Tað skal vera gott at vera barn í Føroyum. Og tað skal vera gott at vera námsfrøðingur, sigur Turið, sum fyrst og fremst ætlar at seta dagstovnaøkið og korini hjá børnum og ungum á politiska breddan.
- Eg vil sláa eitt slag fyri námsfrøðini. Ogfyrsta stigið er, at vit fáa ásett eitt minstamark fyri normering fyri hvørtbarnið á dagstovnaøkinum, og at vit fáa sett inn í dagstovnalógina, at leiðslaikki er partur av normeringini á stovnunum, sigur Turið Horn og vísir á, attíðin er komin at handla.
- Nú er nokk tosað um karmar og visiónir –nú skulu vit tosa OG raðfesta tey, sum gera og skipa innihaldið á hesumstovnum, og tey, sum arbeiða á námsfrøðiliga økinum. Vit mugu hava eittminstamark ásett við lóg, sigur Turið Horn.
Hon hevur sjálv drúgvar royndir innandagstovnaøkið. Hon er útbúgvin námsfrøðingur og familjuráðgevi, og hon hevurstarvast sum dagstovnaleiðari í 17 ár, við einum steðgi á 3 ár, har honarbeiddi við ungum sálarsjúkum. Umframttað er hon í dag býráðspolitikari í Havn og umsitir hon málsøkini náttúra ogumhvørvi.
