Henda endurstovnan er partur av eini størri endurreisn av økisfeløgunum hjá Unga Tjóðveldi kring landið. Eitt sera gott og týðandi átak.
Hvør veit, um ikki júst henda endurstovnan vil skapa fleiri og nýggjar neistar í fólkinum og kanska enntá verða avgerandi fyri, at vit - einaferð enn - fáa undirtøku fyri stovnseta Føroyar sum sjálvstøðugt land.
10 ár síðan fólkaatkvøðan varð avlýst
“Tíðin rennur sum streymur í á”, hesi vælkendu orð úr einum av okkara størstu sangskattum kenna vit øll. Hesi orð runnu framfyri meg, tá eg varð kunnað um at Unga Tjóðveldi í Suðurstreymoy nú varð endurstovnað.
Hví nú tað ? Jú, tí í ár eru longu 10 ár runnin, síðan eg luttók á mínum fyrsta tiltaki hjá Tjóðveldisflokkinum, ið hevði til endamáls at fyrireika kjak, tiltøk o.a. fram til fólkaatkvøðuna um fullveldi. Varð tá búsitandi í Keypmannahavn - har eg las á fróðskaparsetrinum – men valdi at taka longda jólafrítíð út í januar mánað fyri at kunna vera við til hesa søguligu hending. Hugsaði, at um eg á nakran hátt kundi vera við til at hjálpa til, at Føroyar gjørdust sjálvstøðugt land, so vildi eg gera mítt.
Søguna eftir hetta kenna vit.
Fáar vikur eftir hetta tiltakið valdi táverandi samgonga tíverri at avlýsa fólkaatkvøðuna, og í staðin fyri, at vit skuldu fyrireika tiltøk fram til fólkaatkvøðuna – fóru vit undir at fyrireika mótmælisgongu.
Fólkið segði: Nú er nokk !
Nú er nokk ! varð heitið á mótmælistiltakinum. Vit savnaðu langt yvir 1000 fólk á Vaglinum at mótmæla, at landsstýrið avlýsti fólkaatkvøðuna. Avlýsti møguleikan hjá føroyingum – fyri fyrstu ferð síðan 1946 – at kunna siga sína hugsan um framtíðina hjá okkara landi. Einaferð enn.
Hetta var óskiljandi fyri okkum.
Hetta var samstundis eisini ein heilt serstøk tíð. Ein tíð har vit fingu at síggja, hvussu tað kendist at fara frá einum politikki við greiðari kós og ítøkiligum málum, til vanligan pragmatiskan politikk aftur.
Vit fingu at síggja, hvussu sundurlyndi einaferð enn forðaði føroyingum í, at vinna tjóðarfrælsi.
Einaferð enn ... tí vit hava søguliga verið sundurbýtt í spurninginum um stovnsetanina av einum sjálvstøðugum Føroyum.
1940’ini og 2011 nógv í felag
Nú Unga Tjóðveldi verður endurstovnað kring landið, kom eg at hugsa um ein ungan mann, Bergur Djurhuus, ið varð borin í heim 12. mai 1919, men tíverri lat lív longu 27 ára gamal – beint eftir fólkaatkvøðuna – 6. oktober 1946. Hann var virkin í ungdómsvirksemi í felagnum “Merkinum”og legði m.a. “Yndi til føðilandið” eftir seg. Eitt brot úr hesum lýsir, hvussu stutt vit eru komin síðan tá:
“Vit føroyingar eru ein serstøk tjóð, eitt serstakt fólk, sum borið er til at ráða í sínum egna landi. Men ræðið er okkum av hondum gloppið, meðan vit svóvu, og ilt tykist at vera at fáa ræðið aftur her í egnum oyggjum, hjá føroyingum, enn durva nógvir, og nógvir av teim vaknu vilja ikki hava tað aftur.
Hvør hevur skuldina, tá ið vit ikki sjálvir hava ræðið í landinum ? Vit føroyingar sjálvir.
Tvørrandi samanhald hevur merkt okkum so syndarliga nógv, og tað er høvuðsatvoldin til, at í dag er so vorðið, sum er í Føroyum. ....
...Tveir flokkar kunnu vit siga eru í Føroyum; hann sum reystur og stinnur, fullur av sjálvbjargniskenslum, er búgvin at taka róður í hond sjálvur og stýra landinum við ongari útlendskari hjálp. Hin flokkurin er rótleysur og fullur av undirlutakenslum, hann vil vaða upp undir hendur í egnum mati, men tó verða føddur av fremmandum, tað fremmanda er honum meira dýrabart enn hansara egna. Hann vil hava føðilandið inn undir fremmant vald og stýrt av fremmandum monnum. Og hetta eydnast teimum, teir eru enn við yvirlutan. Og kemur tað at eydnast teimum, verður hetta klandrið við, ið nú sermerkir okkum;
vit hava so ilt við at royna at draga eina línu, men vilja heldur rekja tættirnar upp og toga hvør móti øðrum. “
Hetta varð skrivað av manni í 20-unum og í 1940’unum.
Ræðandi nógvar líkheitir millum lýsingina av politiska tvídráttinum tá og nú.
Lítið hugaligt at hugsa sær, hvussu stutt vit á mangan hátt eru komin í dag.
2011 – árið har vit fingu eina ósjálvbjargnissamgongu
Hetta er tó nakað, ið kann broytast - nakað, ið Unga Tjóðveldi kann verða við til at broyta.
Tí eins og í 2001, so er 2011 eisini eitt avgerandi ár fyri Føroyar.
Tí vit hava nú fingið eina samgongu, ið hevur sett sær sum mál, at gera Føroyar meira bundnar fíggjarliga av Danmark og hevur slept ætlanini at skipa egna føroyska grundlóg.
Heldur enn at koma við greiðum málum og eini røð av nýskipanum fyri at gera okkum meira sjálvbjargin, hava vit í staðin fingið eina samgongu, ið raðfestir skattalætta til hægru inntøkurnar á nærum 300 mió. kr. hægst. Hetta samstundis sum hallið á fíggjarlógini í forvegin er yvir 500 mió. kr.
Hartil er longu farið við umsókn til donsku stjórnina um at hækka donsku ríkisveitingina við um 33% - yvir 200 mió. kr. , samstundis sum ætlanin er, at taka inntøkur, ið skuldu koma inn til landskassan seinni, inn nú – við at skatta pensjónir nú heldur enn seinni. Hetta kann vera eitt sera stokkut gleði.
Neyðugt við leiðslu, ið setir greiða kós
Vit hava størri tørv enn nakrantíð á eini leiðslu í landinum, ið setir greið mál, fremur neyðugar nýskipanir og skapar neyðugt samstarv tvørturum politiskar flokkar og allar borgarar í samfelagnum. Í løtuni hendir tað øvugta.
Tí hvør er kósin fyri okkara land ?
Eins og í 2001 er tíðin avgjørt komin til enn eitt Nú er nokk ! tiltak.
Tí nú er veruliga nokk.
Unga Tjóðveldi kann skapa framtíðina
Vil ynskja tykkum í Unga Tjóðveldi góðan arbeiðshug og blíðan byr.
Tit eru framtíðin og kunnu skapa framtíðina.
Latið okkum saman seta kós móti einum sjálvbjargnum Føroyum, og taka neyðugu tøkini, ið skulu fáa okkara samfelag framá móti málinum – nú !
Tórshavn, 19. november 2011
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi