Tjóðveldi er títt besta boð til føroyska sessin á Fólkatingi
Alt meðan týðandi avgerðir fyri Føroyar verða tiknar á Fólkatingi, so eiga vit at hava eina føroyska rødd. Uttan egnan uttanríkispolitikk er Fólkatingið eitt vindeyga út í stóra heim.
Hóast vit ikki dagliga geva okkum far um, hvønn týdning eitt nú rættargangsmál, verjumál og uttanríkismál hava í gerandisdegnum, so ávirka hesi grundleggjandi viðurskifti, ið viðkoma bæði búskaparmenning, útflutningi og gerandisdegi okkara. Sitandi samgongan hevur samtykt fleiri avgerandi lógir fyri Føroyar, ið knýta okkum tættari at bæði ríkisfelagsskapinum og ES. Í 2014 atkvøddi Fólkaflokkurin fyri avlurtingarpakkanum, sum er ES-lóggáva, ið gevur donskum og ES-myndugleikum víðfevndar heimildir at avlurta og goyma upplýsingar um privat samskifti hjá øllum føroyingum, og í 2015 atkvøddi sami flokkur einmælt fyri at geva einum donskum ráðharra einsamallan avgerðarrætt um at seta ES-lógir í gildi í Føroyum á fíggjarøkinum. Og fýra ferðir hevur flokkurin, sum kallar seg tjóðskaparflokk, atkvøtt fyri at hækka blokkin, í 2011, 2012, 2013 og 2014.
Tí er bert ein veruligur tjóðskaparflokkur, ið kann verja føroysk áhugamál!
Týðilig føroysk rødd
Sera avgerandi fyri okkum føroyingar er, hvussu vit starvast á Christiansborg. Á egnum politiskum palli í fólkatinginum megna vit óheft at taka upp øll mál, ið kunnu fremja søk føroyinga. Norðuratlantsbólkurin megnaði í sínari tíð serstakliga væl at virka fyri áhugamálum og rættindum hjá føroyska og grønlendska fólkinum burturav. Við egnum samleika og greiðari talu lýstu og staðfesti bólkurin støðuna hjá útisetum og rættindi okkara sum tjóð.
Eina slíka greiða rødd tørvar okkum aftur á Fólkatingi. Fólkatingssessurin er ein tignarlig umboðan og eigur ikki at verða brúktur til at fremja egin áhugamál. Tað er røddin úr Føroyum, limir á Fólkatingi vilja hoyra, ikki møsn um pening til einstøk prosjekt, ið vísa okkum sum politikarar og tjóð á knøunum. Tað eru áhugabólkar og feløg, ið skulu hava leiklutin at fáa fíggjað verkætlanir úr grunnum o.ø., ið lata stuðul. Fólkavaldir politikarar arbeiða við politikki, og tjóðveldispolitikarar tryggja sjálvbjargnisrødd føroyinga.
Norðuratlantshøv í miðdepilin
Føroyar og Grønland hava áhugamál, ið eru rættiliga lík. Sum fiskivinnutjóðir í Norðuratlantshavi liva vit av ovurstóra livandi tilfeinginum í Norðurhøvum og øðrum ráevniskeldum. Veðurlagsbroytingar, havumhvørvi og burðardygg veiða eru alt avgerandi fyri okkara liviumstøður. Í ríkisfelagsskapi við Danmark sum limur í ES krevur tað av okkum, at vit sum eru umboðað av donskum uttanríkisráðharra, ið starvast nógv í Brússel og við landbúnaðarviðurskiftum sum aðalmáli, skulu gera vart við okkum. Norðurlatlantshøv mugu setast í miðdepilin. Makrelmálið prógvar, at Danmark velur ES fram um føroysk viðurskifti.
Tí er tað av alstórum týdningi, at føroyingar fara á val 18. juni og velja eina greiða og týðiliga føroyska rødd, ið kann føra tíni sjónarmið fram á røttum stað.
Vel føroyska rødd á Fólkating!
Óluva Klettskarð, Tjóðveldi