Alt síðan farið varð undir at bora eftir olju í føroyskum øki, hevur Tjóðveldi havt hetta evnið í skrá floksins. Vit ásanna, at oljuríkidømið er avmarkað og kann hava fleiri vandamál við sær fyri føroyska samfelagið – búskaparliga, sosialt, mentanarliga og fyri økini í landinum.
Tjóðveldi hevur sum mál, at olja og oljuvirksemi skal nýtast til menning og bygging av tjóðini.
Tjóðveldi vil tí grundlógar-staðfesta, at alt tilfeingið er ogn Føroya fólks. Harnæst, at so nógv virksemi, sum til ber, kemur føroyingum og føroyska samfelagnum at gagni.
Føroyingar eru í flestum lutum eitt framsøkið fólk, og soleiðis er eisini innan oljuvinnunna. Nógv hava tikið hægri útbúgvingar sum t.d. jarðfrøðingar og serútbúgvingar innan offshore-vinnu á boriplattformum og útgerðarskipum. Vinnan - t.d. Supply Service o.o. - hevur útvegað og bygt skip til endamálið. Samstundis bjóða teknisku skúlarnir út skeið, og Fróðskaparsetur Føroya hevur sett kolvetni á skrá. Hetta vísir, at føroyingar longu eru í ferð við at fyrireika seg til oljuvinnuna.
Men hetta er ikki nóg mikið. Vit eiga alt fyri eitt at gera serligar árinakanningar, sum vísa, um vit búskaparliga, sosialt og mentanarliga eru til reiðar at taka ímóti avbjóðingunum.
Fyri at eitt komandi oljuvirksemi ikki skal koma sum ein skelkur í føroyska samfelagið, skulu omanfyrinevndu mál vera avgreidd.
Tað er í mínari verð eingin ivi um, at evnið oljupolitikkur má koma á dagsskrá í komandi tingsetu, soleiðis at vit, í breiðari semju flokkanna millum, eru til reiðar at lofta, tá avbjóðingin kemur, og ikki standa sum kánus.
Olga Biskopstø
Olga Biskopstø