Einaferð var tað eitt land. Nakrar oyggjar, ið lógu langt úti í Norðuratlantshavi.
Í landinum búði eitt fólk, ið var ríkt. Ríkt av vitan, royndum og arbeiðssemi.
Landið var eisini ríkt av tilfeingi – bæði á landi, á sjógvi og í undirgrundini – og hevði landið hartil knýtt tøtt vinar- og samstarvsbond við grannatjóðir sínar.
Satt at siga, so var landið ríkasta land í heiminum – um mál varð eftir ríkidømi pr. íbúgva.
Fólkið, ið har búðið var av uppruna komið hartil, tí ynskt varð at ráða yvir egnum lívi og landi, og ikki vera undir øðrum yvirvaldi.
Men seinni høvdu útlendingar fingið ræðið yvir landinum, og hevði fólkið liva undir hesum í árahundraði.
Einaferð fekk fólkið umsíðir møguleika at siga sína hugsan, og meiriluti var tá fyri, at ræðið skuldi koma aftur til fólkið í landinum.
Men tá slapp sundurlyndið at ráða. Tjóðin var í tvíningum og leiðsla landsins valdi ikki at fylgja meirilutanum..
Umberingarnar vóru nógvar og hildið varð áfram undir útlendskum valdi.
Neyðugt varð at hava eitt sterkari land áðrenn ræðið kundi fáast á egnar hendur – varð sagt frá nøkrum.
Og fólkið lá ikki leingi á hesum boðum.
Landið varð bygt út við vegum, brúm, tunnlum, tyrlum og skipum.
Vinnan varð ment til eina framkomna vinnu.
Almanna- og heilsuverkið varð útbygt, skúlaverkið ment og mentan landsins fekk støðugt betri umstøður. Eisini gjørdist landið alsamt meira sjálvstøðug í samstarvi sínum við alheims tjóðir.
Landið varð nú fyrisitingarliga klárt at stjórna egnum landi – men enn valdaði sundurlyndið.
Mørkini og krøvini, ið áður vórðu sett fyri nær klárt var at taka ræðið aftur til fólkið, vórðu støðugt flutt og broytt.
Jú, meira vælferð, jú fleiri lógir, stovnar og jú fleiri vegir, tunnlar, bygningar, skip og tænastur – jú, størri vórðu krøvini til, nær landið varð mett búgvið at stjórna sær sjálvum. Sjálvt frá fleiri av teimum, ið søgdu seg vilja hava ræðið aftur heim til fólkið. Orð og gerð fylgdust ikki.
Heldur enn at virka fyri, at landið skuldi fáa fullan limaskap í altjóða samfelagnum, varð øll tíð og orka løgd í, at skapa sundurlyndi innanhýsis í landinum.
Sundurlyndi millum øki í landinum.
Sundurlyndi millum inntøkubólkar og útbúgvingarbólkar í landinum.
Sundurlyndi millum ættarlið í landinum.
At fasthalda sundurlyndið tyktist at tryggja útvaldum teirra ræði – men forðaði fyri, at landið varð ment til fullnar innanhýsis.
Tað gjørdist alsamt greiðari at ávísur partur av fólkinum vildið gera alt fyri at forða fyri, at ræðið skuldi koma aftur til fólkið í landinum.
… vendi aftur til søguna seinni ...
Tjóðveldisvárið er nær
Tey fyrstu, ið vit møttu, tá vit í gjár komu á land her í Suðuroy vóru 2 tjøldur.
Hugsaði at hetta mátti vera eitt tekin um, at várið varð ávegis fyri Tjóðveldi – at Tjóðveldisvárið var í nánd - og eitt gott floksting og bjartar tíðir stóru fyri framman.
Tað er eisini ein ómetaliga góð kensla at vera aftur á flokstingi saman við tykkum.
Havi altíð dámað framúr væl, at vera á flokstingi, og havi luttikið á flestu flokstingum seinastu 12 árini. Nøkur ár meira virkið enn onnur. Tað er við stórari gleði, at eg hesuferð aftur kann luttaka sum tingfólk hjá Tjóðveldi.
Fyrsta stóra tiltakið, ið eg luttók í hjá Tjóðveldi var her suðuri í Øravík. Kallað varð til fundar at fyrireika fólkaatkvøðu um fullveldi hjá fullveldissamgonguni í 2001, og var hetta nakað, ið eg avgjørt vildið vera við til at hjálpa til við. Las tá í DK, men valdi at útseta ferðina niður, so eg kundi vera við til at fyrireika. Hetta skuldi gerast ein søguligt tjóðveldistiltak – bæði fyri Tjóðveldi, men eisini persónliga.
Sum kunnugt varð fólkaatkvøðan avlýst, men havi eg síðan verið partur av Tjóðveldi sum løgtingskvinna í aðru fullveldissamgonguni, landsstýriskvinna í CHE samgonguni, sum starvnevndarlimur og nú aftur sum løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.
Eri ómetaliga glað fyri, at vera partur av eini rørslu, saman við so nógvum eldhugaðum og skilagóðum fólkum, sum øllum tykkum, ið eru her í dag og fleiri øðrum, ið ikki fáa luttikið í dag.
Ágangurin á tjóðveldisrørsluna er ofta harður, men tá floksting er, er árliga høvið at møtast og saman viðgera og kjakast um tað hjartamál, ið stendur okkum øllum so nær.
Eitt hjartamál, ið vit vilja nýta stóran part av okkara lívi til at fremja í verki saman.
Vit kunnu um vit vilja
Laila Solmunde, ið var ein undangongukvinna og sonn fyrimynd segði einaferð, at:
”tá tað bar til at fara upp á mánan, so mátti tað eisini bera til at skapa teimum møguleikar, ið bera brek.”
Tað sama kunnu vit siga um, tey evni, ið vit viðgera í dag. Bæði loysing, eitt meira samhaldsfast samfelag, betri tilfeingisgagnnýtsla og menning kring allar Føroyar eru mál, ið røkkast kunnu, um vit bert virka saman og málrættað fyri hesum.
Tá tað ber til:
- at hava føroyingar, at vinna sær pláss millum heimsins fremstu til OL í rógving og svimjing,
- hjá tónleikarum at verða innstillað til Grammy virðisløn millum heimsins fremstu,
- hjá føroyskari vinnu at verða millum heimsins bestu eitt nú innan aling,
- hjá føroyingum at seta heimsmet tá umræður útgávur av bókmentum og fløgum ár undan ári,
- hjá føroyskum fótbólti at vinna á nøkrum av heimsins bestu tjóðum,
og hjá føroyska samfelagnum at hava ment seg til eitt av heimsins ríkastu og mest vælskipaðu samfeløgum
Tá megna vit sanniliga eisini at taka stigið og taka fult ræði á egnum landi.
Samgongan flutt okkum burtur frá málinum
Tíverri eru vit ikki enn komin á mál, og seinastu mánaðarnar hava vit tíverri flutt okkum munandi burtur frá hesum.
Kundi tosað leingi um, hvussu SAMHALDSFESTIÐ er MINKAÐ.
Tí flatskattur hevur økt munandi um stættarmunin. Heilar 265 mió. kr. verða fluttar frá øllum føroyingum til teir føroyingar, ið hava inntøkur á 250.000 og meira. Yvir 4 ára valskeiðið verður talan um yvir 1 mia. kr., ið verður fluttar.
Skattahækkingin av pensjónini, ið nú verður skattað flatt 40% fyri øll, hevur eisini økt munandi um skattingina serliga av lægru pensjónunum.
Gjógvin millum realinntøku hjá lág- og hágløntum er ongantíð gjørd størri enn við verandi samgongu.
Kundi eisini tosað leingi um, hvussu vit flyta okkum burtur frá LOYSINGINI.
Nú blokkurin varð hækkaður – tó ikki við 200 mió. kr. sum ætlað varð – men ”takka verið dønum bert” við 8,6 mió. kr. Hetta hendir hóast allir flokkar – undantikið Sambandsflokkurin - høvdu boðað frá, at teir ikki vildu taka undir við hækking áðrenn valið.
Eisini hevur samgongan valt sum eitt tað fyrsta stigið:
- at steðga arbeiðið við føroyskari rættarskipan
- og stjórnarskipan,
- eins og ætlanin at forða fyri fiskivinnunýskipan og seta í gongd aftur 10-ára rullandi fiskiloyvi eru átøk, ið flyta okkum burtur frá sjálvræði.
- Seinasta átakið er so eisini at stongja sendistovuna í London.
Gjógvin millum flokkar, ið siga seg vilja fullveldi og framda politikkin hevur ongantíð verið størri.
Kundið eisini tosað leingi um, hvussu ÁLITIÐ á politisku skipanina er MINKAÐ, og hvussu hetta minkar okkara sjálvsvirði og flytir okkum longur frá møguleikanum at gerast sjálvbjargin.
Men latið okkum nú hyggja at framtíðini og møguleikunum fyri framman:
Stórar avbjóðingar fyri framman
Ongantíð er ein mótbrekka uttan undanbrekku.
Ongantíð er myrkur uttan ljós.
Ongantíð finnist nakað ringt um tað ikki eisini finnist nakað gott.
Taka vit fyrst tað ringa, og hyggja vit at SAMFELAGNUM FØROYAR, so er tað serliga ringa, at vit enn sum áður standa sundurbýtt.
Enn sum áður stíðast móti hvørjum øðrum heldur enn saman við hvørjum øðrum. Hetta ger, at vit hvønn einasta dag lata ómetaliga nógva vælferð og stór virði fara til spillist vegna skeivar og manglandi avgerðir í landsins leiðslu.
Tykist í stóran mun sum um, at vit vilja ikki síggja veruleikan í eygunum og hann er, at vit sum eitt heilt samfelag eru í stórari kapping við londini kring okkum. Í staðin velja økini innanhýsis í landinum at liggja og kappast, alt meðan stórur partur av okkara ungu velja Føroyar sum teirra heimland frá.
Valdar verða stuttskygdar loysnir – framum langtíðar loysnir – og ongantíð loysnir tvørturum valskeið.
Tað er ræðandi, at barnagarðar nú stongja, og skúlaflokkar gerast minni og minni – kring allar Føroyar. Vit síggja tað her í Suðuroy og sjálvt eisini í Tórshavnar Kommunu, har stongdi ein barnagarður undanfarna summar og fleiri eru væntandi ávegis. Í paralellflokki hjá dóttrini er flokkurin nú komin niður á 12 næmingar.
Fólkatalið minkar, og serliga kvinnur í burðardyggum aldri eru fáar í tali.
Fyri 25 árum síðan vóru vit væl fleiri á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist, í dag eru 4 og um 25 ár eru bert 2 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist. Hetta gevur okkum avbjóðingar.
Fólkatalið er bert vaksið 3.000 fólkum seinastu 25 árini, hóast burðaravlopið hevur verið 8.000 fólk. Tvs. 5.000 føroyingar mangla. Fyri 25 árum síðan vóru hartil 35.000 føroyingar í aldrinum 0-49 ár. Nú eru bert 32.000 í hesum aldrinum í Føroyum. Á hvørjum ári missa vit um 100 føroyingar í hesum aldrinum.
Fólkaminking er tíverri veruleiki bæði í miðstaði og kring landið. Føroyar minka.
Tað minsta, ið krevjast má er, at vit – og alt fólkið stendur saman um – at fáa Føroyar at vaksa aftur.
