Tí tóku vit undir við fíggjarlógini

11 January 2011
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Síðani tollaksmessuaftan hevur verið dúgliga kjakast um handfaringina, sum fíggjarlógaruppskotið og álitið frá fíggjarnevndini fekk í løgtinginum. Skilji væl kritikkin av tí manglandi viðgerð, sum uppskotið fekk. Sjálvandi eigur landsins fíggjarlóg at fáa eina virðiliga viðgerð.


Men tað fekk hon ikki, tí ongin av okkum 32 valdu at taka orðið.


Tað var bara fíggjarnevndarformaðurin, sum tók orðið.


Viðgerðin var ongin, eisini tí at ein meiriluti í løgtinginum valdi at taka undir við uppskotinum um at víkja frá tíðarfreistini, við tí avleiðing at alt varð avgreitt sama kvøld.


Síðani eru einar tvær til tríggjar vikur gingnar, og er at vóna, at dagarnir og vikurnar, sum koma, fara at vísa eina viðgerð í fjølmiðlunum, sum lýsir innihaldið í fíggjarlógini.


Andstøðan við
Eitt, sum spurnartekin er sett við, er, hví vit, sum sita í andstøðu, vóru við í einum áliti saman við eini samgongumeiriluta, sum vit ikki vilja vita av.


Ein andstøða hevur pr. definitión ógvuliga litla, fyri ikki at siga onga, ávirkan á, hvørjar raðfestingar ein samgonga ger. Hon kann tí velja at lena seg afturá og einans verða hin kritiska andmælandi røddin. Í fíggjarnevndini hendi tó tað, at samgongumeirilutin tók okkara atfinningar til eftirtektar og vildi hava okkara raðfestingar við í fíggjarnevndarálitið. Tá soleiðis er, er tað einasta rætta at verða partur av álitinum.


Vit eru fólkavald til at gera okkara politikk galdandi. Hetta eiga vit so at liva upp til í tann mun tað er møguligt, ístaðin fyri at siga: ”nei takk vit vilja ikki hava ávirkan, tí vit eru í andstøðu”.
Vit fingu ikki flutt samgonguna 180 stig, tað ber ikki til í einum fíggjarnevndararbeiði, men vit fingu flutt hana munandi í raðfestingunum.


Raðfestingar okkara fingu innivist
Vit vildu t.d tryggja okkum at mentanin, undirvísingarverkið, vinnulívið, handverksvinnan, húsarhaldini og at barnafamiljurnar fingu eina hægri raðfesting. Hetta eydnaðist!
Vit vildu tryggja okkum, at hallið á fíggjarlógini varð avmarkað, og at vit livdu upp til karmarnar frá í vár. Karmar, sum vóru lagdir eftir uppskotið frá Tjóðveldi árið fyri! Tað skal so eisini sigast, at uppskotið, sum landsstýrið upprunaliga legði fram í oktober, livdi upp til karmarnar frá í vár, men sum vikurnar gingu frá tí, at fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram og fram móti jólum, kom landsstýrið við alsamt fleiri umbønum um broytingar til teirra uppskot, sum sjálvandi høvdu meirútreiðslur við sær.


Her var fíggjarnevndin rímiliga samd um, at vit ikki skuldu víkja frá kørmunum. Og tað gjørdu vit ikki hóast kompenserað varð fyri lønarhækkingunum, sum vórðu gjørdar í semju við almenna arbeiðsmarknaðin.


Hesum vildu vit eftirlíka, tí vit ikki vildu hoyra talan um uppsagnir.


Arbeiðsskapandi
Vit vildu tryggja okkum, at lógin var meira arbeiðsskapandi, enn uppskotið frá landsstýrinum mælti til. Vit hildu, at tíðin var til arbeiðsskapandi átøk í eini tíð har arbeiðsloysið er 9 %.
Tí tryggjaðu vit okkum, at játtanin til bjálving av almennum bygningum fekk eina meirjáttan á 8 mió kr. Hetta er eisini liður í orkupolitikkinum hjá Tjóðveldi, samstundis sum hann er arbeiðsskapandi.


Vit vildu tryggja okkum, at havrannsóknarskipið kom í gongd av álvara, og valda at økja ta játtanina úr 5 mió kr uppí 25 mió kr.


