samstundis sum landsstýriskvinnan við lóg hevur givið einum privatum felag einkarrætt til sáttmála um at byggja og reka ein undirsjóvartunnil. Uttan nakra útbjóðing.
Hvørs ábyrgd?
Landsstýriskvinnan kundi nýtt blekkið at forklára, hvørjum prinsippum hon og Innlendismálaráðið fylgja, tá tey krevja, at Landsverk og kommunur bjóða almennar ognir og stórar sum smáar uppgávur út, men samstundis ikki kravdu, at størsta útbyggingin í okkara infrakervi nakrantíð, skuldi bjóðast út.
Í staðin velur hon at nýta sín fremstafingur at vísa á lóggávu, hon heldur, at eg átti at havt gjørt, sum vinnumálaráðharri. Og ja, gott var um vit tá høvdu fingið eina útbjóðingarlóg, sum forðaði fyri slíkum “einkrarætt-uttan-nakra-útbjóðing-lóg”. Landsstýriskvinnan kann fáa ein lista yvir alt møguligt annað, eg ikki náddi, stutta skeiðið í Vinnumálaráðnum. Men tað er væl saktans ikki manglandi lóggáva frá vinnumálaráðnum, sum er avgerandi fyri hvørja støðu landsstýriskvinnan í samferðslumálum sjálv tók í stórmáli sum hesum?
Privata bjóðar út
“Hetta má á ongan hátt skiljast sum, at projekteringin og byggiarbeiðið ikki verður bjóðað út við verandi “, skrivar landsstýriskvinnan. Tað sigur seg sjálvt, at privata felagið, hvørs eigarar í løtuni eru EIK-grunnurin og LÍV, fer at bjóða allar tær uppgávur út, tað ikki sjálvt fer at gera. Hvussu skal tað annars tryggja sær, at tunnilin verður bygdur best og bíligast?
Tað er framvegis ógvuliga trupult at fáa eyga á nakað greitt prinsipp um alment útboð, um størstu og týdningarmestu útbyggingarnar og stór almenn virðir verða latin úrvaldum uttanum hesi.
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna