Útsettar skurðviðgerðir og niðurraðfest koppseting bíða eftir pengum

4 December 2008
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Hetta merkir m.a, at 140 skurðviðgerðir, sum áttu at verið avgreiddar síðani september í ár eru útsettar til komandi ár. Orsøkin til hesa útseting er ikki, at okkum manglar starvsfólk ella viðgerðaramboð, men orsøkin er, at landssjúkrahúsinum manglar pening. Hetta kom fram í løgtinginum mikudagin, tá ið undirritaða setti landsstýrsimanninum fyrispurning um hesi viðurskifti.


Hesin veruleiki kemur fram beint eftir, at kanningin hjá Valcon er almannakunngjørd, og sum kom til ta niðurstøðu, at fíggjarstýringin á landssjúkrahúsinum er út av lagi vánalig.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur altíð fingið teir pengar hann hevur biðið um til landssjúkrahúsið. Kortini, so síggja vit eina lavinu fara spakuliga avstað. At útseta 140 skurðviðgerðir, til nýtt fíggjarár byrjar, er tað sama sum at siga, at tað sum átti at verið gjørt í januar komandi ár, verður útsett til hesar 140 skurðviðgerðirnar, sum nú eru á bíðilista eru gjørdar fyrst. Og so kunnu vit bara ímynda okkum, hvussu framhaldandi útseting av skurðviðgerðum kemur at vaksa um bíðilistan á Kirurgisku deild. Bíligari verður tað ikki fyri landið.

Tað er ófatuligt um tingfólkini í ABC flokkunum halda hetta verða í lagi.

Fyri tað fyrsta fær landsstýrismaðurin altíð, so at siga, teir pengar hann biðir um til landssjúkrahúsið. Enntá eisini tá ið pengarnir eru brúktir áðrenn umbønina. Hóast hetta seinna stríðir ímóti Stýrisskipanarlógini. Men onkursvegna ger onkur sær dælt av kenslunum hjá løgtingsfólki, soleiðis at man letur standa til við játtan av útreiðslum uttan heimild frá løgtinginum, fyri síðani at koma við umbøn um pengar, til øki ongin fær sagt nei til.

Og sum um at tað ikki er nóg mikið. Samstundis sum lemjandi kritikkur er av fíggjarstýringini á landsjúkrahúsinum, so vita vit at tvey tey undanfarnu árini er fíggjarlógin vaksin við 600 mió kr. So mikið meira óskiljandi er tað, at hóast fíggjarlógin er vaksin við 600 mió kr, og samstundis sum landsstýrismaðurin fær tað sum hann biðir um, og samstundis sum ein nytt starv við heilsuverksstjóra verðu uppraðfest, so hevur mann ikki ráð til at brúka eina góða mió til at koppseta gentur móti lívmóðurhálskrabba.


Hóast henda koppseting, umframt at verða eitt bragd reint menniskjansliga, eisini sparir landinum fyri fleiri mió kr árliga, tá tær av teimum koppsettu gentunum, sum annars vórðu potentiellir krabbameinssjúklingar, vildu kosta landinum fleiri mió kr í viðgerð og innlegging.

So ei undir í at Valcon kom til tað niðurstøðu, tey komu til!