25 mió krónur var eisini tað, sum samt løgting í vár tók undir við skuldi játtast til havrannsóknarskipið. Endamálið er fyrst og fremst at vera á fremstu rók í fiski- og havrannsóknum, og samstundis er ein íløga, sum fleiri fortalarar hava víst á, sum verandi ógvuliga arbeiðsskapandi fyri tað hart kroystu handverksvinnuna. Eisini eiga vit at hava í huga, at Magnus Heinason syngur uppá sítt seinasta vers, og er ógvuliga útreiðslukrevjandi í ábøtum og viðlíkahaldi.


Eisini tryggjaðu vit okkum íløgur kring alt landið.


Og vit hækkaðu játtanina til viðlíkahald av vegum.


Miðstaðarøkið
Miðstaðarøkið er heldur ikki við sviðið soð, als ikki: her er raðfest við fíggjarkrevjandi íløgum, sum nátúrliga liggja í miðstaðarøkinum. Nevnast kunnu Marknagilsdepilin, landssjúkrahúsið og nú eisini Tjóðpallurin. Hetta eru alt íløgur, sum eiga at raðfestast fyri at menna trivnaðin í landinum. Hetta eru raðfestingar, sum eru liður í at taka kappingina upp við umheimin.


Dagur og Vika metti hækkanina av játtanini til Tjóðpallin at verða ein rossahandil. Sjálv haldi eg, at hann er ein tann besta íløgan, sum bleiv samtykt. Ein tjóð við virðing fyri sær sjálvari eigur eitt tjóðleikhús, ið kann hýsa leiklistini og sínum egna fólki. Ber landsstýriskvinnan nóg skjótt at, eiga hesi fólk, sum starvast innan øki, virðiligar karmar um stutta tíð.
Kann líka nevna, at yrkissjónleikararnir arbeiða og virka í hølum, sum eru undir øllum lágmørkum. Og tað skal sigast teimum til rós og teirra idealismu til heiðurs, at tey ár út og ár inn hava funnið seg í so vánaligum komforti, sum karmarnir um Grímu geva teimum. Hetta eru hóast alt sjónleikarar innan yrkisleik, sum eru á hædd við teir bestu í Norðurlondum. Tað er tí uppá tíðina, at teir fáa betri umstøður at virka undir. Og væntandi fer hetta í gongd beinanvegin.


Fróðskaparsetrið
So er at nevna Fróðskaparsetrið, sum vit ikki vildu hoyra talan um skuldi skerjast við fleiri mió, sum annars var uppá tal. At Fróðskaparsetrið helt stand er við tí fyri eyga, at fleiri lesandi fáa høvi, at nema sær kunnleika har eftir lokið miðnám, sum er ógvuliga vitalt í hesum døgum, tá fólkafráflyting og ungdómsarbeiðsloysi er ein verulig hóttan.
Og so kunnu nevnast smærri upphæddir, sum tó gera stóran mun: Krígssavnið og Sjósavnið fingu á fyrsta sinni eina lítla játtan, sum tryggjar framhaldandi virksemi eisini í 2011.
Slík átøk geva føroyingum og ferðafólkum nakað at síggja, so tey og vit fáa størri innlit í okkara søgu og liviumstøður. Hetta eru krígssavnið og sjósavnið dømi um.


Bústovnar
Ein játtan, sum hinvegin varð skorin nógv, var játtanin til bústovnar. Hetta hevur eisini verið funnist at alment. Hetta var gjørt eftir, at landsstýriskvinnan var inni í fíggjarnevndini, har hon segði, at onki var klárt at fara í gongd við á hesum øki í 2011. Tí hildu vit, at játtanin til øki har útinnandi valdið sigur, at onki er klárt, ikki eigur at leggja seg á meira enn 15 mió kr, sum varð tað, sum varð samtykt. Tað er tó at undrast yvir, at meira orka ikki verður løgd í hetta økið frá landsstýrisins síðu. Hinvegin, at marka knappar 40 mió kr til eitt øki, sum neyvan verður brúkt yvirhøvur, kann ikki forsvarast um avleiðingin av hesum er, at aðrar íløgur av hesi orsøk mugu bíðja til seinni.


