Tjóðveldisfólk hittast á veitslu leygarkvøldið 10.oktober kl.19.00 í hølunum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali.
Kostnaðurin fyri veitsluna er kr.200.00 og fyri ung, pensjónistar og fyritíðarpensjónistar er kostnaðurin kr.100,00
Íroknað er vælkomusnapsur og eitt glas meðan bíða verður, matarskrá við trimum rættum, vín / vatn afturvið, borðsnapsir, dansur og undirhald. Barrin við sámuligum prísum er opin eftir borðhaldið, tá verður eisini spælt til dans.
Tekning fer fram á 22 99 46 og 22 46 98 ella umvegis teldupostin: loysing@olivant.fo – skotbráið er stutt, so skráseti tykkum sum skjótast og áðrenn hósdagin 8. oktober 2015.
Goldið verður á konto 6460 – 496.188.0 og viðmerk ‘veitsla’