Hartil er okkara høvuðsvinna í tungum sjógvi. Í alt ov nógv ár er ongin nýskipan framd.
Fiskastovnarnir eru sera illa fyri, og lítið fæst. Verður hugt at avreiðingarvirðinum er hetta minkað við 1 mia. kr. seinastu fáu árini.
Verður hugt at øðrum viðurskiftum, so eru úrslitini í PISA alt annað enn góð – og ov lítil framstig eru innan okkara útbúgvingarverk. Nýskipanir innan alskyns øki standa hartil enn í bíðirøð.
Skulu broyta minking til menning
Tað góða er, at vit kunnu gera nakað við alt hetta. Treytað av, at viljin er til staðar.
Onki samfelag stendur í stað. Talan er altíð um minking ella menning. Í løtuni er minking, men vit skulu venda hetta til menning.
Tað sum krevst er ein leiðsla, ið megnar og dugir at seta sær greið mál, skapa samstarv og savna fólkið, og fremja tær nýskipanir og tey átøk, ið skulu til fyri at røkka málunum.
Latið okkum byrja við at seta okkum mál – umframt at gera Føroyar til sjálvstøðugt og samhaldsfast land, ið hevur menning kring alt landið - hví ikki vilja menna Føroyar soleiðis, at vit røkka fólkatali á 100.000 føroyingar.
Hetta hevði sett krøv til politisku skipanina og kravt eitt nú:
Munandi íløgu í størri útbúgvingarútboð – eitt nú umvegis fjarlestur.
Tílík mál høvdu eisini sett krøv til lætta og bíliga atgongd til breitt úrval av bústaðum.
Eisini nýskipanir innan okkara kommunur, okkara skúlar, pensjón, skatti og fyrisiting – sum heild nýskipanir, ið skulu hava til endamáls at skapa munandi meira vælferð og tryggja at vit ganga fremst innan hesi øki í Norðurlondum.
Eisini her neyðugt við málrættaðum vinnupolitikki fyri at skapa grundarlag fyri munandi meira virðisøking og fleiri størvum í Føroyum. Fiskivinnunýskipan, ið tryggjar vinnuni framgongd og burðardygd lívfrøðiliga og fíggjarliga – og munandi fokus á ferðavinnu !
Ein munandi stekari ferðavinna kann verða lykilin til nógv:
- grundarlag hjá føroyskum listafólkum at liva av teirra list og ríka føroyska mentanarlívið,
- grundarlag fyri munandi fleiri og betri tænastum, matstovum o.s.f.r,
- grundarlag fyri bíligari ferðakostnaði til og úr Føroyum,
og avgjørt vil ein munandi styrkt ferðavinna, saman við sterkum kommunalum eindum, verða týðandi tættir í eini økismenning við øktum virksemi og spennandi størvum kring allar Føroyar.
Fíggjarliga eru eisini ríkir møguleikar fyri at venda halli til yvirskoti og gera landið óheft av veitingum úr Danmark. Tá fiskivinnan aftur kemur fyri seg, kann avreiðingarvirðið lættliga økjast við 1 mia. kr. Hartil er nýtslukvotan – tvs. tann parturin av inntøkuni, ið fólk nýta til nýtslu - hjá føroyingum í dag óvanliga lág, so lág, at tá henda kemur upp á meira vanligt støði, verður mett at búskapurin kann økjast við 1 mia. kr. Av hesum kunnu landsins inntøkur helst vaksa fleiri 100 mió. kr. Hartil kemur, at politisk semja er um, at fáa hall á ½ mia. kr. burtur, samstundis sum ein røð av nýskipanum liggja og bíða eftir at verða settar í verk innan pensjón, kommunur, fyrisiting og fiskivinnuna.
Tá umræður okkara samfelag eru sostatt ófatiliga ríkir møguleikar fyri menning – og ongin ivi er um, at um vit vilja, kunnu vit ganga á odda – heldur enn sum nú, nærum liggja undir einum kodda.
Og vit eru ávegis at fyrireika okkum til, at Tjóðveldi framyvir í enn størri mun kann vera tann drívmegin, ið skal til, fyri at fáa hetta at henda.
Tjóðveldi munandi menningarmøguleikar
Latið okkum nú hyggja at okkum sjálvum – at Tjóðveldi – og aftur meta um tað ringa og tað góða.
Tað ringa er, at vit júst hava verið umvegis tvey val, har okkara stuðlar hava sagt okkum frá, at tey ikki – í eins stóran mun sum áður – stuðla okkara kós.
Bert 16% av føroyingum stuðlaðu okkum, okkara umboðan á Løgtingi minkaði við 25% úr 8 niður í 6 umboð, og hava vit í dag bert umboð úr suðurstreymoy, Sandoy og Suðuroy.
Eisini hava vit verið í andstøðu – og harvið við munandi minni ávirkan – bæði undir ABC og ABDH samgongunum – og er heldur ikki hetta er nøktandi.
Men sum Nelson Mandela segði tað so væl: “Stórsti heiðurin tú kanst vinna í lívinum er ikki ongantíð at detta – men at reisa teg hvørjaferð tú dettur”.
Og tað góða er, at vit hava eitt ómetaliga gott útgangsstøði at reisa okkum upp frá.
Vit hava nógvar trúgvar stuðlar, dugnalig fólk kring alt landið, skilafólk í økisfeløgunum og sterka tingmanning – samstundis eru møguleikarnir fyri menning stórir:
1. Vit skulu menna tilknýtið til fólkið kring landið – økisfeløgini styrkjast og mennast, so hesi kunnu ganga á odda í hesum arbeiði.
2. Vit skulu menna samstarvið millum tingmanning og økisfeløgini – og millum okkara umboð í bygdar- og býráðum, tingmanning og økisfeløgini - soleiðis at vit í lyfta í felag og soleiðis røkka longur.
3. Vit skulu endurnýggja okkara politikk, sum tó skal rótfestast í okkara framúr góðu stevnu, soleiðis at hesin framhaldandi verður besta boðið uppá einar framkomnar Føroyar fyri øll.
4. Vit skulu dagføra okkara samleika og okkara samskifti, soleiðis at hesi samsvara til fullnar við tað vit eru og kanska í størri mun leitar aftur til tað, ið vit standa fyri.
5. Vit skulu knýta tættari bond til hinar flokkarnar á Løgtingi, og soleiðis leggja lunnar undir komandi samgongum har Tjóðveldi er við umborð.
6. Mest av øllum so skulu vit eisini í nógv størri mun lurta eftir okkara baklandi, veljarum og tjóðveldisfólki – bæði núverandi og komandi. Tað er ein orsøk til at vit hava 2 oyru og ein munn – vit skulu lurta dupult so nógv sum vit tosa.
Skapa semju í ósemju
Fyritreytin fyri, at vit skulu kunnu skapa nakað nýtt og veruliga fáa Føroyar framá er, at vit megna at bróta tað sundurlyndi og tað stuttskygni, sum valdar í føroyska samfelagnum í dag.
Sundurlyndi, stuttskygni og manglandi samstarv hevur tíverri eyðkent føroyska samfelagið og føroyskan politikk altíð.
Tíðin er komin til broyting.
Ikki tí - tað er í fínasta lagi at vera ósamd – men kynstrið liggur í at finna semju hóast ósemju.
At skapa semjuna í ósemjuni.
Megna vit hetta – so røkka vit langt.
Ongin ivi er um, at tað er ein styrki at hava ymisk sjónarmið og at vera ósamd sum útgangsstøði, tí hetta er á ein hátt tað, ið fólkaræði snýr seg um. At ymsar meiningar og ymiskleikar koma til sín rætt.
Men tað er tann, ið megnar at fáa ymsu meiningarnar at savna seg um eina loysn – eitt úrslit – eina semju – ið megnar at flyta landið framá.
Krevja vit sundurlyndið burtur - og at skapa semju har ósemja er - so mugu vit byrja við okkum sjálvum.
Tí vit kunnu ikki krevja av øðrum, nakað, ið vit ikki krevja av okkum sjálvum.
Vit skulu ganga á odda at støðga tí sundurlyndi, ið eyðkennir millum land og kommunur, miðstað og útjaðara, akademikarar og ikki-akademikarar og hildið kundi verið áfram.
Eg eri vís í, at megna vit í Tjóðveldi ikki at saman um at røkka tí máli, ið vit øll brenna fyri, so verður heldur ikki møguligt at fáa føroyingar annars at taka undir við kósini, ið sett er.
Eg eri tó 110% vís í, at vit megna at savna og skapa samanhald um alt landið.
Men tað krevur at serlig tøk verða tikin.
Politiska støðan kann bert gerast betur í Føroyum
Ikki minst nú vit standa í einari undarligari politiskari støðu.
Hevði tí ongantíð væntað, at eg heldur hevði ynskt mær ABC-samgonguna, ið setti Føroyar á eitt parkeringspláss í 7 ár, enn eina verandi samgongu. Men so er. Tí heldur hava eina samgongu, ið onki fremur – enn eina samgongu, ið fremur átøk, ið eftir mínum tykki eru til skaða fyri land og fólk.
Tað einasta góða við politisku støðuni er – at tað kann bert gerast betur !
Og henda kann gerast munandi betur.
Mørk eru bert har um vit sjálvi seta tey
Og hvør er betur fyrimynd enn Pál Joensen, sum hvønn dag venur málrættað í Vági fyri at røkka sínum málum.
Hann vísir í verki vegin. Hann vísir eisini at tær avmarkingar, ið vit seta okkum bæði sum persónar, sum øki og sum samfelag, tey eru fyrst og fremst í okkara høvdum.
Mørkini fyri, hvat røkkast kann eru bert til staðar – um vit sjálvi seta tey.
Velja vit hinvegin at síggja tað møguliga framum tað ómøguliga – so eru vit nær øllum teimum málum, ið vit ynskja fyri okkara land og fólk.
Vit eru lítið land – tí kunnu vit !
Vit skulu gevast at tosa um avmarkingar og forðingar. Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt:
”jamen, vit eru so fá og lítið land, so tað fer ongantíð at bera til” – ella – “jamen, vit eru jú altíð 15 ár aftanfyri hini, so tað má bara vera so”.
Nei, tað má ikki bara vera so !
Um vit vilja nakað annað – so kann tað verða nakað annað.
Latið okkum heldur siga: Vit eru lítið land og fá fólk – tí kunnu vit !
Ongantíð hava smátjóðir sum vit havt betri møguleikar at klára seg í altjóða samfelagnum. Eitt nú gera samferðslumøguleikar og samskiftismøguleikar tað sum áður var ómøguligt – møguligt.
Tað at vera ein lítil tjóð gevur nógvar fyrimunir fram um stóru londini. Tí vit hava munandi betri møguleika at tillaga okkum til støðugt broyttar fyritreytir í alheiminum og heima hjá okkum sjálvum.
Tað er sum kunnugt ikki tann sterkasti sum yvirlivir – men tann, ið hevur bestu evnini at tillaga seg til broyttar umstøður, segði Darwin - og hetta er okkara stóri fyrimunur.
Ein fyrimunur, ið bara bíðar eftir at vera brúktur.
Tí um vit framhaldandi skulu nýta 30-40 ár at tosa – sum t.d. við kommununýskipan og pensjónsnýskipan – áðrenn nakað hendir, so verður samfelagið afturúrsiglt fyri hvønn dag sum gongur.
Latið okkum venda hesum hugburði og siga, at tað er júst tí at vit eru lítið land, at vit kunnu ganga á odda – og í verki vísa hetta.
