Tað gongur betri enn nakrantíð hjá Framherja, og kortini grætirreiðaríið krokodillitár.
Um dagarnir var grein á VP.fo um stóru framgongdina hjáFramherja í fjør, har bæði søla og avlop vuksu munandi í 2018 samanborið við2017. Nettosølan vaks við 100 mió. kr. uppí 550 mió. kr. Ársúrslitið var 14mió. kr. betri enn í 2017 og kom í 2018 uppá 84 mió. kr.
Tað er gleðiligt, at tað gongst føroyska vinnulívinum væl –hetta er ein týðandi partur av at skapa framhaldandi framgongd í samfelagnum ogein av grundarsteinunum undir einum sjálvberandi búskap.
MEN hóast einastandandi gott úrslit, so hevur leiðslan íFramherja eina mystiska trongd til at rópa varskó, “tí førdi politikkurin kannføra við sær, at úrslitini skjótt fara at minka” ?!?
Framherji rópar varskó hóast felagið í 2018 hevði eitt framúrgott úrslit – eitt úrslit, sum er skapt undir verandi politisku kørmum.
Og við førda politikkinum seinastu árini hevur Framherji fingiðstørri og størri kvotur – og fingið størri og størri møguleikar at troytaríkidømi føroyinga – og hevur eisini ár um ár økt um avreiðingarvirði til framafyri eigarar, reiðarí, manning og starvsfólk. -Og sjálvsagt hava landskassin ogkommunukassar fingið sítt – hetta er ein heilt nátúrligur partur avspælireglunum í einum modernaðum samfelag.
Spola vit tíðina 10 ár aftur til 2008, so fiskaði Fagraberg hjáFramherja – tilsamans 46.487 tons, sum í stórum vóru býtt í 35.730 tons avsvartkjafti, 1.369 tons var makrelur, og 8.343 tons var sild. Meðan Høgabergfiskaði 29.533 tons, býtt í 19.486 tons av svartkjafti, 1.028 tons av makreli,6.418 tons av sild og 2.577 tons av lodnu. Avreiðingarvirði hjá hesum báðumskipum var í 2008 umleið 112 mió. Kr.
10 ár seinni í 2018 fiskaði Fagraberg 54.749 tons, harav 34.406var svartkjaftur, 3.871 var makrelur, og 12.456 var sild. Høgaberg fiskaði46.659 tons, býtt í 35.778 tons av svartkjafti, 15.901 tons av makreli, 3.440tons av sild og 3.559 tons av lodnu. Avreiðingarvirð í 2018 var hjá skipunumbáðum umleið 317 mió. kr. – ella nærum 3 ferðir avreiðingarvirði í 2008 !
Gongdin hjá Framherja hevur sostatt verið ein veg og tað er upp,upp og upp. Og tað er jú heilt fantastiskt ! Men tað tykjist níva Framherjasera sera hart, at lutfalli av samlaðu pelagisku køkini, sum Framherji hevði í2008 er minkað úr 20% niður í 19% 2018 - eisini hóast henda saman køkan máld íavreiðingarvirði er vaksin við 183% frá 2008 til 2018.
Má siga sum er, at útsøgnin hjá Framherja um at “úrslitini kunnuskjótt fara at minka munandi orsaka av førda politikkinum” er bæði óseriøs ogfjákut, tí Framherji hevur ongantíð fyrr havt so góðar møguleikar at rekavinnuvirksemi sum júst nú – sum undir førda politikkinum.