Tolsemi eigur at kúga fremmandahatur

3 August 2011
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Vit mugu ikki lata fremmandhatur fáa fastatøkur á okkum, sigur løgmaður í løgmansrøðu síni. Tað er gott og hóskandi at nevna hetta í røðuni eftir ræðuleikarnar í Noregi hin 22. juli.


Hetta eigur at minna okkum á, at tolsemi hevur víst seg at verða vørumerkið hjá myndugleikunum i teimum londum, sum í heimshøpi klára seg best fólkaræðisliga, vinnuliga og á vælferðarøkinum. Til samanberingar er manglandi tolsemi dominerandi í teimum londum, sum líða av kvinnukúgan, homofobi, analfabetismu og einaræði. Hesi virði mugu ongantíð sleppa at verða dominerandi á okkara leiðum Eitt fólk við góðum traditiónum, siðvenjum og heimligum virðum í rygginum og við virðing fyri sær sjálvum hevur eisini styrki at bjóða fjølbroytni vælkomnum.


Styrkin í tolseminum er fyrst og fremst virðingin fyri medmenniskjum. Harafturat eiga tolsemi at siggjast sum partur av teimum fortreytum, sum skulu til, til tess at menna okkum figgjarliga, vinnuliga, og mentanarliga.

Annita á Fríðriksmørk