Tjóðveldisfundur í Klaksvík

25 October 2015
Skrivað hevur
Unga Tjóðveldi

Komandi mánaðirnar vitjar Unga Tjóðveldið øll tey gomlu valdømini undir heitinum "Unga Tjóðveldið kring Føroyar". Vit byrja í Klaksvík mikudagin 28. oktober. Fundurin er almennur og verður samskipaður við Norðoyar Tjóðveldisfelag.

Fundurin byrjar við, at Jóhann Lützen, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Klaksvíkar kommunu, leggur fram um arbeiði hjá býráðssamgonguni millum Tjóðveldi, Sjálvstýrisflokkin og Javnaðarflokkin.

Síðani leggur Óluva Klettskarð, løgtingskvinna, fram um øktu ferðavinnuna í Føroyum við serligum atliti at Norðoyggjum og hvussu vit gagnnýta hetta fyri fólk og vinnu á ein burðardyggan hátt.

At enda ber Maria Kristina Smith, sum er nevndarlimur í Norðoya Unga Tjóðveldið, fram røðu.

Fundurin byrjar kl. 19 og verður hildin í hugnaligu hølunum í Miðstovu í Leikalund.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Unga Tjóðveldið & Norðoya Tjóðveldisfelag

Meira um sama evni

No items found.