Tjóðveldi vs óttan

28 October 2011
Skrivað hevur
Meiningar

Eitt tað týðiligasta dømið í dag er republikanarnir í USA, sum spinna um mótpartin og umheimin, heldur enn at framseta veruligar politiskar loysnir til frama fyri land. Hetta riggar ofta, men er ikki landinum at frama.

Hetta sæst eisini nú uppundir løgtingsvalið. Tað, at forskrekkja veljaran við at yvirtulka og feiltulka hinar flokkarnar ístaðin fyri at vísa á egnar loysnir, er ringur stílur.

Vit sóu tað eisini til fólkatingsvalið, og har riggaði tað sum valagn. Javnaðarflokkurin koyrur sína vanligu valkampanju við at heingja HINAR flokkarnar út við hálvum lygnum og feiltulkan.

Í heilsíðulýsingum siga tey, at støðan nú er álvarsom, men nevna onki um at tað eru akkurát teir sum hava sitið við fíggjarmálum og heilsumálum(har støðan er mest álvarsom), øll tey seinastu árini. Eg øtist!

Veljarin letur seg vónandi ikki ræða, til at velja somu loysn, sum hevur koyrt okkum so langt av sporinum.

Vit í Tjóveldinum ræðast ikki, tí tey komandi árini eru altavgerandi fyri gongdina her heima, og vit eru til reiðar at føra landið frameftir.

Vel lista E í morgin

Vitjað mína síðu

Mínar valgreinar

- Vel ein arbeiðara á ting

- Arbeiðseftilitið skal ikki sparast burt

Eitt sindur um meg

Heri Reynheim