Tí eigur fólkaskúlin at leggjast út til tær sjey kommunurnar

30 March 2010
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Kommunurnar mugu fáa størri ábyrgd og fólkaskúlin eigur at verða partur av hesum, - við undantaki av teimum yvirorðnaðu rættningslinjunum, sum eiga at liggja hjá landinum. Men áðrenn vit leggja fólkaskúlan út til kommunurnar mugu vit leggja kommunurnar saman við lóg!

Tað ber ikki til ár eftir ár eftir ár at bíðja eftir, at kommunurnar gera tað sjálvbodnar. Tað vilja altíð verða nakrar, sum ikki vilja gera tað av sínum eintingum, og tí kunnu vit koma at bíðja í áratíggju, áðrenn tann seinasta sjálvbodna kommunusamanleggingin gert veruleiki. Um nakrantíð! Og tað er tí óforsvarligt fyri tær kommunur, sum hóast alt hava lagt saman, at vit bíðja og bíðja í áravís, áðrenn vit leggja øki út til kommunurnar at umsita. Øki, sum enntá vóru motivatiónin fyri samanlegging.

Um vit ikki vilja hava størri øki út til kommunurnar, so er ongin orsøk at leggja tær saman. At hava 7 stórkommunur uttan innihald, tað er meiningsleyst.


Fólkaskúlin er eitt upplagt øki at leggja út. Tá ið vit leggja eitt øki sum fólkaskúlan út til kommunurnar at umsita, so merkir tað ikki, at Mentamálaráðið gert heilt leyst av økinum. Mentamálaráðið (landið) skal framhaldandi tryggja, at allir skúlar í landinum eru á einum námsfrøðiliga høgum støði, og at undirvísingardygdin lýkur nøkur minsta krøv.

Men tað er mín sannføring, at kommunurnar sjálvar, tá ið tær verða lagdar saman í 7 øki, verða nógv betur førar fyri at standa fyri tí neyðugu umskipan, sum skal til. Um landið tekur ábyrgdina av, at felags námsfrøðilig og undirvísingarlig krøv koma at galda fyri allar skúlar í landinum, og gevur teimum sjey kommununum ein fíggjarkarm, sum er í mun til næmingatalið í økinum, -so vilja kommunalu myndugleikarnr nógv skjótari og effektivari finna útav, hvussu teir, við teimum fysisku og fíggjarligu kørmum, og tí farleið, sum er í økinum, sum best skipað fólkaskúlan. Soleiðis kunnu vit leggja fólkaskúlaøkið út til kommunarar at umsita, og samstundis tryggja, at allir skúlar liva upp til nøkur felags námsfrøðilig og undirvísingarlig krøv, sum landið setir.

Landsstýrið tekur ábyrgdina frá kommununum
Hví samgongan nú mælir til, at landsstýrismaðurin skal fara undir samráðingar við kommunur um at ganga saman í skúlasambond, - tað skilji eg ikki. hetta er at taka tað arbeiðið frá kommunum, sum ætlandi skuldi flytast út. Og við átakinum hjá samgonguni við kravdum skúlasambondum, er endamálið einans at spara pening við at leggja nakrar bygdaskúlar niður. Í so máta er uppskotið dustsogið fyri visjón og fylt við misálitið á kommunurnar og teirra evni at umskipað fólkaskúlaøkið. Ístaðin fyri átti mentamálaráðið at hugt at, hvussu t.d. samanlagda Eysturkommuna ger. Hon er dømi um eina kommunu, sum umleggur fólkaskúlan uttan kravboð úr mentamálráðnum. Soleiðis er hon eitt dømi um eina samanlagda kommunu, sum arbeiðir við initiativið, sum er komið innanifrá, og ikki eftir harraboðum frá landsmyndugleikunum.


Samgongan gongur ikki saman
Tá ið eg sigi, at tað er samgongan, sum mælir til skúlasambondini, so er tað ein sannleiki við motifikatiónum. Vanliga leggja landsstýrisfólk lógaruppskot fyri løgtingið, tá ið tey hava fingið semju, um tað í samgonguni. Í hesum føri leggur landsstýriskvinnan í mentamálum uppskotið fram. Men tað er so langt frá, at hon hevur fingið semju um uppskotið í samgonguni.

Í Løgtinginum í farnu viku, tá ið uppskotið um skúlasambond var til viðgerðar, kappaðust samgongutingfólk um at skjóta uppskotið niður. Millum annað framsøgufólkini hjá Sambandsflokkinum og hjá Fólkaflokkinum. Tað er tí ikki bara í samband við fíggjarkarmin at ósemja valdar. Heldur ikki bara í sambandi við kommunala reformin ella í sambandi við pensjónirnar ella fiskivinnureformin ella…, ja, eg kundi blivið við. Men eisini í sambandi við tey sokallaðu skúlasambondini!

Tí má Tjóðveldi framat!
Her má ein nýggj leiðsla framat, her má ein nýggj samgonga framat. Tað er meiriluti í løgtinginum fyri fleiri av reformunum, sum eru á gáttini, men forfeingiligheit og sjálvdráttur hjá ávísum minniluta forðar reformsinnaðum meiriluta at fáa sín vilja. Úrslitið er, at politiskt apati valdar, soleiðis at fíggjarmálaráðharrin, landsstýriskvinnan í mentamálum og onnur landsstýrisfólk hanga sum satelittar uttanfyri politisku skipanina við løgmanni sum appendix.

Tí má áheitanin verða á tykkum sum sita í samgongu, og sum hóast alt vilja nakað: takið avleiðingarnar av politiska apatinum: umskipið samgonguna og latið Tjóðveldinum innivist. Ella skrivið út nýval. Tjóðveldi vil í øllum førum forða fyri, at tilvildarligir rossahandlar forða fyri neyðugum reformum: á skúlaøkinum, á kommunala økinum, á fiskivinnu økinum, og vilja forða fyri at at hesir handlar avgera fíggjarlóg og nú dagsaktuella framtíðar fíggjarkarm.

Annita á Fríðriksmørk