Time out ella over and out fyri ES-granskingarsamstarv?

21 October 2009
Skrivað hevur

Landsstýriskvinnan í granskingarmálum vísir til eitt møguligt time out, ímeðan uttanríkisráðharrin heldur fast í, at sáttmálin skal undirskrivast. Hvørgin teirra hevur tryggjað neyðuga peningin.

Beint undan heystfrítíðini viðgjørdi Løgtingið ein fyrispurning frá undirritaðu til Helenu Dam á Neystabø um føroyska luttøku í ES-granskingarsamstarvinum. Svørini frá landsstýriskvinnuni vóru beinleiðis í andsøgn við tað, landsstýrismaðurin í uttanríkismálum fleiri ferðir hevur boðað frá: At Føroyar fara at undirskriva sáttmálan við ES, og harvið vera fullgildugir limir í samstarvinum.

Orka ein møguleiki
Bakgrundin fyri spurningum var at ES júst hevði boðið út spennandi granskingarverkætlanir innan orku - hvussu orku-avbjóðingarnar kunnu loysast bæði sæð í stutttíðar- og langtíðarhøpi, menning av tøkni til orkuveiting, ymiskar varandi orkukeldur, um orkusparandi bygging og so frameftir.

Hetta eru alt øki, sum eru sera relevant hjá føroyingum at vera við til at granska í. Samstundis eru Føroyar væl egnaðar til pilot-projektir, og uttan iva kundu fleiri ES-lond verið áhugað í at samstarva við okkum um menning av varandi orkukeldum og orkutøkni. Í hesum høpi kundi granskingarsamstarvið verð ein góð lopfjøl.

Við fullgildugum atlimaskapi í 7. rammuskránni kunnu føroyskir granskarar luttaka á jøvnum føti og við hesum fáa atgongd til fígging, netverk og vitan. Limaskapurin gevur eisini møguleikan at átaka sær at samskipa og standa fyri evropiskum granskingarverkætlanum. Tað kostar tó eisini fitt av peningi at vera við í samstarvinum – eitt stað millum 9 og 10,5 milliónir árliga.

Eingin freist, eingir pengar
Eisini varð spurt nær sáttmálin um føroyskan atlimaskap í ES-granskingarsáttmálanum verður lagdur fyri Løgtingið, og hvussu nógvir pengar eru settir av fram til 2013.

Landsstýriskvinnan segði, at tað ikki er heilt klárt at undirskriva kortini, og ikki dugdi hon at siga, nær sáttmálin verður lagdur fyri Løgtingið. Og hvørki hesin ella hin landsstýrismaðurin hava tryggjað pening til endamálið. (sí spurningar og svar á logting.fo, skrivligur fyrispurningur 12/09).

Eri so sára samd við Vinnuhúsinum og øðrum, sum hava ført fram, at hetta luktar av óseriøsum granskingarpolitikki. Hvussu kann landsstýrið melda út, at nú er alt klárt, tá landsstýrið skilliga als ikki hevur nakrar ætlanir um at pengar skulu vera til granskingarsamstarvið? Í øllum føri er ikki ein einasta króna sett av á fíggjarlógini fyri 2010.

Ì kjakinum kring fyrispurningin tosaði landsstýriskvinnnan um eitt møgulig “time out”. So er bert at vóna, at svarið frá ES ikki verður: Over and out!

Bjørt Samuelsen
Løgtingskvinna

Meira frá sama høvundi

No items found.