Tað tilkemur ikki einum uttanveltaðum, at leggja uppí eitt innanhýsis stríðsmál í øðrum flokki, men táið maður eftir fýrati ára stríð fyri ein og sama flokk leggur kongin, tá er tað ein somikið eksistensiell avgerð, at hon neyðturviliga er konsekvensroknað úr enda í annan. Grundin er tá onkursvegna sveipað undan tí flýggjandi. Málið um Poul Michelsen er stríðið um Fólkaflokkin. Teir radikalu sjálvstýrarnir hava tapt slagið um radikalt sjálvstýri. Úrslitið er, at sambandsvongurin nú situr einsamallur eftir á bríkini. Hvíti kameleónurin er nú bika svartur við onkrum hissini brúnum stríggjum.
Sjálvur eksponenturin fyri hendan vinnaravongin, sjefideologurin síðani 1975, Óli Breckmann, segði í eini viðmerking til framsøgurøðuna hjá Tjóðveldinum undir fíggjarlógarviðgerðini, fyri lítlari viku síðani, orðarætt soleiðis á tingi:
“Der Untergang minti nakað um rópini frá tí einasta, sum veit nakað og dugir nakað í føroyskum politikki og í føroyskum vinnulívi – Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldisflokkinum. Sorgarleikurin í Føroyum er tað, at vit hava altíð roynt at eftirlíkna tí skandinaviska vælferðarmodellinum. Tá ið ein danskur amtmaður – og vit mega gera okkum greitt – í Føroyum, sum stovnaði Færø Amts Sparekasse í 1832. Tað vóru tríggjar danskar og tvær týskar familjur, sum keyptu tann Kongaliga Einahandilin, sum føroyingar ikki tordu at sleppa sær av við frá 1709 til 1858 (helst eitt mistak, tað var í 1856 – tj.) Tað var donsk fíggjan, sum bjargaði okkum sluppkeypunum í 90´unum. Tað var Den Danske Landmandsbank, sum mátti út við 95%´um av partapeninginum í tí fyrsta sokallaða føroyska bankanum sum kom, føroyingar kláraðu 14...............”
Her endaði hálovanin av dønum og donskum valdi í Føroyum, táið tíðin gekk undan hjá viðmerkjaranum. Spell, at formaðurin ikki gav honum rúmari ræsur, tí so kundu vit veruliga fingið eina sementering av allari undirbrotligheitini og hugsjónarliga grundarlagnum hjá fraktiónini, sum nú er einaráðandi í flokkinum hjá Jóanes Bónda og Tórsteini Petersen. Tjóðskaparliga radikalisman er endaliga farin undir kong, og kann neyvan brúkast longur í stríðnum fyri teimum frælsu Føroyum.
Ein danskur riddari hevur í øllum lutum skyldu til at aksla síni skinn við hátignina á Amalienborg. Onki skal vera honum meira heilagt, móðirlandið er ein mýruvongur, hetta er treytin gingið verður undir, táið sligið verður, og hesir stjórna nú Fólkaflokkinum par excellence. Sic transit gloria mundi – soleiðis hvørvur heimsins skart.
Hinvegin ger hetta grundarlagið undir parlamentariskum konstellatiónum – samgongum – greiðari í ókomnum døgum. Ongin munur er nú á Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, og tað broytir í hvussu er fyritreytirnar hjá eitt nú Tjóðveldinum í føroyskum politikki frameftir. Og tað kann nú vera, at vambakastið, sum parlamentarisman hevur fingið hesar seinastu tímarnar, opnar meira enn tað læsir í møguleikum fyri samanrenningum og valdsbýti. Um Tjóðveldi er lokomotivið í eini samgongu við Sambandsflokkin ella Fólkaflokkin er munarleyst, tað verður undir øllum umstøðum ein spurningur um at drassa motorleysu vagnarnar aftaná sær ávegis úr danska heimastýrinum inn í Republikkina.