Munnligur fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu um læraratrot á vinnuháskúlanum
Læraratrot á Vinnuháskúlanum
1. Kann landsstýriskvinnan upplýsa fyri tinginum, hvussu nógva yvirtíð teir føstu lærararnir á Vinnuháskúlanum hava í hesi lestrarhálvuni?
2. Er trotið á lærarum íkomið orsakað av teimum trimum uppsagnunum, sum vóru á skúlanum í 2009?
3. Hvussu nógvar undirvísingartímar um vikuna hava uttanhýsis vikarar?
Viðmerkingar
Í 2009 segði Vinnuháskúlin trimum lærarum úr starvi. Uppsagnirnar fingu virknað 1. okt. 2009. Nú tríggjar mánaðir seinni hoyrist, at føstu lærarar skúlans hava sera nógva yvirtíð. Harafturat eru uttanhýsis vikarar settir at undirvísa í einstøkum lærugreinum.
Játtanin á løgtingsfíggjarlógini er nógv økt í mun til í fjør, og hevur skúlin stórt sæð fingið ta játtan, sum hann bað um.
Nú er komið fram, at samlaða yvirtíðin á skúlanum svarar til væl fleiri fulltíðarstørv enn tey trý, sum skúlin í óðum verkum "spardi" burtur í fjør.
Tí tykist tað rættuliga meiningsleyst, at skúlin í fjør hevur goldið minst hálva mió. kr. í uppsagnar- og avloysaralønum, fyri nú - tríggjar mánaðir seinni - at standa og mangla lærarakreftir. Hetta er neyvan skilagóð nýtsla av skattgjaldarans peningi.
Tað kann ikki undra nakran, um teir uppsøgdu lærararnir kenna seg órættvíst viðfarnar.
Tí vera hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni.
Munnligur fyrispurningur til Rósu Samuelsen um fyrireikan av hækkaða gjaldinum á sambýlum.
Sambært búskaparráðnum stavar uml helvtin av fíggjarlógarhallinum frá bygnaðartrupulleikum. Ávísar royndir hava verið gjørdar til tess at komið hesum bygnaðartrupulleikum til lívs, men eru hesar royndir altið steðgaðar av ávísum í samgonguni. Umberingin hevur tá hvørja ferð verið at neyðug semja er ikki í samgonguni, og tí verður onki gjørt við tann og tann trupulleikan.
Tað tykist tí at verða ein undarlig raðfesting tá ið samgongan samlað finnur seg í at hækkað gjaldið yvir ein kamb við 2000 kr til pensjónistar á sambýli, og at ongin í samgonguni reagerar fyrr enn onnur avvarandi av teimum gomlu reagera, meðan samgongan onki ger við onnur øki sum eru veruligi trupulleikin fyri fíggjarlógina.
• Hevði landsstýriskvinna tað fatan at samt landssýrið stóð aftan fyri ætlaðu hækkingina av gjaldinum á sambýlum.
• Nær hevur landsstýriskvinnan havt kunngerðirnar á landsstýrisfundi áður? Og fekk hon tá grønt ljós at arbeiða víðari við hesi ætlan?