Nei, vit vilja ikki konfrontatiónina. Vit vilja heldur ikki isolerað okkum. Og vit ynskja ikki at steina danir. Og eg kundi hildið fram. Tað eru tey, sum siga hetta um okkum, tíverri Men felags fyri hesi er, at teimum vantar grundgevingar og mótspæl mótvegis tí viðurkendu rødd millum danskar politikarar á Danatingi, sum umboð okkara hevur mælt á Fólkatingi seinastu árini.
Vit vilja samstarva, vit vilja konstruktivar loysnir, vit ynskja fakliga vitan og royndir, vit ynskja – sum flest allar aðrar tjóðir - fullveldi og samstarv við so nógv onnur lond sum gjørligt!
Tí ynskja vit fyrst og fremst at framhaldandi verða røddin hjá føroyska fólkinum, sum í hvørjum einstøkum føri miðjar eftir loysnum, sum tænir okkara áhugamálum.
Tjóðskaparlig sjónarmið
Eisini ynskja vit at tryggja okkara tjóðskaparligu sjónarmiðum, so hesi koma til sjóndar, á ein virðiligan hátt, og at vit ikki helma í á hesum bógvi, fyrr enn fullveldi er sett á stovn. Táið hetta er komið undir land, eiga vit sjálvsagt at halda fram við góðum samstarvi og positivum dialogi við danir, - men frá tá av, er talan um samstarv millum tveir líkastillaðar partar. Danir hava eitt fólkatal, sum er 120 ferðir størri enn okkara, - men vit hava eitt land og sjóøki, sum er tríggjar til fýra ferðir størri enn teirra. Hesar fyrimunir hvør hjá øðrum eiga vit sjálvsagt at gagnnýta og samstarva um, sum líkastillaðir partar.
Heimurin er opin, stórur og fjølbroyttur. Tí eiga vit at halda fast um góðan samhandli og samstarva um vørur, tænastur, útbúgving, vinnulív og politikk. Hetta gera vit ikki sum isolera heimastýri í norðuratlantshavi, men sum sjálvstøðugur samstarvspartnari í Norðurlendskum og evropeiskum og alheimshøpi.
Móðurmál okkara
Umráðandi er eisini at okkara móðurmál, má viðurkennast sum tjóðarmál okkara. Móðurmál er størsti mentanarberi okkara, og eigur sjálvsagt at fáa ta altjóða viðurkenning, tað hevur uppiborið. Í dag er tað ikki viðurkent sum tjóðarmál okkara. Tað er viðurkent sum landspartamál. Til samanberingar er grønlendskt viðurkent sum tjóðarmál grønlendinga, og fekk grønlendskt hesa viðurkenning við grønlendsku sjálvstýrislógini. Við hesi viðurkenning hevur málið ein hægri status á altjóða pallinum.
Innlit okkara í fíggjarviðurskifti
Umráðandi er, at vit fáa størri ávirkan og innlit í fíggjarviðurskifti okkara. Hóast føroyski búskapurin og hin danski ikki er hin sami, men tveir, sum eru heilt hvør sín, so verða vit ofta uppfataði, sum partur av danka búskapinum, og verða .t.d bankarnir viðfarnir, sum havandi eins lítlan týdning fyri okkara búskap, sum ein líka lítil banki hevur fyri danskan búskap. Hetta er sjálvandi ikki so. Eik banki hevur lutfalsliga nógv størri ávirkan á okkara búskap enn ein tilsvarandi stødd av einum banka hevur fyri danska búskapin.
Føroyski fíggjarmarknaðurin er formliga danskt málsøki, sum vit ikki hava endaliga ábyrgdina av. Tí hava vit heldur ikki rætt til neyðugt innlit og ávirkan í mál, sum viðvíkja bankakervinum og fíggjareftirlitinum. Hetta er nakað, sum vit eiga at krevja, við teirri grundgeving at vit vilja hava ábyrgd og innlit og ávirkan. Vit ynskja ikki at verða tey, sum onki vistu, fyri síðani at geva skylduna á onnur. .
vit eiga sjálvsagt at halda fram við ætlanunum at yvirtaka øll málsøki. Sjálvsagt eisini teimum sum viðvíkja fullveldinum. So leingi meiriluti ikki er fyri hesum eigur minsta kravið at verða, at vit fáa so neyðugt politiskt innlit, sum tilber í hesi málsøki, og at vit kunnu útvega neyðug sjónarmið, sum viðvíkja føroyskum áhugamálum.
Talan er um rættiliga stór málsøki, sum ikki eru yvirtikin, og sum vit hvørki hava innlit í ella ávirkan á. Og á hinari síðuni eru so danskir myndugleikar, sum ikki kenna okkara sjónarmið, okkara tørv og ynski.
Samstundis sum vit fáa ábyrgdina, uppbyggja vit okkum eisini ein fakligan førleika og royndir, sum skulu til fyri at fóta sær á altjóða pallinum. Vit hava nógv væl útbúgvin fólk við fakligari vitan og royndum, sum kundu átikið sær hesa uppgávu.
...og so makrelurin
Eisini er umráðandi at rødd okkara á danatingi hevur neyðugt innlit í viðurskifti, sum viðvíkja ætlanum hjá ES mótvegis føroyingum. Danmark er í ES, vit eru ikki. Men ES er okkara størsta móttøkuland av útflutningi okkara. Nú ætlanir verða fyrireikaðar at boykotta okkum, er neyðugt at tað land, sum umboðar okkum í uttanríkismálum ger hetta við vitan um okkara áhugamál og vilja at tæna okkara sjónarmiðum. Eisini her er føroyska røddin avgerðandi.
Norðuratlantsbólkurin
At tæna føroyskum áhugamálum hevur norðuratlantsbólkurin virka fyrimyndarliga. Hesin hevur saman við grønlendsku umboðum upplýst fólkatingið um sambandið millum Grønland, Føroyar og Danmark, samstundis sum bólkurin kannar og upplýsir um hvørji stig eru neyðug fyri at stovnseta Grønland og Føroyar sum sjálvstøðug lond. Dømi um arbeiði, sum Høgni Hoydal, fólkatingsmaður byrjaði uppá og sum hann fekk gjørt, sum partur av Norðuratlantsbólkinum er kanningin av útisetum.
Tað uppbyggjandi og gevandi samstarv í Norðuratlantsbólkinum ynskir Tjóðveldi at halda fram við.
Gott val
Annita á Fríðriksmørk