Útbúgving er íløga í sosialan kapital

6 January 2008
Skrivað hevur

Verri er tó, at studentaskúlin í høvuðsstaðnum stendur sum eitt stórt rópitekin um, at politikararnir ikki tykjast at hava skilt boðskapin: At útbúgvingar eru besta og týdningarmesta íløgan í sosialan kapital.

Nakkahárini reistust, tá ið eg góð 20 ár eftir at eg sjálv gjørdist studentur, vitjaði í Hoydølum, hagar eg varð boðin at halda ein fyrilestur. Longu í 80’unum hildu vit næmingar skúlan vera slitnan og ónútímans. Loksins hava fjølmiðlarnir – eggjaðir av neyðarrópum frá næmingunum sjálvum – sett fokus á vanrøktina í Hoydølum. Óteljandi lyftir liggja slødd sum virðisleys glasbrot kring skúlan, sum anno 2007 mest minnir um eina ruin.

F fyri fremst
Yvirskriftina í hesi grein havi eg lænt frá finska professaranum á universitetinum í Helsingfors, Lauru Kolbe. Í einum fyrilestri í sambandi við, at Finnland hátíðarhelt 90 ár sum sjálvstøðug tjóð, legði professarin dent á, at finski framburðurin beinleiðis byggir á tær stóru íløgur, landið ger í skúlar, læraraførleika og útbúgvingar.

Finnland er fremst og Føroyar næstan aftast í PISA-kanningini. Tað er alt annað enn tilvildarligt. Tí í Finnlandi dyrkar man miðnámsskúlar og hægri skúlar, og sær universitetini sum mentanarlig tempul. Úr Hoydølum rekur ein kaldur gjóstur frá okkara lágu raðfesting av útbúgving og lærdómi.

G fyri grundarlagi
Okkara búskapur og harvið vælferð í framtíðini verða bert tryggjað við væl útbúnum fólki. Vilja vit vera før fyri at menna ein skapandi og sterkan sjálvberandi búskap, so skulu topp møguleikar vera hjá okkara ungu at menna síni evni innan kreativar lærugreinir, innan teknikk, matematikk, náttúruvísindi, bókmentir, búskap og so frameftir.

Boðskapin F + G, hevur hvør einasti finskur politikari skilt fyri fleiri áratíggjum síðani. Vónandi ber eitt nýtt lið av politikarum boðskapin inn á Løgtingið eina ferð fyri allar. Tí stóríløga í sosialan kapital er sjálvt grundarlagið undir okkara framtíð.


Til mína forsíðu, trýst her: www.tjodveldi.fo/bjort

Meira frá sama høvundi

No items found.