Natúrlig stig í menningini, siga vit foreldur, og eru sera glað.
Næsta stigið taka børnini, tá tey vilja sjálvi. - “vil sjálv” - “dugi”. Tey vilja granska heimin og vilja sjálv. Um klæðini venda øvut, skeivt upp á bein, og skeiðin fer upp í eygað við greytinum... so vilja tey sjálv.
Sjálvsmenningin heldur fram og vit koma til tannárini. Tá fáa vit foreldur okkara søk fyri. Tey eru vaksin, duga alt og vilja ikki fylgjast við foreldrunum úti á gøtuni. Tey vilja sjálv.
Vit frøast framvegis um frælsið hjá børnunum, at tey mennast og gleðast um lívið. At tey taka avbjóðingarnar á seg, nema sær kunnleika, útbúgving og vilja sjálv.
So koma tey vaksnu árini – og tey hava fyri fyrstu ferð rætt at greiða atkvøðu. Luttaka í fólkaræðinum.
Nú kemur tann stóri spurningurin – hvønn skal ein velja?
Her loypur ketan brádliga av hjá summum, tí nú vilja tey ikki sjálv og líta ikki á egin evni - tey velja sambandsflokkarnar. Í staðin vildi Tjóðveldi verið tað sjálvsagda valið í menningini. Tjóðveldi vil og trýr uppá okkara evnir, sum fólk. Hetta liggur jú í blóðið borið.
Hugsið tykkum, um foreldrini noktaðu børnunum at reisa seg upp og fara til gongu? Hugsið tykkum, at tey ikki sluppu sjálv at lata seg í.
Menningin hevði steðgað rættiliga skjótt, og barnið hevði verið 100 % bundið at øðrum, tí tað kundi ikki sjálvt.
Hetta er støðan í Føroyum í dag. Nøkur hava fingið ta fatan, at vit kunnu ikki sjálv, at vit skulu hava neyðhjálp frá Danmark, ein blokk á 600 milliónir ella meira, hvørt ár. Hetta steðgar allari samfelagsmenning, vit kunnu ikki reisa okkum og fara til gongu, tí blokkurin heldur okkum niðri.
Vit vilja sjálv, og vit kunnu sjálv – og ungdómurin er føddur frælsur og vil sjálvur.
Veljið tí Tjóðveldi – einasti flokkur, sum hevur álit á ungdóminum.
Olga Biskopstø
Olga Biskopstø