Flokkur okkara stendur ikki samdur, nú vallógin aftur er fyri í tinginum og mangar eru meiningarnar um hana. Við einum valdømi var tankin, at føroyskir politikarar skulu gerast meira landspolitikarar. Nú er tað ymiskt, hvussu vit tulka ta gongdina, –summi eru jalig, onnur neilig, og onkur heldur, at politikarar eru uppaftur minni landspolitikarar enn frammanundan. Kanska er tað í veruleikanum so! Men í øllum førum setir hetta størri krøv til økisfeløgini. Økini mugu í størri mun lofta viknandi lokaláhugamálunum. Økisfeløgini og meginfelagið Aðalstjórnin hava framvegis eina stóra uppgávu –sjálv haldi eg nógv størri, enn vit geva okkum far um.
Hugsjónin er kjølfesti
Mong tey seinastu árini hevur verið ført fram, at hugsjónirnar eru um at doyggja burtur! Um ikki tilvildin valdar, so rennur oman móti miðjuni úr báðum borðum. Og sjálvsøkni er sloppið at ráða í politikki: ein og hvør er sær sjálvum næstur. Sum vit vita, so er hetta als ikki serføroysk viðurskifti, tvørturímóti. Og júst í hesum liggur ein uppgáva hjá Aðalstjórnini , rættiliga frammarlaga: at halda hugsjón floksins uppi. Tað er nú, vit mugu standa saman um stevnu floksins.
Virkin økisfeløg - skulu vinna á “politikara leti”
Flokstingið er eitt hitt fremsta málið hjá Aðalstjórnini! Her er tað, at tjóðveldisfólk skulu koma saman og koma til orðanna – og politikkur floksins skal hava sínar røtur úr hesum forum. Uppgávan hjá aðalstjórnini er tískil eisini, at so mong sum til ber møta upp at stuðla og siga sína hugsan. Hetta verður mítt mál sum aðalstjórnarformaður. Eg fari at virka fyri, at lív kemur í flokkin um landið alt. Vit eiga ikki at vera nøgd við, at bert fá tandur møta upp til tiltøk bæði hjá flokkinum og hjá feløgunum. Vit mugu seta á stovn betri arbeiðslag, endamálinum hjá flokkinum at frama.
Vit kunnu ómøguliga vera nøgd, fyrr enn fólk úti um landið er virkið. Vit í økisfeløgunum kenna fólkið í nærumhvørvinum, og vit skulu fara eftir teimum, at fáa tey við í arbeiði okkara og eggja teimum at taka lut..
Eitt valdømi og mong onnur mál
Málið at skipa Føroyar í eitt ella fleiri valdømi er upplagt at kjakast um í feløgunum. Nú sigi eg ikki, at hetta ikki er gjørt, tvørturímóti veit eg, at hetta hava feløgini kjakast nógv um; men eg hugsi, at størri arbeið eigur at vera lagt í slík mál. Her hugsi eg mær, at vit seta bólkar niður, tá mál stinga seg upp. Og hesir bólkar –ella arbeiðshugað fólk, kunnu vit eisini kalla tað, tey kunnu so koma við próvgrundum fyri sínum støðutakanum, so politikararnir hava okkurt at arbeiða við og útfrá. Tað er ótrúliga tungt at sita á tingi og ikki merkja tyngdina aftanfyri –at fáa stuðul er mergur í arbeiðinum.
Tjóðveldi, samhaldsfesti og burðardygd
Tjóðveldi stendur fyri at stovnseta føroyskt tjóðveldi, fyri samhaldsfesti, javnaði og nú eisini burðardygd! Hesi eru veldiga stór mál, sum átta fólk á tingi ikki fáa framt í sær sjálvum! Tískil eiga vit í staðin fyri at finnast at politisku umboðum okkara, stuðla og eggja, og hvønn dag fáa tey á tal –ja vit mega fremja eina grasrótarørslu út um landið.
Tí tað verður bert soleiðis, vit fáa sjálvræði. Tað verður ikki á tingsins røðarapalli eina! Tað verður í hjørtunum á fólki, henda kollvelting skal henda. Tískil skulu vit fáa fatur á fólki úti um landið alt –hugsjónafólkum, verkafólkum –ungfólki ...øll skulu vit vera við at lyfta byrðina, ið skal fremja stovnsetanina av føroyskum tjóðveldi!
Tað verður hesum, eg fari at virka fyri í aðalstjórnararbeiðinum.