Tá upprunalógin var gjørd í 1993/94 var ætlanin við lógini, at hon skuldi skapa búðskaparligar fortreytir í okkara fiskivinnu (høvuðsvinnu) soleiðis at fiskiflotin lagaði eftir fiskastovninum (tilfeinginum)
Ongin kann liva við tí tilvild, sum hevur valda seinastu nógvi árini, tað er serliga tann eini flokkurin sum hevur sitið á fiskivinnumálum, og hevur gjørt lógina við sínum broytingaruppskotum sera ógreiða, hetta byrjaði longu á Ólavøku 1997, har fiskiloyvir sum vóru, í gildi 1. januar 1995 vóru gjørd galdandi í 10 ár. hetta var framlongt 2007 til 2018.
Eitt fiskiloyvi er eitt brúksloyvi sum sjálvandi eigur at verða galdandi, so leingi tú brúkar tað, til tað tú hevur fingið tað til.
Tað vil siga, at tað livfrøðiliga og búðskaparliga ætlanin við lógini, sum varandi grundarlag undir føroyska búðskapinum, var tikið úr sjálvari lógini í 1997.
Hevur gjørt tað, at ein stórur partur av teimum sum halda seg verað serfrøðingar í fiskivinnu, kanska serliga í millum okkara politikkara, sum ikki kenna so nógv til fiskivinnu, ganga tí við einum nýðskipanaruppskoti í lummanum, tí tey ikki kenna hvat er galdandi.
Eg vil ið hvussu er fasthalda, at tað er einki gali við upprunalógini frá 1994, um bert vit lúka tað burtur, sum gerð at lógin ikki virkar eftir sínu uppruna ætlan. At vit reka fiskivinnu eftir búðskaparligum fortreytum, sum gerð at flotin tilpassar seg sjálvur.
Tey fyrstu 10 árini
Tey fyrstu 10 árini vóru góðar tíðir í Føroyum, tú kundi fara í egningarskúrarnar , har menn og serliga skúlaungdómir engdu og vunnu sær hart tiltrongdan pening.
Hetta var ein góður forskúli til lívið hjá øllum, serliga hjá teimum sum fóru við einum línuskipi seinni.
Vit fingu tey trolfríðu økini i januar 1994 eftir uppskoti frá Tjóðveldis- flokkinum. Hetta gjørdi at bæði lína og troli høvdu gott fiskarí øll árini.
Eg kann eisini nevna nøkur veiðutøl fyri fyrstu 10 árini.
Bólkur 2 tað vóru 34 partrolar í 1996 hesir fiskaðu 5,25 tons fyri hvønn brúktan fiskidag .
Bólkur 2 tað vóru 24 partrolara í 2006 fiskaðu hesir somu 10,13 fyri hvønn brúktan fiskidag, og vóru tá 24 í tali.
Bólkur 3 stállínuskip vóru 19 í tali 1996 og fiskaðu tey 7,10 fyri hvønn brúktan fiskidag.
Bólkur 3 stállínuskip vóru 26 í 2006 fiskaðu somu skip 4,35 tons, fyri hvønn brúktan fiskidag.
Bólkur 4 útróðrarbátar í 1996 hesir fiskaðu 2,69 tons fyri hvønn brúktan fiskidag.
Bólkur 4 útróðrarbátar í 2006 fiskaðu hesir somu 2,54 fyri hvønn brúktan fiskidag.
Bólkur 5 útróðrarbátar í 1996 hesir fiskaðu 0,54 tons fyri hvønn brúktan fiskidag .
Bólkur 5 útróðrarbátar í 2006 fiskaðu hesir somu 0,61 fyri hvønn brúktan fiskidag.
Fyri bólkarna 4 og 5 kenna vit ikki tað nágreiniliga tali av bátum. Hetta hevur heldur ikki so stóran týdning, tá tað er lýst fyri hvønn brúktan fiskidag.
Ávirkanin av hesu grunnleggjandi broyting í lógini, hevur nú gjørt so stóran skaða, serliga seinastu árini. Spurningurin er um tað vendist aftur,
17. oktober 2011
Heini O. Heinesen