Tónleikur er sjálvsagdur !

9 September 2012
Skrivað hevur
Meiningar

Tónleikur hevur til allar tíðir verið ein sera umráðandi táttur í dagliga lívinum, sum býður uppá so ymiskt. Harafturat er tónleikur mennandi fyri allar aldrar.

Í Tórshavnar Kommuna eigur fokus at setast á tónleikin og virðingina fyri tónleikinum sum sjálvsagdur partur.

Tí eigur Tórshavnar Kommuna av álvara at seta ferð á at:

· Byggja nýggjan musikskúla beinanvegin, ein musikkskúla sum lýkur altjóða krøv og sum gevur rúm fyri, at allir borgarar hava møguleika at fáa undirvísing

· Umbyggja reinsaríið, so hettar kann brúkast til spælistað burturav

Byggja nýggjan miðbýarskúla, har tónleikur er stórur og sjálvsagdur partur av undirvísingini

Styrkja tónleikaundirvísing í øllum skúlum í kommununi

· Bjóða út fjølbroytt tónleikatilboð sum frítíðarvirksemi

· Menna ein tónleikapolitikk, sum gevur teimum, sum fáast við tónleik, góðar sømdir og sum tryggjar borgarunum góðar upplivingar

· Bera so í bandi, at kommunan vísir á ríka tónleikalívið bæði heima og í øðrum londum

Tónleikur eigur at vera sjálvsagdur partur av tí, sum fyriferst í kommununi. Uttan tónleik eru vit fátæk, tí má virðingin fyri tónleikinum og tónleikafakinum altíð setast høgt.

Andrea Heindriksdóttir