Løgtingsformaðurin,
att. Hergeir Nielsen,
Tinghúsvegur 1-3.,
FO-100 Tórshavn.
Fram ímóti miðnátt í gjárkvøldið varð eg uppringdur av einum manni, sum segði, at høvuðstíðindini í “Norðlýsinum” allan dagin høvdu verið, at Løgtingið hevði rindað eina Danmarkarferð fyri meg. Hetta kveikti av góðum grundum áhuga, og satt at siga gjørdist eg ikki sørt kløkkur, táið eg sá, at ein av kantórdámum tínum, ein gemenur funktionerur, ið rópar seg Súsanna Danielsen, er farin til “Norðlýsið” við einari breiðsíðu, einum frontalum álopi, á ein virkandi løgtingspolitikkara.
Hetta er ein løgin støða. Mikið rok stendst av, hvørja ferð ein politikkari dittar sær í alra minsta mun at havast at starvsfólki í almennu umsitingini, men í hesum førinum er tað ein fyrisitingarligur undirsáttur hjá tær, sum rættiliga hevur fløkt seg uppí ta politisku skipanina. Sjálvur havi eg aldri sæð makan til frekleika og ófólkaligheit og brot á allar siðvenjur, og letur tú hetta ganga meira enn einaferð, so skal tú rokna við, at ríðin av karaktermorðum á óynsktar og ikki samsintar politikkarar fer at taka dik á seg frá norðara endanum á ovastu hædd í gamla Telefonhúsinum í høvuðsstaðnum.
Um hon sjálv løðir, ella um onkur annar hjálpir henni at stoypa kúlurnar, veit eg ikki. Gitast kann um tað, og eg haldi meg síggja ein tráð í bløðunum hesa vikuna, sum leiðir til mannin handan maskuna. Maskuspæl er jú vorðið so modernað, serliga ímillum menn, sum kunnu fáa sjaldsom herðindi av keðiligum arvi.
Annars er upprunin til hesa greinina ein ferð til Danmarkar hjá Løgtingsins Uttanlandsnevnd. Sjálvur eri eg ikki limur í hesi nevnd, men varalimur. Sum skilst var endamálið við ferðini, at nevndin skuldi hitta Føroyanevndina hjá Fólkatinginum. Edmund Joensen og Høgni Hoydal, sum sita í báðum hesum nevndum, kundu ikki fara til Danmarkar fyri at hitta og tosa við seg sjálvar, tí var fyri fleiri mánaðum síðani spurt, um eykamenninir skuldu við ístaðin. Hesum man vera játtað fyri, tí er verandi støða íkomin.
Hósdagin í seinastu viku skuldi nevndin eftir ætlan fara á flog. Ein sólarring frammanundan – 17. november 2010 kl. 09:03 – spurdi eg í telduposti Løgtingsskrivstovuna soljóðandi fyrispurning: “Einaferð hoyrdist um eina ferð hjá Uttanlandsnevndini til Danmarkar, men táið hvørki orð ella eiður hevur verið at hoyrt um hendan túrin í langa tíð, gangi eg bara út frá, at ferðin er annulerað. Alternativt er talan um metstóra undirinformatión. Í útgangspunktinum gangi eg út frá, at túrurin er droppaður.”
Tað bleiv kvitterað fyri hendan teldupostin, og táið tað var komið nakað væl út á seinrapartin, altso dagin fyri sum ferðalagið skuldi fara úr Føroyum, lá ein brævbjálvi á borðinum í Løgtinginum við skrá og ferðaseðli. Hetta var tað. Skráin var milt sagt ikki serliga imponerandi, og formaðurin í nevndini hevur seinri greitt fjølmiðlunum frá, at ferðin gjørdist ein fiasko, tí “giraffurin” sum nevndin skuldi hitta á ferðini, Brian Mikkelsen, tímdi ikki at ómaka sær so frætt, ella hirdi hann ikki, at hitta hesa lítið ambitiøsu nevnd úr Føroyum.
