Veruleikin er, at vit fyri langari tíð síðani áttu at verið fíggjarliga sjálvbjargin. Men, væntandi politiskt dirvi og málsøkni hevur gjørt okkum óttafull. Eitt sterkt Tjóðveldi er fyritreytin fyri, at vit fáa ljós aftur yvir landið - og kós ímóti ein vónbjartari framtíð
Eg hugsi um tey, sum bygdu land. Tey, sum hóast harðbalnar umstøður sóu møguleikarnar her. Tey høvdu álit á egnari megi. Tey sóu, at undir hvørjari túgvu lá gróðrarmáttur, sum kundi fáast at spretta. Við stórum dirvi og váða varð lagt út á hav at føra ríkidømi til lands. Tey vistu, at ábyrgdin fyri, hvussu nógv kundi fáast burturúr, lá í teirra egnu hondum.
Teirra stremban legði grundvøllin undir einari tjóð, sum í dag telist millum tey lond í heiminum, sum eru best fyri.
Og eg hugsi um okkum, sum nú eiga ábyrgdina av at byggja land. Hvørjar møguleikar hava vit ikki, nú tøkniligu frambrotini hava drigið okkum at heiminum og heimin til okkara?
Landið við møguleikunum
Føroyar eru okkara land. Vit hava betri fyritreytir enn flest øll onnur at klára okkum sjálvi, ikki minst tí vit sum matvøruseljandi tjóð hava góð kort á hondum. Við okkara havøki út á 200 fjórðingar og rúgvismikla náttúrutilfeingi. Við bestu fyritreytum at ala á okkara firðum. Við ovmikið av vindi, vatni og sjóvarfalli, so vit um eini 10-15 ár kunnu vera nærum sjálvveitandi við varandi orku. Og alt bendir á, at undir okkum flóta svartir dropar, sum fyrr ella seinni koma til høldar. Vit hava eitt væl útbúgvið fólk. Vit hava arbeiðssamar hendur. Og tað liggur í okkara ílegum at lívbjarga okkum væl.
Álit gevur framburð
Tráanin og viljin at klára okkum sjálv man búgva í hvørjum einasta føroyingi. Men tað krevur røttu umstøðurnar at umskapa møguleikar til framtøk. Tað krevur stórt álit á tey, sum ganga fremst. Tað krevur, at landsins leiðarar síggja og troyta møguleikarnar. Tað krevur andaligt rúm, har pláss er fyri skapandi megini, sum veksur úr ymiskleika. Og tað krevur fordømi og fyrimyndir, sum strimbra sjálvsálit og trúgv uppá egna megi!
Tíverri væntar okkum álit. Tvey valskeið við áhaldandi messu um alt, vit ikki megna, fílar spakuliga hol í fólkasálina, og megin byrjar at seyra út, meðan ivin fær fastatøkur. Køvandi avmergjarmjørkin, sum hevur sogið seg yvir landið, ger, at vit ikki orka at fáa nóg stóra nyttu burtur úr okkara møguleikum og ríkidømi. Tjóðveldi vil venda hesi gong. Við framskygnum politikki. Við visjónum og sterkum vilja. Vit vilja taka ábyrgdina av okkara landi. Og skapa neyðuga búskaparvøksturin.
Standið saman um okkara land
Góðu tjóðskaparfólk! Sum vit hava víst á í valstríðnum, so er tað bara ein sterk tjóðskaparrørsla, ið kann lyfta Føroyar framá. Valið má tí snúgva seg um at fáa eina kós móti sjálvbjargni aftur. Hetta er neyðugt fyri at fáa bjartskygnið aftur í føroyskan politikk.
Vit mugu standa saman. Ein sterkt Tjóðveldi er fyritreytin fyri, at vit fáa ljós aftur yvir landið!
Gott val!
Bjørt Samuelsen
Tjóðveldi