- ÙSUN skipanin mennir møguleikarnar hjá føroyskum ungdómi at koma útum Norðurlond at lesa.
- ÙSUN skipanin gevur føroyskum vinnulívi lættari atgongd úti í heimi
- ÙSUN skipanin ger føroysku miðfyrisitingina professionellari í samstarvinum við umheimin
- ÙSUN skipanin tryggjar tað fíggjarliga møguligt at velja tey bestu universitetini í heiminum
- ÚSUN tryggjar samband við allan heim!
í so máta er ÙSUN skipanin eitt visjonert frambrot á føroyska útbúgvingarøkinum, sum sá dagsins ljós í fullveldissamgonguni. Tíverri sær ABC samgongan eftir øllum at døma ikki hesar fyrimunir. Tí hevur hon valt at niðurlaga skipanina.
Nøkur av bestu universitetunum úti í heimi kosta nógv at ganga á. Til hesi universitet tryggjaði ÚSUN skipanin, at tú kundi fáa upp til 120 túsund kr í endurgjaldið fyri skúlagjaldið. Men hesa upphædd hevur ABC samgongan einmælt valt at lækka við einum triðingi - niður í 80 túsund krónur.
Avleiðingin, sum Tjóðveldi eisini vísti á, tá uppskotið var til viðgerðar, eru sambært Útvarpi Føroya longu sjónlig; Færri ungdómar velja umheimin at lesa í, tí tað nú aftur er fíggjarliga ov tungt at fara alternativar leiðir í mun til at fara til Danmarkar ella til eitt av hinum Norðurlondunum.
Í samrøðu við útvarpið vísti leiðarin fyri ÚSUN skipanin á, at talið av ungum lesandi, sum lósu uttanfyri Norðurlond var hækka úr 25 lesandi fyri 10 árum síðani (tá 5% av øllum, sum lósu uttanfyri Norðurlond) upp í 200 lesandi í 2009.
Tá hetta er sagt, er tað nátúrligt, at nógv tey flestu ungu velja eitt av hinum Norðurlondunum at lesa í. Men frá almennari síðu er tað ov snævurt og visjónsleyst at lata tilvildarligan útbúgvingarpolitkk tryggja, at hesi mongu telja 95% av øllum teimum, sum fara av landinum.
Land okkara er í tí støðu, at vit senda ungdóm okkara av landinum at lesa. Eitt politiskt arbeiði er tí at tryggja, at hesin hópur og virðismiklasti dýrgribur okkara, fær sum mest burturúr tí umheimi, vit eru partur av. Til tess er neyðugt at spjaða ein part (langt frá øll, men ein part) av teimum, sum fara av landinum, so hesi í størri mun koma heimaftur við íblástri og kunnleika frá so nógvum samfeløgum sum møguligt, - til teirra mál og mentan og vinnulív og fyrisiting og lógarsmið og heilsuverk og annað mangt, sum tey vælútbúnu skulu verða við til at menna okkara samfelag við.
Tann tilvildarliga og politikkleysa handfaringin hjá ABCsamgonguni av útbúgvingarverki okkara hevur tað avleiðing, at tey lesandi ungu í ov stóran mun aftur verða konsentrera í einum og sama landi. Har hava tey tað gott, hvør í sinum lagi, og saman. Ongin ivi um tað!
Men fyri tað almenna Føroyar og fyri menningina av landi okkara og í arbeiðnum fyri øktum samstarvi og samhandli við umheimin, er tað nógv betur, um ein størri partur av ungdómi okkara fer út í heim og útum Norðurlond at lesa.
Tað verða altíð nógv tey flestu sum fara til Norðurlond, og tað er gott. Men tá talið líkist 95 %, er talið ov høgt og eitt úrslit av manglandi politikki og visjónum fyri útbúgvingarøkið. Og tað mugu vit gera nakað við. Aftur!
Annita á Fríðriksmørk, framsøgukvinna Tjóðveldis í skúlamálum