Av góðum grundum veit eg hvussu virðingin stendur um Føroyanevndina á Fólkatingi, havi sjálvur sitið har í hálvttriðja ár. Hon er at kalla ongin, og danskir politikkarar hava sagt mær, at hendan nevndin, sum í síni tíð varð skipað av Poul Nyrup Rasmussen, fyri at gera lívið so súrt sum møguligt hjá føroyingum, verður hildin á lívi, fyri at kunna brúkast sum partapolitiskur køstur, táið nevndarkabalirnar skulu gerast av, - eftir val og eftir at stjórnarsamgonga er skipað. Tað sum ikki kann brúkast í øðrum tyngri nevndum verður parkerað í Føroyanevndini, og nú hevur Edmund Joensen tann ivasama heiður, at vera formaður í hesi nevnd, skipað av fyrstan tíð í eini imperialistiskari váðastund. Tað sigur ikki so lítið um ambitiónsstøðið hjá føroysku uttanlandsnevndini, at visiónirnar og idealini ikki røkka longur enn til eina vitjan annað hvørt ár, hjá hesi burturav marginalu nevnd á Danatingi.
Hendan braneggjaða kantórdaman hjá tær, Súsanna Danielsen, sigur í bílagda ella ikki bílagda viðtalinum við “Norðlýsið”, at eg í góðari tíð havi fingið boð um túrin, og hon leggur doyin á, - nú er tað at karaktermorðið skal gerast, at Løgtingið rindaði bæði fyri flogferð og hotell hjá undirritaða.
Hetta stendur í grellari andsøgn til ein teldupost, sum hon hevur sent Høgna Hoydal, ein hálvan tíma eftir at flogfarið, eftir øllum at døma, var farið úr Vágum við ferðaliðnum úr Løgtinginum. Har staðfestir hin í fjølmiðlunum so sprelska kantórdaman, at eg havi verið undirinformeraður um ferðina. Hon skrivar soleiðis: “Góði Høgni. Tingmaður hevur skyldu at kunna varamann sín tá hann ikki fær møtt sjálvur. Tað tykist ikki sum tú hevur kunnað Torbjørn Jacobsen, tingmann og varamann tín í Uttanlandsnevndini nóg væl. Vinaliga. Súsanna”. Eg havi onga kunning fingið frá øðrum av teimum, sum ikki kundi ferðast niður til Danmarkar fyri at hitta og tosa við seg sjálvan.
Eitt annað mál í málinum er so tað, at fíggjarnevnd løgtingsins var til arbeiðis bæði hósdagin og fríggjadagin, tað var ikki ætlað frammanundan, so, táið fíggjarlógarálit byrjar at fáa skap, er mest ráðiligt, at limir nevndarinnar eru til arbeiðis, tað gjørdist so veruleikin hjá mær, ístaðin fyri miseydnaðu ferðina til Danmarkar.
Eftir at eg hervið havi greitt tær frá málinum, fari eg staðiliga at heita á teg, um at senda mær eina rokning, svarandi til tær útreiðslur, ta upphædd, sum Súsanna Danielsen sigur, at føroyski skattaborgarin hevur havt av mær í hesum viðfanginum, og eg skal gjalda fyri hana so skjótt sum eg havi hana í hendi.
Til seinast fari eg somuleiðis at heita á teg, um at strika meg av luttakaralistanum til jólaborðhaldið hjá Løgtinginum, tí álvaratos, eg risikeri ikki aftur, eftir hetta frontala álopið í “Norðlýsinum” at koma í ta støðu, at verða hongdur út á snór, sum misbrúkari av almennum fæi, av einum tilvildarligum funktioneri á Løgtingsskrivstovuni. Vónandi kemur hetta avboðið í nóg góðari tíð, tí helst eru búffarnir ikki stoktir, vínpropparnir ikki skorðaðir úr fløskuhálsunum og sjussarnir ikki blandaðir, fyri føroyskar skattapengar, nú ein lítil mánaði er eftir til stóra festivitasið og krígsdansin í HB-húsinum.Vinarligast kvitterar tú fyri móttøkuni av hesum skrivi.
við frændakvøðu
Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður.