Upp og frámá við egnari megi

7 October 2011
Skrivað hevur

Fiskvinnan gullnám
Eingin, sum setir seg inn í fakta um fiskivinnuna, kann vera í iva um, at vit kunnu fáa fleiri hundrað milliónir meira burturúr fiskivinnuni. Góð stovnsrøkt er ein høvuðsfyritreyt, og tí er neyðugt at taka minni vælumtóktar avgerðir, sum geva vinnuni møgleika at blíva sterkari og betri. Men, hetta er bert ein av nógvum lutum í einum væl virkandi og ríkum búskapi.

Vit blaka í dag stórar mongdir av tilfeinginum beint í havið. Hetta er virðismikil rávøra, sum nógv kann fáast burturúr, verður rætt atborðið. Heimsmarknaðurin fyri heilsukost framleiddur úr fiskaslógvi er nærum ómettiligur. Men, tað ber ikki til at byggja upp marknaðarsambond, kunnu vit ikki tryggja javna tilgongd av rávøru. Tí er tað einasta rætta at lóggeva, at skipini skulu taka alt tilfeingið við til lands, so virki, ið vilja hesa framleiðslu, fáa ein veruligan møguleika at byggja hana upp. Lógarkrøv fara at vera ópopuler og kosta eyka at byrja við, men í longdini fer tað at skapa vinnuni eina stóra inntøku.

Háprísmarknaðir
Alivinnan er dømi um, at tað loysir seg at seta strong krøv til eina vinnu. Hørð krøv til smittufyribyrging við meira, vóru í fyrstu atløgu ógvuliga kostnaðarmikil og tung at lyfta. Men, tað hevur givið mangfalt aftur hjá vinnuni, sum í dag er ein høvuðsmotorur í føroyska búskapinum. Og, alivinnan kann vaksa heilt nógv afturat. Partur av hesi vinnu hevur vunnið seg inn á væl gjaldandi sushi-marknaðin í USA. Og taka vit hvítan fisk, so hava vit serkompetansu í at framleiða saltfisk. Bæði dømi um vørur, sum kunnu geva ørandi kiloprísir, er dygdin hin rætta, og verður vøran seld til rætta marknaðin.

Orkan og ríkidømi
Vit eru umgyrd av vindi og sjógvi. Vindin gagnnýta vit í ávísan mun, men enn væntar, at vit gera stórar íløgur í at fáa sjóvarfallsorkuna til høldar. Tíbetur verður tøknin á hesum øki ment aðrastaðni í heiminum. Okkara uppgáva er at gera okkum fult til reiðar at lofta henni. Oljan stendur fyri einum fjórðingini av okkara innflutningi, og er omanfyri eina milliard. Um fá ár munandi meira. At gerast sjálvveitandi við orku, er besti máti at framtíðartryggja okkara búskap.

Hetta eru bara nakrir av okkar mest eyðsýndu møguleikum. Bert fá lond í heiminum hava so stórt náttúrutilfeingi roknað uppá fólkið í landinum. Men, skal okkara ríkidømi koma rætt til høldar, so krevur tað nógv av okkara politikarunum: Tað krevur djarvar og miðvísar íløgur. Tað krevur stórar avgerðir, sum kunnu vera bæði kostnaðarmiklar og illa umtóktar.

Tíverri megna, serliga heimastýrisflokkarnir, at júka so ofta uppaftur í saman, at blokkurin er trygdin fyri okkara vælferð. Tá tað gerst ein grundleggjandi premis, so druknar viljin til tey stóru framtøkini. Hesir flokkar síggja ikki hitt mest avgerandi:


Álit á egnari megi, er fremsta drívmegin í einum búskapi!


Bjørt Samuelsen
www.tjodveldi.fo/bjort

Meira frá sama høvundi

No items found.