Ungdómur og vísdómur…

14 January 2011
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Síggi, at Kári á Rógvi fílist á, at Fróðskaparsetrið á fíggjarlógini fyri 2011 helt stand.
Skal minna hann á, at uppskot var um at lækka ta játtanina við 4 mió kr. Varð eingin semja í fíggjarnevndini um tað málið, varð Setrið skorið við 4 mió krónum! Tá hevði Setrið ikki verið ført fyri at tikið inn teir næmingar í 2011, sum Setrið nú er ført fyri, - takka verið fíggjarnevndini og undirtøkuni í Løgtinginum.


(Tó taldist atkvøðan hjá KáR ikki við í hesum meiriluta, tí hann var jú ímóti…)
Ikki bara umsorganin fyri Setrinum er honum ein trupulleiki. Eisini Havrannsóknarskipið (sum samt løgting í vár samtykti skuldi hava 25 mió kr í 2011) og Tjóðpallurin. Nú er hetta er ein rossahandil, sigur hann. Men her átti ein formaður at gjørt sær sínar egnu metingar, - og ikki bara endurgivið - , um hvørt hann heldur, at tað er ein rossahandil, táið ein fólkavald(ur) fær floksins raðfestingar á fíggjarlógin.


Raðfestingar ella rossahandlar
Trupulleikin sigur Kári m.a verða, at vit útihýstu Saltsiloini á Drelnesi á fíggjarlógini.
Hví Kári á Rógvu hevur trupulleikar av, at Saltsiloin varð útsett til 2012, tá ið vit ístaðin m.a.raðfestu Tjóðpallin Fróðskaparsetrið og Havrannsóknarskipið umframt kirkjuna og sjósavnið osfr – tað skilji eg ikki.


Men sama ger, uppskot okkara varð samtykt. Og so má hann gjarna velja at kalla Saltsiloina á Drelnesi fyri raðfesting og restina fyri rossahandil.


eftir manninum heldur enn eftir bóltinum
Tað er væl skiljandi mótstøða móti tí handfaring, sum fíggjarlógin fekk tollaksmessuaftan. Tað líktist ongum. Eisini tí atkvøddu nøkur ímóti at koyra 2. og 3. viðgerð ígjøgnum sama dag. Men táið hetta kortini varð samtykt, og Kári nú hevur lisið álitið hjá fíggjarnevndini, sær hann, at eisini andstøðan í fíggjarnevndini fekk søguligar góðar batar samtyktar.


Hetta vil hann ikki viðganga nú, tí hann var jú ímóti tá.


Ístaðin roynir hann, at niðurgera andstøðulimirnar í nevndini, og ballar sína mótstøðu inn í løgfrøðiligar mannagongdir, og konstitutionellar siðvenjur úti í heimi.

Kennir siðvenjur men praktiserar óvanar
Siðvenjur, sum forrestin átti at komið einum til hugs, táið til dømis misálit verða løgd fram á landsstýrisfólk. Ella um sína egnu uppmøting, tá ið eins egnu uppskot eru til atkvøðugreiðslu í løgtingssalinum.


Men hví ikki bara skriva um siðvenjur aðrastaðni, tá íð veruligi persónligi trupulleikin er manglandi grundgevingar fyri mótstøðuni tollaksmessuaftan. Tá er ikki annað at gera enn at skjóta í flokk

Hann atkvøddi jú ímóti øllum. Ikki bara ímóti at koyra alt ígjøgnum sama dag. Men eisini ímóti fíggjarlógini. Og enntá ímóti álitinum.

Jú, okkurt er, sum sjálvdan fylgist at!


Annita á Fríðriksmørk