur fer at stjórna henni annar enn pamparaveldið í høvuðsborgini. Okkara alternativ til hendan vinnuliga gallskapin er Tilfeingisbúðin, har útróðrarmenn, fiskimenn og reiðarar sjálvir áseta kostnaðin fyri fólksins ognir, tilfeingi, alt eftir hvussu marknaðurin er frá degi til dags.
Týdningarmesta øki í politisku skipanini liggur í stjórnarloysi, fiskivinnupolitikkur er ongin, ella rættari, anarkiið hevur suspenderað tað skilið, sum var frammanundan. Skotið hevur verið hendan og handan vegin eftir útgerðarmonnum, serliga í makrelveiðuni, men trupulleikin er umsitingarliga handfaringin av landsins lógum. Loyvisskipanin og umsetiligheitin, sum eru berandi súlurnar undir lógini um vinnuligan fiskiskap, og sum skuldu virka fyri sjálvberandi rakstrarverdugum eindum í vinnuni, hava fingið eitt rættiligt skot fyri bógvin, tí sum ein aktørur á vinnudegnum, kendur úr uppisjóvarvinnuni, mælti fyri munni: “Vilt tú yvirliva í fiskivinnuni kenn so nummarið hjá Jacobi.” Niðurstøðan úr hesum er, at fartelefonin hjá Vestergaard hevur avloyst lógina um vinnuligan fiskiskap, sum stjórnandi í føroyskum fiskivinnupolitikki. Hetta er neyvan tikið úr leysum lofti, heldur av beiskum royndum, í eini verð, har dugnaskapur átti at rátt heldur enn tilvildarligt partapolitiskt samband og samskifti við ein politist í farloyvi - av Økrum.
At landsstýrisfólkini ganga sum agaleysir hundar í kring, man í mestan mun komast av fullkomna stjórnarloysinum ytst á Tinganesi. Loðhvølpurin hjá Løkke skilir onki, veit onki og vil onki. Meðan undantaksstøða valdar í landinum, sum hann ikki skilir tíansheldur dugir at takla, brúkar hann dagarnar á rásunum til at lummafilosofera yvir hvussu politiska skipanin í Føroyum skal laðast niður. Tað lættari gerst fullkomna implementeringin av Føroyum í danska ríkið, sum byrjaði so smátt, táið hetta vanlukkuliga ABC-konglomeratið slapp fram at heimastýrisvaldinum í 2004. Einastu vøddarnir, ið nú standa spentir, eru búkvøddarnir, sum hava verið í serligari venjing, síðani skandaløsa tíðindafundin í Skagen, har løgmaður viljaleysur lá fram eftir rommum og so vanvirðisliga eyðmýkti eina heila tjóð við síni út um alt mark infantilu atferð.
Finnbogi Ísakson, sáli, ein tann royndasti politikkarin í Føroyum nakrantíð, segði okkum í 1998, at eitt meginstavnhald í gerandispolitikkinum var at halda gjørdar avtalur, treytaleyst at vera loyalur mótvegis gjørdum politiskum semjum, og so legði hann afturat, at tað gjørdi onki um man var eitt lítið sindur snildur í prosessini ávegis í semjuna. Hetta er grundarlagið, annars ber onki til, tí tað finst ongin annar berandi bulur í skipanini enn álitið, sum frá tíð til aðra skal standa ella falla ímillum flokkar, menn og kvinnur.
Vit gjørdu eina politiska semju um karmarnar í fíggjarnevndini, til endans vóru vit øll um hana, og øll tingmanningin tók undir við henni. Nú skuldi álitið standa sína roynd. Landsstýrisins var uppgávan, og fíggjarmálaráðharrin rakk ikki, táið tað galt.
Politiska/moralska kodexið helt ikki fyri freistingini, at stinga karmasemjuna niður. Havrannsóknarskipið nýggja, sum umvegis Fiskimálaráðið hevði fingið tillutað 25 millónir krónur í løgukarminum var brádliga dragnað við 20 milliónum, og eftir stendur súmbolska upphæddin á 5 milliónir, ið sjálvandi skal brúkast at sjussa við í eykajáttanarlógum fram ígjøgnum árið 2011. Fólkaflokshjartað í sosialdemokratiska oddvitanum man hava snávað í eini veikari løtu, soleiðis, at alneyðuga rannsóknarskipið endaði norðuri á Viðareiðisvegnum. Og álitið var fokið sum døgg fyri sól. Vónandi fær fíggjarnevndin hesi viðurskifti í rætt lag aftur, annars liggur alt tvørpolitiskt samstarv í tungum sjógvi frameftir. Og tað hevði verið spell, tí tørvur kann vera á tí í truplum tíðum, sum nú, táið tað brýtur um búskaparligu æsingarnar.
Royndirnar eru ringar. Semjan, um at realiseraða fæið frá søluni av Føroya Banka skuldi goymast í einum búskapargrunni, helt ikki. Grunnurin kom ongantíð og peningurin, 1,8 milliardir krónur eru farnar fyri mutur og skutur. Avtalurnar í CHE-samgonguni megnaði Javnaðurin heldur ikki at halda, og nú framprovokerar Jóannes Eidesgaard eitt samstarvsbrot í fíggjarnevndini, har loyaliteturin hjá samgongulimunum, mótvegis gjørdum avtalum, skal standa sína roynd í døgunum fram til nýggjárs.
Ímeðan apatiin áhaldandi seyrar úr stjórnarvaldinum út í samfelagsins ytstu krókar, viðgerð løgtingið eina at kalla politikkleysa fíggjarlóg. Fíggjarmálaráðharrin knýtir knúgvarnar um einasta tundurpetti í sævarmálanum, sum er tilfeingisskatturin, rakaður so hissini út úr fáum positivum roknskapum. Hetta munar tó lítið andvegis undantaksstøðuni landið er í. Mest orsakað av politiskari vanstýring og einum glamourøsum bankapolitikki, sum brast fyri eygum okkara hendan lagnudagin, táið orðini hjá gamla heimspekinginum Karl Marx enn einaferð vóru prógvað, at táið tað loysnar ímillum framleiðslu og virðir, táið pappírini í keypsskálunum fara at liva sítt egna lív, tá brestur fyrr ella seinri.
Landsstýrisins var uppgávan, at fylla ásettu karmarnar við politikki, og tað eydnaðist í ongan mun. Umbótanir verða ikki framdar í einum valárið, í hvussu er ikki av teimum, sum hava gingið á odda í kreppudansinum, tí er einasti útvegurin burturúr máttloysinum, at val verður skrivað út, sum gevur fólkinum høvið til at fella neyðuga dómin fram til eitt politiskt siðaskifti, sum er átrokandi, skal tjóðin koma sær undan ringasta fíggjar- og búskaparliga uppganginum. Alternativið eigur, í mun til núverandi trælalyndið, at byggja á sjálvsálit, skil, eggjan, vilja til umbótanar og framsøkn og ikki minst eigur meginstavnhaldið at vera ein karmur um tjóðina, sum heldur, eisini táið harðast leikar á. Nóg ofta er tað eftirhondini prógvað, at tað finst onki alternativ til hin føroyska statin, Republikkina.
Hendan fíggjarlógin er ikki annað enn ein vaðskítalóg, eitt sjódrigið arvaskjal, testamenti, sum syndrar heldur enn savnar, sum oyðir heldur enn at byggja upp og sum er enn eitt fet á leiðini til eitt kollaps í danska heimastýrinum Føroyar.
Tórbjørn Jacobsen