Ungdómurin má gerast ein virkin partur av fólkaræðinum

29 October 2011
Skrivað hevur
Meiningar

Tær avgerðir, sum verða tiknar í løgtinginum, hava ofta stóra ávirkan á títt lív. Tí ofta er talan um avgerðir, sum hava týdning fyri, hvørjar møguleikar tú hevur sum borgari í landinum, í skúla, arbeiði, búskaparliga, í frítíðini og ikki minst viðvíkjandi tíni framtíð.

Vit hava fólkaræðiligt undirskot, tí tú og hini ungu ikki gera meira brúk av fólkaræðinum. “Eg havi ikki skil fyri politikki”, ella “eg tími ikki”, siga tit ofta, men at brúka fólkaræðið kann eisini vera at siga sína hugsan, og tað hava tit sjáldan møguleika fyri.

Tá ið val verður hildið, sleppa tit at seta kross fyri, hvønn tit vilja hava inn á ting, men síðani verða tit ikki spurd um nakað.

Í øðrum londum er tað vanligt, at ungdómurin hevur umboð í nevndum og arbeiðsbólkum, og skipað verður fyri hoyringum, har ung sleppa framat at siga sína hugsan fyri politikarunum.

Hetta ger, at politikararnir kenna tykkara støðu og kunnu taka avgerður út frá tí.

Hvat við málum sum: skúlabygging, íbúða- og kollegiibygging, studningi, lestri uttanlands, rúsdrekkalógini, rættin hjá samkyndum, fosturtøkulógini, skatti, mentanarmálum o.s.fr.

Koma tit ungu ikki framat og verða hoyrd, verða tað bert tey eldru og gomlu, sum avgera, hvussu okkara samfelag skal virka – og hví skulu tit hava áhuga fyri politikki, um tit ongan møguleika hava fyri at ávirka politikkin?

Tað verður nógv meira spennandi at hava eina meining um politikk, tá tit sleppa at siga tykkara hugsan, áðrenn avgerðirnar verða tiknar.

Tjóðveldi vónar, at politisku ungmannafeløgini fáa vind í seglini, og vil virka fyri, at tit ungu verða hoyrd, tá mál, ið ávirka tykkara umstøður, koma fyri á Løgtingi.

Hesum fari eg at arbeiða fyri.

Olga Biskkopstø, valevni Tjóðveldis

Olga Biskopstø