Barnafamiljur
Ein bólkur í samfelagnum, sum er hart kroystur er serliga barnafamiljur. Tí fingu vit eisini steðgað ætlanini hjá landsstýrinum at økja avgjaldið til oljuútreiðslur hjá húsarhaldum.
Fyri at fáa neyvari tøl til hendan sama bólk fingu vit harumframt eina meirjáttan til Hagstovuna á 300 túsund krónur til at kanna og lýsa korini hjá føroyskum barnafamiljum. Slik kanning er við til at upplýsa neyvari um korini hjá hesum bólki, og er tí eisini eitt amboð hjá politiska valdinum at vita, hvussu hetta økið best verður raðfest.


Hallið
Tað, sum eisini hevði stóran týdning fyri okkum øll í fíggjarnevndini, var, at vit ikki mistu fokus á, hvussu vit minkaðu hallið til at verða burtur í 2015. Hetta hevur eydnast rímiliga væl. Hallið er hesaferð 545 mió kr, sum hóast alt er 55 mió betri enn karmarnir frá í vár áløgdu okkum. Um vit sóu stórt uppá hallið, sum mangur hevur mælt til, eisini av fakkunnleikanum, so er mín sannføring, at vit komu í eitt ógvusligt skuldarhaft um fá ár. Tann vandin er avmarkaður munandi nú, tí vit megnaðu at halda fokus, samstundis sum vit megnaðu eina javnvág millum raðfestar íløgur, arbeiðsskapandi tiltøk og lækkandi hall.


Sparingar
Táið so stórar uppraðfestingar verða gjørdar, samstundis sum hildið verður fast um minkandi hallið er sjálvandi neyðugt við ávísum sparingum. Vit valdu tí at skera fleiri játtanir runt um. Hetta varð gjørt við landsroknskapinum sum hjálp, og við tí í hyggju, at skerjingarnar ikki merktu ógrundaðar uppsagnir. Tað halda vit, hevur eydnast.

Tað, sum vit ikki fáa gjørt nakað við sum andstøða í eini fíggjarnevnd, er at ávirka sjálvan politikkin hjá samgonguni. Ella rættari sagt: manglandi politikkin. Vit kunnu ávirka raðfestingarnar, men fáa onki gjørt við reformar og lógarbroytingar meðan við arbeiða við fíggjarlógaruppskotinum. Til dømis við hart tiltrongda fiskivinnureforminum. Vit fáa heldur onki gjørt við eldrabústaðarøki ella forsorgarlógarøki ella skúlareformar ella við skattalóggávuna ella við uttanríkispolitikkin osfr Hetta eru annars alt uppskot sum hava stóran týdning fyri Tjóðveldi og sum mugu leggjast fram og samtykkjast sum serstøk uppskot. Sum uppskot, ið antin hava til endamáls at økja um inntøkur landskassans við samhaldsføstum skipanum ella sum hava til endamáls at gagnnýta útreiðslurnar betri.


Tá ið drigið verður á bæði
Skal so eisini nevna, at í eini fíggjarlógarnevndarviðgerð verður drigið á bæði alla tíðina. Líka til tað síðsta. Serliga hjá andstøðuni. Skulu vit verða við ella ikki, er ein spurningur, sum verður vigaður og mettur stútt og støðugt.. Fáa vit nú nóg stóra ávirkan osfr. Haldi sjálv, at tann leiklutur, sum vit trý í andstøðuni valdu at gerast partur av, var okkara politikki til miklan fyrimuns og hevði verið populistiskt óseriøst at takka nei til. Og tað eigur ikki at vera allur politiski sannleikin, at ein andstøða skal virka sum realpolitisk deyðvakt í einum drúgvum valskeiði, um hon annars kann vera við at fremja loysnir, sum eru samfelagnum at gagni.

Tey, sum ynskja at síggja álitið við broytingum og fíggjarlógina alla, kunnu fara inn á heimasiðu løgtingsins undir tingmáli nr. 24. Har er lógin, álitið og øll broytingaruppskotini og skjøl send fíggjarnevndini undir viðgerðini.

Vóni tí at enda, at arbeiðið í fíggjarnevndini og tær broytingar, sum har vórðu gjørdar, eru samfelagnum og borgarum okkara at gagni.


Annita á Fríðriksmørk