Hetta verður møguligt tá vit hava fingið eina nýggja stjórn, ið megnar at seta stór og greið mál, skapa neyðugu semjurnar og savna fólkið, og fremja nýskipanir og úrslit, ið gera at vit røkka málunum.
Hetta kann henda tá Tjóðveldi aftur kemur í landsins leiðslu.
Tá vilja vit kunna enda søguna, ið eg byrjaði røðuna við soleiðis:
Einaferð verður tað eitt land ...
Hóast tað gjørdist alsamt greiðari at ávísur partur av fólkinum vildið gera alt fyri at forða fyri, at ræðið aftur skuldi koma til fólkið í landinum – so vóru spírar kring alt landið, ið ynsktu at vinna ræðið aftur til fólkið, ið har búðið.
Miðvíst varð arbeitt fyri hesum, og ein dagin var stjórn í landinum, ið megnaði at flyta landið longur fram eftir fáum árum, enn landið varð flutt seinastu 100 árini.
Landið varð vorðin ein útbúgvingarmiðdepil í Norðuratlantshavi fyri tey, ið ynsktu at nema sær útbúgving innan maritima og havfrøðiliga økið. Best umtókti útbúgvingarmiðdepilin í Norðurlondum var at finna her. Eisini nógvir útlendingar leitaðu sær henda vegin at nema sær útbúgving og at undirvísa. Hetta skapti grundarlag fyri at útbyggja eitt breitt úrval av útbúgvingum – og kundu stórtsæð allar útbúgvingar takast í landinum umvegis fjarlestur.
Ungdómurin stórtreivst í landinum, og skapti eitt livandi kjak, vøkstur og virksemi í landinum.
Landið hevði fingið eina blómandi ferðavinnu, ið nú taldist millum høvuðsvinnur landsins, saman við alivinnuni, ið gekk á odda innan alheims aling, og fiskivinnuni, ið støðugt menti nýggjar mátar at gerast enn meira virðisskapandi og burðardygg. Útlendingar leitaðu sær til landið at nema sær vitan um, hvussu landið megnaði støðugt at tillaga seg og ganga á odda.
Ferðavinnan og útbúgvingarmøguleikarnir fingu støðugt fleiri fólk til Føroya í styttri og longri tíðarskeið. Hetta skapti grundarlag fyri okkara listafólkum, ið nú kundu liva av teirra list, okkara matstovum, tænastuvinnum somuleiðis og skapti sum heild størv og virksemi kring allar Føroyar. Ferðafólkatalið við flogførunum var nú so stórt, at ferðseðlarnir kostaðu munandi minni enn áður.
Landið hevði framt eina røð av nýskipanum innan kommunur, almannaverk, heilsuverk, skúlar, pensjón og fyrisiting – nýskipanir, ið tryggjaðu, at landið nú var mest nýskapandi vælferðarsamfelagið í Norðurlondum. Hini Norðurlondini leitaðu sær hendavegin at fáa íblástur og vitan.
Sterku kommunalu eindirnar saman við blómandi ferðavinnuni sóust aftur í ovurstórari menning kring alt landið, samstundis sum høvuðsstaðurin gjørdist alsamt meira kappingarførur við aðrar stórbýir.
Kanningar vístu, at fólkið í landinum var heimsins eydnusamasta, og fólkatalið vaks munandi ár um ár. Við hesari gongd fór landið at røkka teimum 100.000 íbúgvunum áðrenn hetta varð væntað.
Landið hevði sjálvandi givið fólkinum møguleika at velja, hvørt ræðið skuldi vera í teirra hondum, ella á útlendskum hondum – og svarið varð greitt.
Fólkið hevði valt loysing.
Merkið sum hekk í kirkjuni í Fámjin veittraði nú millum hini kring allan heim.
Á flokstingi Tjóðveldis í Fámjin,
17. mars 2012
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi