Tað byrjaði sera væl.
Ætlanirnar vóru stórar.
Vónirnar avbera bjartar.
Málið var einar sjálvstøðugar Føroyar.
Einar Føroyar við fullum limaskapi í altjóða samfelagnum og altjóða búskapinum.
Men ”mongum brestur ætlan” og málið varð ikki rokkið í fyrsta umfari – fyri fáum árum síðan.
Møguleikin at nærkast málinum er tó til staðar - hvønn dag.
Eitt av fleiri amboðum at røkka hesum kann gerast Búskapargrunnur Føroya.
”Leingi er tað, ið væl skal verða”
– soleiðis kann eisini sigast um Búskapargrunn Føroya, sum 9 ár eftir, at hetta lógaruppskotið hjá Tjóðveldi varð gjørt til veruleika, eisini varð sett í gildi av Løgtinginum í juni í ár.
Uppskotið hevði tá verið lagt fyri á Løgtingi 4 ferð seinastu árini, men varð felt hvørja ferð.
Í summar váraði endiliga fyri uppskotinum og varð hetta samtykt og sett í verk.
Gamaní varð lógin nakað broytt í mun til uppruna uppskotið, men tó eitt stórt framstig.
Endamálið við Búskapargrunninum
Hetta við grunnum til serinntøkur er ikki nakað nýtt. Besta dømið um hetta er grannaland okkara Noreg, ið hevur havt ein oljugrunn í nógv ár – við sera góðum royndum.
Hesin grunnur hevur eisini í ávísan mun verið fyrimynd tá umræður føroyska Búskapargrunn Føroya, sum í sínum upprunaliga líki hevði til endamáls at røkka hesum endamálum:
1) Tryggja búskaparligu áhugamál Føroya fólks tá umræður nýtslu av serinntøkum landsins.
2) Amboð at røkka einum sjálvberandi búskapi.
Endamálið skuldi røkkast við, at Búskapargrunnur Føroya virkaði fyri:
1) at tálma sveiggjum í føroyska búskapinum, ið kunnu standast av ikki-varandi serinntøkum,
2) stigvíst at gera løgtingsfíggjarlógina óhefta av donsku ríkisveitingini,
3) at rinda uttanlandsskuld landskassans til danska statin,
4) at menna útbúgving og gransking í Føroyum.
Upprunaliga var ætlanin, at fylgjandi inntøkur skuldu í Búskapargrunn Føroya:
1) skattur og avgjøld frá kolvetni,
2) ríkisveitingin
3) einskiljingarinntøkur
4) rentur og avkast av peningi í grunninum
Við hesum inntøkum var møguligt at røkka endamálinum hjá grunninum.
Egin skiftisskipan við niðurlaging av ríkisveiting
Búskapargrunnur Føroya skuldi virka soleiðis, at vit gjørdu okkara egnu føroysku niðurlaging av ríkisveitingini.
Hetta varð gjørt við, at ríkisveitingin – eftir at hon varð sett í Búskapargrunn Føroya - partvíst varð latin inn á fíggjarlógina hvørt ár soleiðis, at parturin, ið stóð eftir í Búskapargrunninum vaks við 75 mió. kr. árliga, og ríkisveitingin á fíggjarlógini sostatt minkaði við 75 mió. kr. árliga yvir 8 ár. Hareftir varð ríkisveitingin ikki partur av fíggjarlógini. Samstundis vaks uppsparingin í Búskapargrunni Føroya.
Minka skuld og styrkja útbúgving og gransking
Eisini skuldu allar einskiljingarinntøkur hjá landinum í grunnin, ið síðan skuldu nýtast til at rinda niður uttanlandsskuld, og soleiðis minka um rentubyrðu landsins.
Hartil skuldi minst ¼ av peninginum, ið varð latin inn á fíggjarlógina frá ríkisveitingini, nýtast til menning av útbúgving og gransking í Føroyum.
Øll átøk, ið vildu gjørt okkara land meira sjálvbjargið búskaparliga, fíggjarliga og vitanarliga.
Ein broyttur Búskapargrunnur sá dagsins ljós
Samtykta lógaruppskotið um Búskapargrunn Føroya gjørdist øðrvísi enn uppruna uppskotið. Tí fyri at fáa breiða semju um uppskotið, varð hetta tillagað soleiðis, at endamálið við samtykta Búskapargrunni Føroya í summar varð hetta:
1) at tálma sveiggjum í føroyska búskapinum
2) at tryggja samfelagnum og landskassanum gott lánføri
Eisini vórðu tær inntøkur, ið framyvir skuldu í Búskapargrunnin ásettar at verða nakrar aðrar enn tær, ið vóru í uppruna uppskotinum. Nú vórðu hesi ásett at verða serinntøkur:
a) Tilfeingisgjøld av einhvørjum slagi, t.d. av kolvetni, fiski, aliøkjum ella jørð,
b) ágóðar av einskiljing landsins,
c) játtan av fíggjarlóg,
d) inntøkur av íløgurøkt grunsins.
Búskapargrunnur Føroya skal síðan lata pening aftur á fíggjarlógina svarandi til 50% av inntøkum frá serinntøkunum (kolvetni undantikið). Hesi 50% skuldu latast yvir 5 ár í 5 eins upphæddum. Hini 50% fella til fæið í Búskapargrunninum.
Við hesum búskapargrunni fingu Føroyar í summar eitt gott búskaparpolitiskt amboð, at javna serinntøkur, búskaparsveiggj og til at gera landskassan meira sjálvbjargnan.
Stuttskygd loysn at minka inntøkur
Hetta er eitt amboð, ið henda samgongan nú vil broyta.
Tí heldur enn at savna serinntøkur frá tilfeingi okkara í búskapargrunninum, og javna inntøkur landsins frá hesum yvir tíð, so vil landsstýrið hava allar serinntøkur frá tilfeingi – kolvetni undantikið – beinleiðis inn á fíggjarlógina nú.
Ikki tí hetta er best fyri føroyska búskapin, samfelagið og føroyingar yvir tíð – nei, tí tað er mest behagiligt her og nú.
Tí tá fær landsstýrið møguleika at útseta nógv neyðug átøk, og í staðin nýta allar serinntøkur frá tilfeingi beinanvegin – uttan at hugsa um, hvat hevði verið best yvir tíð.
Nakað, ið vit kenna aftur frá einum øðrum uppskoti, ið vit hava havt til viðgerðar frá samgonguni – nevnliga framtíðar pensjónsskattur, ið verður tikin inn í landskassan nú, og brúktur beinanvegin.
Nú bert kolvetnisinntøkur standa eftir sum tilfeingisinntøkur í Búskapargrunninum, haldi vit av røttum kunnu seta spurningin: ”Fara kolvetnisinntøkur í framtíðini at fáa frið í Búskapargrunni Føroya, ella fara eisini hesar at verða tiknar út til eitt nú skattalættar” ?
Fáa vit stórar kolvetnisinntøkur og hesar koma beint inn á fíggjarlógina, tá er skjótt at okkara búskapur verður skeiklaður av hesum – eins og hann verður tað av ríkisveitingini í dag.
Tøma Búskapargrunn Føroya inn í landskassan
Ongin ivi er um, at henda broyting, ið landsstýrið ynskir er enn ein stuttskygd loysn.
Ein loysn, ið vil geva landsstýrinum rúm fyri:
1) At útseta alneyðugar nýskipanir í samfelagnum.
2) At varðveita hægri útreiðslustøði longri enn annars.
3) At gera uppgávuna at fremja neyðugar tillagingar í samfelagnum enn størri í framtíðini.
Útseta tørvin á neyðugum nýskipanum
Nú landsstýrið í 2012 velur at inntøkuføra framtíðar pensjónsskatt á 235 mió. kr. + tekur inn nærum allar tilfeingisinntøkur – í 2011 yvir 100 mió. kr. - úr Búskapargrunni Føroya og setir beinleiðis inn á fíggjarlógina, so gerst undirskotið á fíggjarlógini munandi minni enn tað annars hevði verið.
Kann tað hugsast at hetta er ein roynd at sleppa undan stóru nýskipanunum, ið eru neyðugar at fremja í samfelagnum og at fjala veruliga hallið ?
”Skjótt er tað, ið ringt skal verða”
Undir øllum umstøðum kann staðfestast, at bert 6 mánaðar eftir at Búskapargrunnur Føroya varð samtyktur, er ikki bert ”Leingi tað, ið væl skal verða” – men í hesum førinum
”Skjótt er tað, ið ringt skal verða”.
Tina og frysta fyri at steðga á sjálvbjargniskós
Allir flokkar á Løgtingi siga seg vilja virka fyri einum sjálvbjargnum føroyskum búskapi. Sjálvt samgongan hevur sum mál, at fáa ein sjálvberandi búskap.
Eitt gott amboð at røkka hesum máli er Búskapargrunnur Føroya.
Ein grunnur, ið nú verður niðurlagaður saman við
- tining av ríkisveiting og
- frysting av stjórnarskipanararbeiðinum.
Alt liðir í einum málrættaðum politikki frá eini samgongu, ið tykist at hava sett sær sum mál, at sigla so langt út í hav, at bjarta málið um at gerast eitt sjálvstøðugt land skal fara úr eygsjón.
Kanska hetta eydnast eina lítla løtu, men ikki yvir tíð – tí vit eru tolin og vita, at:
”Leingi er tað, ið væl skal verða”.